fríggjadagur 11. mai 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ghetto Føroyar
Ghetto Føroyar
Marjun Persson, sum í løtuni
skrivar spesialið í ferða
vinnu, helt, at ferðavinnan
longu er vorðin ein stór
vinna, tí ískoytið til føroyska
búskapin frá ferðavinnuni
er mett at liggja um 775
mió. árliga. Nú ferðaráðið er
endurstovnað, metti Marjun,
at ferðavinnan kann menn
ast nógv meiri, tí vinnan
hevur saknað ein yvirskip
aðan, ráðgevandi stovn. Hon
helt, at vit ikki eiga at satsa
uppá
charterferðavinnu,
men heldur finna okkum
eina nichu, t.d. ráðstevnu
ferðafólk ella spa-túrar, sum
eisini leggja meiri eftir seg
enn vanligu ferðafólkini. Tað,
at vit eru eitt lítið – og trygt
– land, kann verða ein stórur
fyrimunur.
Regin Dalsgaard, íverk
setari og formaður í Vinnu
frama,
gleddist
um,
at
føroyingar eru vorðir eitt
sindur meiri sølusinnaðir.
Vit hava nógv fólk, sum gera
og uppfinna eina rúgvu –
eisini innan effektivisering
av fiskivinnuni – og nú eru
vit farin at hugsa, at um
tað kann nýtast í Føroyum,
kann tað eisini nýtast uttan
fyri Føroyar. Tað skal bara
ein successøga til, fyri at
vit veruliga fara at trúgva
uppá okkum sjálvi og tora at
satsa. Hann staðfesti tó, at
tað er tungt at kappast við
umheimin, og høgu ferða
seðlaprísirnir minka avgjørt
um kappingarførið.
Jóannes Jacobsen segði,
at føroyskt vinnuprát í alt
ov stóran mun snýr seg um
at skapa arbeiðspláss, held
ur enn at skapa fyritøkur,
sum eru sterkar og kapp
ingarførar. Lata vit held
ur fyritøkurnar vaksa seg
sterkar og skapa virðisøking,
so koma arbeiðsplássini av
sær sjálvum. Landið skal ikki
stýra vinnuni, og almennu
Føroyar eiga ikki at »satsa
uppá« nakra vinnu. Fólk,
skulu gera tað, sum tey duga
best, tí tey vita til eina og
hvørja tíð betri enn tilvildar
ligu landsstýrisfólkini. Ein
keðiligur tendensur, sambært
Jóannesi, er, at tá føroyingar
fáa góð vinnuhugskot, tykj
ast vit fyrst av øllum hugsa,
hvussu vit kunnu fáa landið
at stuðla okkum.
Alternativar
vinnur í Føroyum
Kjakið Í fyrstu Ghetto Føroyar sendingini snúi kjakið seg um, hvørt vit
eiga og megna at menna vinnur, sum kunnu avloysa ella stuðla undir
fiskivinnuna og sostatt geva okkum eitt breiðari búskaparligt grundarlag.
Kjakið bylgdist aftur og fram og nógvar meiningar komu á borðið
BankNordik stuðlar sendingini
Rógvi Nybo
Lat tað verða sagt beinan
vegin – Er tað nakað, danir
eru heimsmeistarar í, so er
tað at brokka seg.
Danir brokka seg um alt.
Óansæð um tað er stórt ella
smátt, riggar av fjandanum
til ella er næstan perfekt.
Tað eru einfalt líka nógvar
meiningar um ALT – livandi
og deytt – sum tað ganga
danir á jørðini, og teir fýra
ikki fyri at lata onnur vita
tað.
Føroyingar hava ikki
hetta sama í sær. Vit eru
meira konservativ við okk
ara meiningum, ganga ikki
og garta upp um allar geilar
yvir hvørt smáting. Jantu
lógin stendur í besta blóma,
og tað er næstan beinleiðis
ófólkaligt at glepsa eitt
sindur. So vit lata sum
oftast vera. Í øllum førum
halda vit tað innanfyri teir
fýra veggirnar í heiminum.
Vit brokka okkum ikki al
ment!
Sum útisetar í Keyp
mannahavn royna vit sum
frægast at halda saman og
vara um okkara mentan og
sið. Vit bólka okkum í smáar
og størri »Ghetto'ir«, har vit
mala um beinini á hvørjum
øðrum og ansa eftir at vit
ikki verða for integreraði
í danska samfelagið, at vit
ikki blíva for donsk. Tí hvør
ólukkan tímur at líkjast for
nógv heimsins glaðasta
fólkaslagi.
Men hvussu væl vit enn
ansa eftir, slepst ikki und
an ávirkan. Hjá mær er tað
hugurin at brokka meg,
sum hevur fest seg! Enn er
tað mest innantanna. Og
yvirhøvur er tað um støð
una í Føroyum. Sæð úr ein
um útisetavinkli er eisini
nokk at taka av. Fyri ikki
at snakka um politikkin.
Bevar mig vel – har er so
ríkiligt at brokka seg um!
Eg eri ikki bangin fyri
at siga, at eg eri ósamdur
við førda politikkin. Sum
akademikarar flest kenni
meg meira heima millum
tey »reyðu«. Tí eru nógvir
tankar eisini farnir heim
eftur síðani teir borgar
ligu, sum nú sita við róðr
ið, funnu tann heilt sterka
lútin framm. Ein borgar
ligur lútur so sterkur, at
sjálva Iron Lady’in hevði
snerkt og Reagan hevði
rodnað.
So sterkur er hesin
borgarligi lútur, at and
støðan hevur ligið í koma
síðani valið. Deyð sum sild.
Og tú alvaldi hvat havi
eg ikki latið nógvar eiðir
av innantanna um hesa
snorksovandi andstøðuna!
Eitt er, at mær ikki dámar
politikkin. Men meirilutin
ræður, og teir hava fullan
rætt at gera sum teimum
lystir. Andstøðan svevur,
og fólkið í Føroyum brúkar
í stóran mun sín bara demo
kratiska rætt at brokka seg
á Facebook.
Melda seg inn í bólkar,
har trýstið verður latið
úr dampgrýtuni. Bólkar í
móti samgonguni. Og eitt
líka tamt aftursvar frá
borgarligu veljarunum –
team Samgongan. So leingi
tað gongur fyri seg har tú
kanst krógva teg handan
telduskýggjan og logga av
tá onkur svarar aftur, ja so
er í lagi at brokka seg.
Men brokk tolir ikki
dagsins ljós í Føroyum. Í
øllum førum ikki tá fólk
brokka seg um okkara egna
kæra leiðara – Løgmannin
Kaj Leo. Máti skal verða við,
hvussu smásærur mann
hevur loyvið at vera! At ein
borgarligur leiðari verður
stokk fornermaður av eitt
sindur av brokki frá samlaða
vinstravonginum á sjálvum
altjóða arbeiðaradegnum,
vísur bara hvussu illa vit
tola brokk í Føroyum. Tað
er undir alt lágmark helt
løgmaður, men eg hevði nú
hildið at okkurt var rung
andi galið, um arbeiðara
rørslan IKKI brokkaði seg.
Hinvegin er tað nú ikki
fyrstu ferð, at kæri leiðarin
vísur hvussu lítið hann
heldur
um
fakfeløgini.
Hann hevði heldur ikki tíð
at tosa við pedagogarnar,
tá tey vóru í verkfalli – »tí
onkur mátti jú arbeiða her
í samfelagnum«. Margareth
Thatcher – Go home!
Uha! Her er sgu nógv at
brokka seg um, tá tankarnir
fyrst sleppa á flog.
Men hvør eri eg at
brokka meg um støðuna
í Føroyum, tá eg hvørki
búgvi ella lati skatt har
sjálvur? Hvønn rætt hava
vit útisetar til at finnast at?
Inntil víðari eru vit jú bara
nakrir forkelaðir lortendar,
nakrar ónyttur, sum liva av
donsku boppuni. Vit máttu
heldur hildið skarpan, so
leingi vit eru burtur.
Ella hava vit útisetar eis
ini rætt at brokka okkum,
tá tað nú eru vit, sum ein
dagin skulu flyta heim
aftur og føra samfelagið
víðari?
Spyr tú meg, so helli eg
meira til tað seinna. Nú er
loyst frá posabandinum, og
so verður ringt at fáa meg
at tagna aftur!
Brokk!
VINNUKJAK
Tey bæði Eydna Skaale og Rógvi Nybo stýra kjakinum um alternativar vinnumøguleikar í Føroyum.
Regin W. Dalsgaard, Marjun Persson og Jóannes Jacobsen søgdu sínar hugsanir um hetta
Ghetto Føroyar bjóðaði eisini til nøkur prik til politikarar, miðlar og samfelagið
annars, og her er eitt av tí, sum Ghetto Føroyar fólkini hildu vera átaluvert.
»Jenis av Rana fer ikki úr samgonguni allíkavæl, tí flokkurin metur, at
hann hevur størstu ávirkan inni í samgonguni, har hann kann forða
fyri politikkinum hjá samgonguni..Altso vil Miðflokkurin frameftir
arbeiða fyri at forða fyri politikkinum hjá síni egnu samgonguni.«