fríggjadagur 11. mai 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Løgfrøðingur til
Innlendismálaráðið
Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði,
ráðgeving og málsviðgerð í miðfyrisitingini, so er hetta starvið í
Innlendismálaráðnum kanska nakað fyri teg
www.imr.fo
Um okkum: Innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í
innlendismálum og er skipað í fýra fakøki: lógamál, kommunumál, náttúrumál
og samferðslumál.
Ráðsuppgávurnar fevna um ráðgeving av landsstýrismanni og leiðslu, at
umboða ráðið í tvørgangandi arbeiðsbólkum og at lýsa og avgreiða mál, ið
hoyra ráðnum til.
Í ráðnum starvast 14 starvsfólk.
Arbeiðsuppgávur: Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar
verða málsviðgerð, ráðgeving og lógar- og kunngerðarsmíð.
Um teg: Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv. Tær dámar væl at arbeiða
sjálvstøðugt, og tú sýnir ábyrgd og skilvísi. Tú ert ágrýtin og tær dámar væl
avbjóðingar. Tú dugir væl føroyskt í skrift og talu, umframt at samskifta og
arbeiða saman við øðrum.
Vit bjóða:
· Eitt áhugavert , sjálvstøðugt og avbjóðandi starv
· Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
· Løn sambært sáttmálanum hjá Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya
Í fyrsta lagi er talan um eitt farloyvisstarv inntil 1. mai 2013.
Meira at vita: Tú kanst fáa meira at vita um Innlendismálaráðið á www.imr.fo.
Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Nellu Festirstein, deildarstjóra,
tlf. 55 80 76 ella at senda teldubræv til nellaf@imr.fo.
Umsóknir: Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Innlendismálaráðið,
Postrúm 159, Tinganes, 110 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin tann 4. juni 2012.
Møguligt er eisini at senda umsóknartilfarið elektroniskt til imr@imr.fo.