Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavnar kommuna Boðanesheimið fer at hýsa 64 pensjónistum við ellisbrekum og varandi sjúkum, sum hava tørv á røkt. Á heiminum verður dentur lagdur á • at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkunum • at fakliga dygdin av veittum tænastum verður sett í hásætið • at heimið áhaldandi verður við til at menna heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk til heimabúgvandi pensjónistar • at starvsfólkini á heiminum trívast, mennast og hava tað gott Boðanesheimið verður merkt av tryggum og heimligum umhvørvi. Afturat tí verður samsjóðað eitt starvslið til heimið sum við støði í lívssøguni hjá húsfólkunum. • fakliga veitir dygdargóða røkt og umsorgan • stimbrar til eginumsorgan • stuðlar einum virknum gerandisdegi Boðanesheimið letur upp í oktober 2012. Heimið er innrættað í tveimum hæddum við tveimum búeindum til 24 húsfólk og einari búeind til 16 húsfólk. Í stóru felagslonini er stórkøkur, matarhøll, virkis- og venjingarstova og fyrisiting. Boðanesheimið søkir eftir deildarleiðara til virkis- og venjingarstovuna Virkis- og venjingarstovan verður dageind við felagsaktivitum fyri húsfólk og heimabúgvandi pensjónistar. Endamálið við virkis- og venjingar- stovuni verður at kveikja lívsneistan við at varðveita, menna og stuðla undir førleika brúkarans likamliga, sálarliga og sosialt. Tú kemur at vera í miðdeplinum at skapa rammur fyri einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi. Afturat tí hevur tú ábyrgd av at savna og samansjóða eitt starvslið, ið fakliga stimbrar til eginumsorgan og stuðlar undir ein virknan gerandisdag, mett út frá støðu og lívssøgu hins einstaka. Førleikakrøv • Prógv og autorisatión sum fysio- ella ergoterapeutur • Góðan leiðsluførleika • Áhuga at arbeiða innan eldraøkið • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Evni at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum verður á heiminum • KT-førleika á brúkarastøði Boðanesheimið søkir eftir køksleiðara Tú kemur at vera í miðdeplinum at skapa rammur fyri einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi. Afturat tí hevur tú ábyrgd av at savna og samansjóða eitt starvslið, ið fakliga ger dygdargóðan og føðslurættan kost til húsfólk og gestir. Førleikakrøv • Útbúgvin køksleiðari ella økonoma • Góðan leiðsluførleika • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum leiðslutoymi til frama fyri trivna hjá húsfólki og starvsfólki • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Evni at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum verður á heiminum • KT-førleika á brúkarastøði Boðanesheimið søkir eftir trimum deildarleiðarum til røktardeildirnar Røktardeildirnar fevna um ávikavist tvær deildir við 24 húsfólkum og uml. 30 starvsfólkum og eina deild við 16 húsfólkum og uml. 20 starvssfólkum. Tú kemur at vera í miðdeplinum at skapa rammur fyri einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi. Afturat tí hevur tú ábyrgd av at savna og samansjóða eitt starvslið, ið fakliga veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til eginumsorgan og stuðlar undir ein virknan gerandisdag, mett út frá støðu og lívssøguna hjá tí einstaka húsfólkinum. Førleikakrøv • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur • Góðan leiðsluførleika • Áhuga at arbeiða innan eldraøkið • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum leiðslutoymi til frama fyri trivna hjá húsfólki og starvsfólki • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Evni at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum verður á heiminum • KT-førleika á brúkarastigi • Fólk við aðrari heilsufakligari útbúgving kunnu eisini søkja størvini Boðanesheimið søkir eftir maskinmeistara og elektrikara Arbeiðið fevnir um at hava umsjón og røkja bygningarnar, installatiónir og økið uttan um heimið. Førleikakrøv • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni • Góð evni at samskifta við eldri • Hollan telduførleika • Koyrikort Størvini verða sett 1. august 2012 ella eftir nærri avtalu Løn- og setanartreytir Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Nærri fæst at vita um størvini við at hyggja á www.torshavn.fo ella við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara, telefon 224151. Umsókn saman við autorisatión, prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, ella til teldupost: torshavn@torshavn.fo Umsóknarfreistin fyri øll størvini er týsdagin 29. mai 2012 kl 12.00. www.torshavn.fo Størv á Boðanesheiminum — eitt heim, har tað er vítt til veggja og rúmd er fyri nýhugsan og nýskapan Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í fyrisitingini. Fíggjarætlanin javnvigar við 800 mió. kr. Hon fevnir um alt kommunalt virksemi, m.a. dagansingarstovnar, skúlar, kommunalu brennistøðina, Sløkkiliðið, Bussleiðina, ellisheim umframt annað virksemi á mentunarliga, sosiala og tekniska økinum. Les meira á www.torshavn.fo um fíggjarætlan, roknskapir v.m.