fríggjadagur 11. mai 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er ein gravsteinur undir Svína
ryggi, har tað er tilskilað at við
komandi er av “Argebue”. Enn í dag
halda tey á Argjaboða fast um, at
tey eru so sanniliga ikki argjafólk!
Drongurin av Argjaboða var
tann bert eitt ára gamli Niels Jacob
Olsen. Hann var føddur í 1895 og
doyði í 1897.
Pápi hansara var Óli Edvard
Olsen , kallaður Óli Ing, tí mamma
hansara æt Inga. Mamman Niels
Jacob var Elspa, ættað úr Kvívík.
Bygdarsøgan hjá Argjaboða
Hervið verður komið til søguna
hjá Argjaboða. Tey fyrstu, sum bú
settust á Argjaboða, tað sum menn
vita, vóru hjúnini Rachel Joens
datter úr Hósvík og Isak Eriksen
ættaður uttan av Bø í Kirkjubø.
Tey vóru sett av bóndanum at ansa
eftir hesum partinum av kirkjubø
garðinum. Tey fingu so loyvi til at
leggja eina trøð inn til egið brúk
Hetta var um 1837. Tey áttu bert
eitt barn, Susanne Katrina. Men
stutta tíð fingu tey bæði saman.
Við manntalið í 1840 sást, at nú var
Rakul blivin einkja.
Tað sæst eisini, at tá er Jógvan,
beiggi Rakul, fluttur við húski
sínum av Skælingi til systrina at
búgva. Hon hevði sent boð eftir
beiggjanum. Tað var jú lítið hon
kundi gera einsamøll kvinna við
einum barni.
Tað verður sagt, at húsini hjá
Rakul var har, sum Argjaboðagøta
nr 22 er í dag.
Men í 1845 hevur Jógvan fingið
egin hús. Tey næstu 45 árini eru
bara tvey hús á Argjaboða. Tað
triðja kom i 1890.
Elspa og Óli Ing fingu ein son í
1900, sum varð uppkallaður Niels
Jacob eftir deyða beiggjanum.
Hann doyði í 1943.
Ættin kom úr Skálavík
Pápi Óla Ing var Hans Olsen úr
Skálavík, vanliga kallaður Sandoyar
Hanus, sum áðrenn 1867 setti seg
niður á Argjaboða við húski. Hann
kom úr Kirkjubø, og hann fekk 2/3
av gerðinum, sum Rakul, Ísak og
Jógvan høvdu lagt inn.
Tey flyta inn til Rakul, sum fram
vegis er á lívi.
Í 1890 búgva tvinni hjún inni hjá
Rakul. Umframt húskið hjá Hanusi
búgva har eisini Ole Christian Iver
sen, konan Sigge Sofie og dótturin
Elsebeth. Tey flyta seinni upp á Borg,
har teirra eftirkomarar búgva nú.
Tað eru tískil teir báðir Jógvan
Joensen og Hans Olsen, sum eru
ættfedrar til fólkið á Argjaboða.
Í manntalinum í 1880 er í húsin
um umframt Hanus og konan Inger
Marie, ættað av Strondum, børnini
Ole Edvard, 12 ár, Petra Helena
Maria, 9 ár, Hans Marius, 6 ár, og
Frederikke Josefine, 3 ár.
Tað sæst eingin manntalslisti
aftur fyrr enn í 1928. Nú er Argjaboði
strikaður sum staðarnavn, og hús
ini hjá Óla Ing er nú nummar 4 á
Argjum.
Tey, sum nú eru í húsi, eru:
Óli Edvard Olsen (Óla Ing) (1867-
1957), skipari
Elspa Olsen (1866-1933), fødd í
Kvívík, kona hansara
Jacob Sivert Olsen , f.1893, bróðir
Óla Ing
Óli J. Olsen, f.1903, sonur Óla Ing
Hans Edvard Olsen (1889-1944),
sonur Óla Ing
Jacobina Olsen (1886-1954), av Eiði,
kona Hans Edvard
Børn teirra:
Olga Olsen (1916-1944)
Arni Olsen f.1918
Henny Olsen f. 1921
Vilmund Olsen (1925-1960)
Høvdu gott orð á
sær sum sjómenn
Í siglingarsøguni hjá Páll Nolsøe
eru frásagnir um pápa og beiggja
lítla Niels Jacob, sum henda søgan
snýr seg um.
Pápin Óli Ing førdi Nelli hjá
Mortensenmonnum á Tvøroyri í
1906. Hann tók setuskiparaprógv
hjá Jens Mohr í 1900 og síðan setu
skiparaprógv í 1902. Áðrenn 1900
hevði hann verið við Streymoynni
við Jóannes í Funningsstovu í Havn,
og hann var av og á bestimaður
hjá honum. Fyrsta skipið Óla Ing
førdi, var Trý Systkin hjá Pola í
Dali summarið 1900, og hann førdi
hana til 1906. Í 1908 var hann við
trolaranum Atlanta, sum Poli í Dali
átti saman við øðrum. Hann var
ein tann fyrsti føroyski trolarin. Í
mong ár var hann seinni við ensk
um trolarum.
Hans Edvard Olsen, sonur Óla
Ing og beiggi Niels Jacob, tók skip
araprógv hjá brøðrunum við Stein
í 1908. Fyrstu árini sigldi hann
saman við pápanum. Hann kom at
verða millum kendastu trolmenn
í Føroyum. Hann var í 1924 annar
stýrimaður við trolaranum Nýp
uni og annar stýrimaður við trol
aranum Grími Kamban. Í 1928 og
1929 var hann matrósur við Hav
hesti hjá Skipafelagnum, og í juni
1930 við ísvirkisbátinum Øssur
Havgrímssyni. Eina tíð var hann
stýrimaður við trolaranum Tór 2.
Hans Edvard var eitt skifti sam
an við Anton Jacobsen í Vík trol
bassi við norska trolaranum Nord
hav 2.
Í eini frásøgn í Dimmalætting
verður greitt frá ein fráfaringar
samkomu, tá ið teir báðir mynstraðu
av. Her verður millum annað sagt:
Undir Middagen holdt Kaptajnen
en glimrende tale til Trawlbasserne
for det uegennyttige og helt per
fekte Arbejde, de havde udført for
Skib og Rederi, ikke mindst dog
for Fiskerne, hvilket arbejde have
resulteret i et storartet Resultat for
alle Parter. Der blev også afholdt
en Tale af Repræsentanten for Sø
mandsforbundet, som specielt frem
hævede det gode Kammeratskab
der herskede om Bord i Nordhav 2.
Honnøren herfor adresserede han
særlig til de to Færinger.
103 ára gomul í ættini
Ein tann elsti núlivandi føroyingur
giftist inn í ættina hjá Óla Ing. Tað
er Elsa f. Jacobsen ættað av Toftum,
og er hon 103 ára gomul. Hon giftist
í 1929 við Óla Jákup, son Óla Ing.
Tey búsettust tó á Argjum.
Á Argjum vóru, tá ið Elsa flutti
hagar, 16-18 hús. Nú eru tey 650!
Óla Jákup sigldi til kríggið byrj
aði. Hann var millum annað við
trolaranum Torfinni. Hann var
eisini ein av teimum føroyingum,
sum fóru við italienskum trolarum
at fiska í Barentshavinum. Men
hetta gekk ikki væl. Tað var okkurt
galið við trolaranum. Teir lógu so
nógv inni, at teir fóru heim aftur.
Hansara seinasti túrur til skips var
við Elsu í 1955
Óla Jákup fór at arbeiða á landi,
mest í Havn. Hann arbeiddi millum
annað á ísvirkinum hjá Valdemar
Lützen og eisini hjá Balslev.
Tey bæði fingu átta børn: Nancy,
Anna, Erling, Judith, Jógvan, Frida,
Niels Edvard og Gunnar.
So nógv av søgu kann fáast um
ein gravstein yvir ársgamal drong,
sum doyði fyri 115 árum síðani.
Keldur:
Hans Jacob Sigvardsen: Argjasøga
Hjørdis á Argjaboða:
Søgan um Argjaboða
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Lítli Niels Jacob var ikki av
Argjum men av Argjaboða
Gamli kirkjugarður var eisini kirkjugarður fyri argjafólk og fyri fólki av
Argjaboða. Tað var nevniliga hvørt sítt. Tað sæst eisini í kirkjugarðinum
Komandi partur
Um tríggjar vikur verður
frásøgn um ta 4 ára gomlu
Honnu Petrinu, dóttir Onnu
Helenu og Palla Bager.
NIELS JACOB OLSEN
ARGEBUE
F. 30. DECEMBER 1895
D. 8. MARTS 1897
HERREN GAV HERREN TOG
HERRENS NAVN VÆRE LOVET
Elspa og Óli Edvard Olsen
Húsini hjá Sandoyar Hanusi og Óla Ing á Argjaboða
Beiggi Niels Jacob, Hans Edvard og kona hansara Jacobina