fríggjadagur 11. mai 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tørvur á einari
langtíðarætlan fyri
Tórshavnar Kommunu
A
vbjóðingar
og mennandi
verkætlanir
Borgarstjórin í Tórshavnar
Kommunu er javnan frammi
við ætlanum um stórar,
ambitiøsar og kostnaðar
miklar íløgur og verkætlanir.
Og nú tað stundar til eitt
kommunuval, verður ivaleyst
næstan onki markt fyri,
hvørji vallyfti verða fráboðað
almenninginum.
Tær stóru avbjóðingarnar,
sum standa fyri framman
í Tórshavnar Kommunu á
íløguøkinum er td. nýggjur
50 metra svimjihylur, nýggjur
Vesturskúli, nýggjur musikk
skúli, golfvøllur, íløgur fyri at
hýsa møguligum oyggjaleik
um, innandura fótbóltshøll
og multiarena - bara fyri at
nevna nøkur dømi úr rúgv
uni. Talan er um íløgur og
verkætlanir,
sum
nakrar
eru kendar, og nakrar íkoma
knappliga.
Somuleiðis
er
talan um stórar íløgur og
verkætlanir,
sum
verða
fíggjarliga og rakstrarliga
krevjandi – ein leyslig meting
kann verða íløgur fyri 600-
800 mió.kr. - alt eftir, hvussu
hart verður lagt fyri. Har
afturat skal roknast við
nýggjum og munandi hægri
útreiðslum til rakstur av hes
um anleggum, og sum fer at
krevja eina endurskoðan og
øðrvísi raðfesting av rakst
rarútreiðslunum.
Neyðugt verður tí at
raðfesta íløgurnar yvir eitt
longri tíðarskeið, meta um
rakstrarligar avleiðingar og
annars lýsa, hvat kommunali
búskapurin hevur fíggjarlig
evni at bera komandi árini.
Tað er trupult at síggja,
hvussu samgongan í komm
ununi arbeiðir við øllum hes
um verkætlanum, og hvørj
ar td. ikki eru við og hví. Tí
er neyðugt at gera nærri
greiningar av, hvør veruligi
tørvurin er á íløgum og verk
ætlanum, og hvussu høvuðs
staður okkara skal síggja út
í td. 2020 – ein heildarætlan
fyri menningina av høvuðs
staðnum við neyðugum rað
festingum. Tað eru eisini
nógvir ymiskir váðar, sum ein
kommuna stendur yvirfyri –
eitt nú vantandi vinnuligt
virksemi, fallandi inntøkur,
fólkaminking og kommunal
útjavning.
Tilvildarligar rað
festingar og ongar
ítøkiligar ætlanir
Stórar og fleiri íløgur sam
stundis ella innan eitt styttri
tíðarskeið hjá kommununi,
kunnu ikki fíggjast yvir
raksturin, og tí er neyð
ugt við lántøku og skatta
hækkingum. Hægri lang
freistað skuld td. hevur við
sær fíggjarútreiðslur til av
dráttir og rentur - harafturat
koma tær fíggjarligu binding
ar, sum fylgja við langt inn í
framtíðina.
Búskaparliga
handlifrælsi, kunnu vit siga,
broytist í mun til skuldina
og óvissar útreiðslur og inn
tøkur.
Tað er heldur ikki bara at
tryggja fígging og afturgjald
av skuld – metast skal eisini
um totalbúskapin, tvs. hvat
krevst í eyka ella nýggjum
rakstrarútreiðslum, tá verk
ætlanin verður sett í rakst
ur.
TK arbeiðir ikki í løtuni
við langtíðarætlanum fyri
rakstur og íløgur – og tí er tað
lættari politiskt at yvirbjóða
hvønn annan við stórum
og kostnaðarmiklum verk
ætlanum, sum tað i veru
leikanum ikki er fígging ella
rakstrarinntøkur til.
Langtíðarætlan
fyri framtíðar
menning av TK
Tað, sum vantar hjá TK til at
leiða og stýra samlaða bú
skapinum fyri kommununa
eru leiðslu- og stýringaram
boð. Býráðið eigur tí at gera
eitt leiðslu- og stýringar-am
boð, sum er ein langtíðar
ætlan fyri rakstur og íløgur
fyri komandi 10 árini og yvir
meira enn eitt samgongu
tíðarskeið. Í hesari ætlan
eigur kommunan at gera
metingar um inntøkur, út
reiðslur til rakstur og íløgur,
skattaprosent, fígging, skuld,
gjaldføri – hetta sæð í mun
til tørvin hjá borgarunum
á tænastum og trivnaði í
kommununi - nú og í fram-
tíðini.
Sostatt snýr tað seg um at
skapa nakrar hóskandi bú
skaparligar javnvágir millum
skattaprosent, eginfígging,
lántøku og tænastur til borg
aran og menning av høvuðs
staðnum annars.
Avleiðingarnar av hægri
rakstrarútreiðslum og hægri
lántøku uttan eina langtíðar
ráðlegging hevur við sær,
at kommunan noyðast at
hækka skattaprosentið ella
fremja tilsvarandi sparingar
og rationaliseringar. Serliga
um hetta verður gjørt yvir
styttri tíðarskeið. Tí kann
ein langtíðarætlan verða við
til at tryggja, at búskaparligu
samanhangini eru hóskandi
og skattaborgaran veit, hvat
hesin fær fyri skattapeningin
– stórt gjøgnumskygni og
málrættað politiskt arbeiði
til gagns fyri heildina.
Støðulýsing og
langtíðarætlan
Mælt verður til fylgjandi:
1. Fyrst
og
fremst
gera
tørvsmetingar um rakstur
(evt. nýggjar tænastur)
og íløgur – borgarar og
vinna – ein støðulýsing og
tørvsmeting fyri komandi
árini
2. Gjørd verður eina váða
greining fyri kommun
una
3. Gera samlað yvirlit yvir
allar størri og smærri íløg
ur og verkætlanir kom
andi 10 árini
4. Kostnaðarmetingar
av
hvørjari einstakari íløgu
ella verkætlan – íroknað
fíggingarmøguleikar
5. Útrokningar av inntøku
grundarlag, útreiðslum og
skattaprosenti – íroknað
metingar um skuld, fígg
ing og gjaldføri
6. Gera eina samlaða lang
tíðarætlan og áseta játt
anarkarmar fyri rakstur
og íløgur fyri tíðarskeiðið
2013-2023, íroknað tíðar
ásettar raðfestingar og
býtt á málsøkini. Talan
er um at gera eina bú
skaparliga heildarætlan
fyri menningina av komm
ununi komandi árini.
Uttan langtíðarætlanir fyri
rakstur og íløgur og uttan
at vit tora at gera politiskar
raðfestingar er vandi fyri,
at menningin í kommununi
fer at ganga ov seint fyri seg
komandi 5-10 árini.
Tórshavn tann 7. mai 2012
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Allir borgarar, ið hava valrætt í Føroyum høvdu
møguleika at fara á fólkaatkvøðu herfyri, men flestu
føroyingar hildu ikki, at tað var neyðugt at fara á
val og gera sína ávirkan galdandi í hesum umfari.
Áhugavert, tí sum oftast er valluttøkan til onnur val
her í landinum í hægra endanum av 80%. Hesuferð
hildu einans eitt sindur meira enn 30 %, at tað var
neyðugt at fara á val fyri at verða við til at vísa
politikarunum, hvat fólksins vilji er. Men hetta halda
teir ráðandi fólkavaldu ikki er áhugavert. Lands
stýrismaðurin við kommunumálum segði áðrenn
fólkaatkvøðuna, at ein høg valluttøka var ein sigur.
Vil tað so siga, at tá valluttøkan var so lág, at talan er
um ein ósigur? Løgmaður heldur fast við, at fólkið
hevur talað, og so kann mann freistast til at hugsa,
um tað sama hevði verið galdandi, um talan hevði
verið um onkra aðra fólkaatkvøðu. Sum við øllum
úrslitum, so kann mann venda og snara tey til sín
egna fyrimun.
Men nú hevur fólkið talað, og so tosa vit ikki meira
um hetta. Nú er kjakið um kommunusamanlegging
jarðað. Fólkið hevur talað. Ja, gamaní hava fólk talað,
men talan er um minni enn eina helvt av teimum,
sum hava valrætt í Føroyum. Hvussu ber tað til, at
tað ikki er áhugavert at kjakast um? Er tað veruliga
so, at fyri tí um ein fólkaatkvøða hevur verið, ja so
skal ikki kjakast meira. Kjakið um kommunusaman
legging hevur órógvað meira, enn tað hevur gjørt
gagn, var tað onkur, sum segði. Hvat? Er tað ikki
tey ymisku úttalilsini frá politikarunum, um hvat
skal henda á økinum, sum ørkymlar fólk? Tað kann
ongantíð órógva nakað ella nakran at kjakast. Hvat
fólkaræði hava vit, um vit skulu hava fólkaatkvøður
fyri at fáa restina til at halda munn? Sjálvandi fer
tað at verða eitt kjak um kommunusamanlegging.
Somu politikarar, sum siga, at fólkið hevur talað,
hava ætlanir um at leggja mál út til kommunurnar
at umsita. Tað er somuleiðis áhugavert. Fólkið kann
sleppa at siga sína hugsan, men tað kann gera tað
sama, hvat tey siga. Vit leggja út hóast alt. Herfyri
varð sagt, at einki skuldi leggjast út, fyrr enn tær
kommunalu eindirnar gjørdust størri, og nú verða
samstarvsøki gjørd ístaðin.
Tá spurt varð um lágu vallutøkuna hetta kvøldið,
svaraði landsstýrismaðurin við kommunumálum, at
luttøkan var lág, men um tú roknaði valluttøkuna í
teimum smáu økjunum saman, so var hon høg. Alt
í lagi meðni, hví hava tit so spurt fólkið í teimum
størru økjunum (Havnin og Klaksvík)? Hví skulu tey
knappliga spyrjast, tá tey í áravís hava fingið at vita,
at ein størri kommuna ikki kann sig nei, tá ein minni
kommuna vil leggja saman við henni?
Eftir sita nógv og klóra sær í nakkanum og hugsa: hvat
var tað, sum hendi her?
Hví skal fólkið spyrjast av teimum fólkavaldu í
hesum máli? Umboða tey fólkavaldu ikki fólkið ella
hvussu? Hava tey ikki fingið álit á eini fólkaatkvøðu
til eitt løgtingsval at taka avgerðir fyri fólkið? Hevur
hetta málið størri týdning enn okkurt annað mál?
Ikki veit eg. Eg gleði meg í øllum førum at fara á
fólkaatkvøðu og verða við til at avgera, um pensjóns
aldurin skal hækkast.
Eyðgerð
Mørkøre
Kruse
Lesandi
EYGA
MÁLIÐ
Tann áhugaverda
fólkaatkvøðan
Annfinn
Brekkstein
Býráðslimur hjá
Sambandsflokkkinum