fríggjadagur 11. mai 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árliga føðitalið er minkað niður á
575. Tað er útvið 400 minni, enn tá
tað var størst í 1966. Tað er nú líka
lítið, sum tað var fyri 100 árum síð
ani, tá eini 18.000 fólk búðu í Føroy
um.
Burðaravlopið (fødd minus deyð)
er nú komið niður móti 200. Tað
vigar bert upp móti helvtini av frá
flytingini. Og tað er líka so lágt sum
síðst í 1800-talinum, tá eini 15.000
fólk búðu í Føroyum.
Fólkafráflytingin er nú tætt við
400 fólk árliga. Tekin eru um, at
tendensurin heldur versnar enn
batnar. Fyri 2012 benda fyrstu mán
aðir á, at fráflytingin verður upp
aftur størri enn í 2011. Samanlagt
fáa vit eina fólkafráflyting uppá
meir enn 2.000 fólk tilsamans frá
2005 til 2012.
Av hesum orsøkum er fólkatalið
farið at minkað. Við árslok kann
væntast, at fólkatalið er minkað við
uml. 500 fólkum síðani 2008.
Sí mynd 1
Sum sæst á myndini omanfyri eru
vit við gongdini hesi seinastu árini
í verri støðu enn í 50’- og 60’unum,
tá eisini stór fólkaflyting var av
landinum. Síðan 2008 er fráflytingin
størri, og tað, sum nú ger skaðan
dupult stóran, er at burðaravlopið
tá lá oman fyri 500, meðan tað nú er
komið niður móti einans 200.
Sí mynd 2
At ungu Føroyar bløða sæst av
myndini omanfyri: talið av ungum
fólkum er minkað, ikki bara av
stóra búskaparskrædlinum fyrst í
90-unum, men eisini hesi seinastu
árini. Serliga hóttandi er minkingin
av ungum kvinnum, ið bláu strikur
nar vísa. Hetta eru jú tær, ið skulu
bera nýggju ættarliðini av føroying
um í heim. Ein gongd sum henda
skapar eina ónda ringrás við støð
ugt minkandi barnatalið – so av
somu orsøk aftur færri ung at veksa
upp og seta nýggj ættarlið við.
Sí mynd 3
Tað er ongin nýggjheit, at tað ser
liga eru tey ungu, ið flyta. Men tað
er ógvisligt, at heili 85% av frá
flytingini eru ung millum 20-24 ár
– og at av fluttu kvinnurnar eru
mest sum allar í hesum aldurs
bólkinum. Myndin avdúkar eisini
høvuðsmeinbogan í fráflytingini,
har eitt er at so nógv av teim ungu
fara – men verri er at so fá koma
heimaftur seinni.
Skerjingarkósin skumpar
undir fráflytingina
“Á rættari kós” kallar landsstýrið
sína búskaparpolitisku ætlan fyri
næstu 5 árini. Men hesar eru sam
tyktu skerjingarnar á nøkrum væl
ferðarpolitiskum grundskipanum:
•
Pensjónir, eldrarøkt o.o. al
mannamál: úr 50 mió í 2013 veks
andi til 118 mió í 2017.
•
Útbúgving, gransking og ment
an: úr 9 mió í 2013 veksandi til 57
mió í 2017.
•
Sjúkrahús, heilsutrygd o.a.: úr 8
mió í 2013 veksandi til 47 mió í
2017.
•
“Tey bleytu virðini” tilsamans: úr
67 mió í 2013 veksandi til 221 mió
í 2017.
Haraftrat koma so aðrar samtyktar
skerjingar, sum m.a. minkingin av
arbeiðsloysisstuðlinum.
Er nakað givið úrslit av hesum,
er tað minkað virksemi í landinum,
minkað tal av arbeiðsplássum,
ótryggari livikor hjá øllum uttan
teim vælbjargaðu, so helst uppaftur
fleiri stinga í sekkin og rýma av
landinum, samstundis sum tað
minkar enn meir um líkindini hjá
ungum føroyingum uttanlands at
venda heimaftur.
Vandastøðan krevur,
at kósin verður sett
av nýggjum
Skeiva gongdin við fráflytingini og
minkandi barna- og ungdómsættar
liðum krevur skjóta og miðvísa
politiska handling. Men hvør veit,
hvat kann gerast? Teir, íð ráða,
tykjast at vera líkaglaðir. Heldur
ongin einstakur vísmaður hevur
svarið. Men vit eiga fakfólk á øllum
viðkomandi økjum, ið saman kunnu
greina støðuna og siga landsins stýri
og løgtingi, hvat kann og má gerast.
Landsins politiska leiðsla eigur tí
sum skjótast at seta eina fakliga
nevnd at vísa á møguleikarnar til
at venda gongdini. Síðani verða tað
løgting og landsstýri, sum á breið
um politiskum grundarlagi mugu
seta út í kortið av nýggjum og gera
tað, ið gerast má, fyri at bjarga
fólksins framtíð her í landinum.
tíðargrein
Hans Pauli Strøm
Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður
fyri Javnaðarflokkin
Ungu Føroyar bløða
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift
Tíðargreinar til vikuskiftisblaðið.
Størsta vandamálið av øllum, ið hóttir okkara
framtíð, er tann skeiva gongdin við minkandi
barna- og ungdómsættarliðum. Metlágt
burðaravlop og áhaldandi stór fráflyting av
ungdómi átti at fingið landsins stýri at vakna,
men tvørturímóti skumpar politikkurin undir
fráflyting og fólkaminking. Vit mugu sum
skjótast fáa fakfólk saman at koma landsstýri
og løgtingi til hjálpar við góðum ráðum, um
hvussu ólukkuliga gongdin kann vendast.
Kvinnur og menn í tali, 15-24 ár og 25-34 ár
1500
2000
2500
3000
3500
4000
4500
5000
1985
1987
1989
1991
1993
1995
1997
1999
2001
2003
2005
2007
2009
2011
Menn 15-24 ár
Menn 25-34 ár
Kvinnur 15-24 ár
Kvinnur 25-34 ár
Nettoflyting, eftir aldri og kyni, 2011
-210
-180
-150
-120
-90
-60
-30
0
30
60
00-14
15-19 ár
20-24 ár
25-29 ár
30-34 ár
35-39 ár
40++
Menn
Kvinnur
Burðaravlop og nettoflyting í tali, 1951-2012
-2000
-1500
-1000
-500
0
500
1000
1951
1954
1957
1960
1963
1966
1969
1972
1975
1978
1981
1984
1987
1990
1993
1996
1999
2002
2005
2008
2011
Nettoflyting
Burðaravlop
Mynd 1
Mynd 2
Mynd 3