Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 46 - 6. mars 2004 Føroyski fimleikurin spílar seg út og hevur møguliga fleiri avbjóðingar at bjóða fimleikarunum uttan fyri landoddarnar. Leygardagin 6. mars og sunnudagin 14. mars eru stórkapp- ingarnar í rútmiskum fimleiki í Runavík, og vinnandi liðini fáa øll okkurt burtur úr sigrum sínum. FIMLEIKUR tíðindaskriv Stórkappingin í rútmiskum fimleiki verður hesa ferð í ítróttarhøllini í Runavík og verður hon í tveimum. Leygardagin 6. mars kapp- ast smágentur og kvinnur, og sunnudagin 14. mars kappast pinkur og gentur. Báðar dagar byrja kapping- arnar klokkan 15. Feløgini, sum eru við í stórkappingini í ár, eru Støkk av Glyvrum, Flog úr Fuglafirði, Havnar Fim- leikafelag og Ljósið úr Havn. Kappingin hjá smágent- um leygardagin 6. mars er við tveimum serium, einari fríari og einari amboðsseriu við hoppibondum. Tá tær eru lidnar, fara kvinnurnar at kappast, somuleiðis í tveimum serium, har am- boðini eru vimplar. Góða viku seinni, sunnu- dagin 14. mars, verður lagt fyri við pinkum, ið hava eina seriu, áðrenn gentur- nar fara at kappast í tveim- um serium, har tær hava bóltar sum amboð. Stórkappingin er bert eina ferð um árið, men tá kunnu fimleikararnir eisini vísa øll síni kynstur, eftir at vant hevur verið dúgliga síðani september mánað. Donsk vitjan Dømingin í føroysku stór- kappingini í fimleiki er tann sama, sum verður brúkt í Danmark. Tað vil siga, at dømt verður tøkni- liga, listarliga og eftir fram- førslu. Yvirhøvur leggur før- oyski fimleikurin seg eftir at nøkta somu krøv sum aðrastaðni, og tí hevur tað eisini ligið væl fyri hjá før- oyskum fimleikaliðum, sum eitt nú hava verið við til stórar danskar kapping- ar. Ein síðuvinningur hjá bæði gentum og kvinnum er, at vinnandi liðini sleppa við sum gestalið til kapp- ingina um danska meistara- heitið í apríl og mai. Undanfarnu árini hevur eitt lið verið við til hesa kapping, og hvørja ferð hevur verið staðfest, at føroysku fimleikararnir standa seg framúr væl millum bestu donsku liðini. Samstarvið gongur tó eisini hinvegin, tí til ta seinnu stórkappingina kemur kvinnuliðið hjá Greve á vitjan sum gestalið. Venjari hjá liðnum er væl kenda Helle Storm. Eins og føroysku liðini í donskum kappingum verða dømdar á sama stigi sum donsku liðini, fer liðið hjá Greve eisini at fáa karakter, eins og føroysku kvinnu- liðini. Einki er at ivast í, at hetta ger kappingina enn meira spennandi, tí liðið úr Greve er gott, og eisini eru tað hesum fimleikarunum, før- oysku kvinnurnar skulu kappast ímóti, tá kappingin um danmarkarmeistara- heitið verður. Heiðursmerki og steyp Trý tey bestu liðini í stór- kappingini fáa heiðurs- merki fyri hvørja seriu sær, umframt at ognarsteyp verður latið fyri saman- lagda úrslitið. Í sambandi við kapping- arnar hevur Fimleikasam- band Føroya sølubúð við kaffi, køkum og øðrum, umframt at tombola verður til frama fyri eitt fimleika- gólv/-teppi og stuðul til teir fimleikarar, ið seinni skulu til Danmarkar at kappast. Fimleikasambandið sigur seg vóna, at nógv fólk kem- ur til stórkappingina í Runavík bæði leygardagin 6. mars og sunnudagin 14. mars. Atgongumerkini kosta 80 krónur fyri vaksin og 10 krónur fyri børn. Rútmisk stórkapping í fimleiki: Útlendskar avbjóðingar til bestu liðini Nr. 46 • leygardagur • 6. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Mín trúgv er ein lívsháttur Samrøða við norðurírska Sarah Munro Lesið síðu 2–3 SANGLEIKUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo 1. mars í 1968 varð ein sang- leikur á fyrsta sinni vístur í Ong- landi við støði í bíbliusøguni um Jósef og brøður hansara. Ungu menninir handan leikin itu Tim Rice og Andrew Lloyd Webber, og fá grunaðu tá, at bæði hesir ungu menn og sangleikur teirra skuldu vinna hjørtu kring allan heim mong ár fram. 36 ár seinni verður leikurin "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið", sum Dánial Hoydal og Anna Kristin Bæk hava føroyskað, framførdur í Norðurlandahúsinum. Rytmiska kórið á Studentaskúlanum í Hoy- dølum við leiðarunum Zacharias Sørensen og Hans Olivur Joen- sen fóru undir fyrstu fyrireik- ingarnar, men verkætlanin er vaksin so nógv og er farin so langt út um skúlans karmar, at nú eru millum 80 og 100 fólk tengd at sangleikinum, sum hevur kostað millum hálva og eina millión. Í samstarvi við Norðurlandahúsið, Útvarp Før- oya, Musikskúlan og kvøld- skúlan er sangleikurin vorðin veruleiki, og fíggjarligu grund- stuðlarnir hava verið Føroya Tele og Føroya Banki. Uttan nakra fyriliggjandi fíggjarlóg hevur sjálvur Studentaskúlin í Hoydølum formliga ikki kunnað staðið fyri leikinum, men áhugafelagið Tónaungdómar, sum rútmiska kórið í Hoydølum er limur í. Sangleikur til øll – Talan er um størstu verkætlan tengt at einum skúla nakrantíð. Leikurin vendir sær til ein ógvu- liga breiðan málbólk, og gongur hann alskyns listarligu skapanar- evnum og sansum mennskjunnar á møti. Sjónleikur, solosangur, tónleikur, kórsangur, ljósshow, dansur og klædna- og palldesign skapa ein fjølbroyttan sangleik, sum inniheldur sorg, gleði, humor og yvirraskilsi, sigur upprunaligi stigtakarin og horna- steinurin í verkætlanini, Hans Olivur Joensen, sum undirvísir í tónleiki í Hoydølum. Sostatt vendir sangleikurin sær sambært Hans Olivur til ein breiðan málbólk, tí hann hevur eitt so breitt skapanarhugflog at bjóða áhoyrarum og áskoðarum. – Tað ræður um at koma við opnum sinni, og so skal ein nokk bæði fara at flenna, verða berg- tikin, gerast kløkkur og fáa ein klump í hálsin, sigur Hans Olivur Joensen skemtandi. Saman við Hans Olivur Joen- sen eru í stýrisbólkinum Mads Winther (rektari), Herleif Hammer (framleiðslustjóri) og Bo Isholm (stjóri á Tórshavnar Musikskúla), men stigtakarin ynskir heldur at varpa ljós á kreativu grundstuðlarnar í sangleikinum. – Leikstjórin Jákup Veyhe, koreografurin Jóna Thomsen og kórleiðararnir Zacharias Søren- sen og Sigrid Sivertsen hava gjørt eitt megnar arbeiði, og uttan tey høvdu vit ikki fullført verkætlanina, heldur Hans Olivur Joensen. Skúlin vorðin ov lítil Viðvíkjandi vali av sangleiki heldur Hans Olivur Joensen, at júst hesin leikurin hjá navnframa Andrew Lloyd Webber gekk krøvum teirra á møti. – Talan er ikki fyrst og fremst um soloavrik, men heldur um eina kollektiva framførslu, sum skal ganga upp í eina hægri eind, og tískil er ábyrgd á so nógvum næmingum sum gjørligt, sigur Hans Olivur Joensen. Fyri tveim- um árum síðani varð líknandi verkætlan roynd á sjálvum skúlanum við sangleikinum Godspell, og nú eru ungu, skapandi kreftirnar í Hoydølum farnar út um skúlans gátt og niðan í Norðurlandahúsið til nógv stórslignari og professio- nellari umstøður, sum sambært Hans Olivur eisini er ein motivatiónsfaktorur. – Hetta eggjar sjálvsagt øllum næmingunum at leggja orku í arbeiðið, samstundis sum tað mennir tónlistarliga umhvørvið, sigur tónleikalærarin úr Hoy- dølum. Ætlanin hevur sambært honum verið í umbúna í eitt gott ár, meðan tónleikarar, kór, dans- arar og sjónleikarar hava vant miðvíst síðani 1. januar. Fyri at finna sjónleikarar varð skipað fyri upptøkuroynd á skúlanum, men trupulleikin var, at nógv størsti áhugin var millum gentur, hóast leikurin snýr seg um Jósef og hansara brøður. – Umleið 100 næmingar meldaðu seg til upptøkuroynd, harav 80 gentur, og tá okkum mest nýttu dreingir til sjálvan sjónleikin, stóðu vit í fyrstu syftu við einum trupulleika, sum tó lagaði seg, sigur Hans Olivur Joensen. Samanumtikið er lagt upp til stóra og spennandi frumfram- førslu í Norðurlandahúsinum týskvøldið við størsta sangleiki síðani Skeyk og størstu skúla- verkætlan nakrantíð, og sambært stigtakaranum Hans Olivur Joensen skulu vit vænta okkum ein sangleik við listarligum skapanarevnum í alskyns sjangrum og fjølbroytni. Meira kann lesast um leikin á www.hoydalar/josef.fo Jósef heimsøkir Norðurlandahúsið Týsdagin fer stóri sangleikurin Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið av bakkastokki fyri almenninginum og vant hevur verið dúgliga C M Y K 23 22 Søkt verður eftir frítíðaravloysarum til ferða- mannadeildina at byrja skjótast gjørligt. Starvið fevnir um: • Avgreiðslu av ferðafólki bæði á skriv- stovuni, yvir telefon, telefaks og t-post • Bílegging av hotellum, summarhúsum, íbúðum, v.m. • Skipaavgreiðsla/Check-in • Vanligt skrivstovuarbeiði Førleikakrøv: Til starvið krevst, at umsøkjarin hevur nakað av teldukunnleika og kann málbera seg á enskum og/ella týskum - bæði í skrift og talu. Dentur verður lagdur á, at viðkomandi er røkin og hevur góð samstarvsevni. Setanarviðurskifti: Starvstíðin er frá nú av og til umleið 15. august/ 1. september Umsóknir: Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Smyril Line c/o Áki Jespersen Postsmoga 370 FO-110 Tórshavn ella við telduposti til: booking@smyril-line.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjør- ligt. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Áka Jespersen á tlf. 34 59 00. Frítíðaravloysarar Smyril Line varð stovnað í 1982, við tí endamáli at knýta saman londini í Norðuratlantshavi, Før oyar, Ísland, Noreg, Hetland og Danmark. Hvørt summar síðan 1983 hava fyrst gamla Norröna, ið hevði pláss fyri 1.050 ferðafólkum og 300 bilum, og síðani nýggja Norröna, sum hevur pláss fyri 1.482 fólkum og 800 persón bilum, siglt millum hesi lond. Høvuðsskrivstova felagsins er í Tórshavn. Eisini hevur Smyril Line skriv stovur í Danmark/Hanst holm, Noregi/ Bergen, Íslandi/Reykja vík og í Shetlandi/Lerwick. Agentar í Svø- ríki, Finnlandi, Týsk landi, Eysturríki, Sveits, Benelux, Frankaríki og Italia. Á ferðamannadeildini er møguligt at avgreiða allar ferðir, bæði við skipi og fl ogfari. Flogdeildin hevur við sínum IATA loyvi møguleika at avgreiða fl ogferðir kring allan heim. J. Broncks gøta 37 · Postsmoga 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo