leygardagur 6. mars 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Tá 28 ára gamla Sarah Munro
stóð við brævinum frá Tekniska
skúla í Klaksvík í hondini, var
tað ein dreymur, ið gekk út.
Nakrar mánaðir frammanundan
hevði hon hildið summarfrí í
Føroyum og longu á veg aftur til
Norðurírland visti hon, at hon
mátti koma aftur. Sarah er út-
búgvin lærari, og heimaftur-
komin fór hon alt fyri eitt at
skriva starvsumsóknir til ymsar
skúlar í Føroyum. Hon var hepp-
in. Tekniski skúli í Klaksvík
hevðu brúk fyri einum lærara í
enskum í 10 vikur og hjá Sarah,
var bara eftir at pakka kuffertið.
Frá fyrstu løtu eg steig í land í
Føroyum, kendi eg meg væl. Eg
havi ferðast nógv og havi vant
meg við, at fyrsta tíðin í einum
nýggjum landi altíð er ørkyml-
andi. Og eg helt, at soleiðis átti
tað bara at vera - inntil eg kom
til Føroyar. Føroyingar møta
øðrum fólkasløgum við einum
ótilgjørdum gestablíðum forvitni,
eg ikki havi upplivað aðrastaðni,
sigur Sarah.
Vit og hini
Sarah er uppvaksin í London-
derry - býurin, har bæði navnið
og áin Foyle boða frá einum
landi í tvíningum. Øðrumegin
ánna búgva teir tjóðskaparsinn-
aðu katolikkarnir, hinumegin
búgva sambandssinnaðu prote-
stantarnir. Og ongin fer yvirum
ánna, uttan í serligum ørindum.
Katólsk børn spæla ikki við
protestantisk børn, tey ganga ikki
í somu skúlum, tey vaksnu keypa
ikki í somu handlum, og tey
giftast heldur ikki við hvør við
øðrum. Tað eru "vit" og so
"hini", og kemur fløkja í, verður
luftin tjúkk av ókvæmisorðum og
gøturnar til stríðsvøllir, vit hoyra
um í útvarpinum.
Men Sarah er hvørki kato-
likkur ella protestantur. Hon er
Baháí’i, og fyri henni eru ongi
átrúnarlig mørk til. Tað ber ikki
til hjá einum baháí’a at taka
støðu til hetta stríðið, sigur hon,
tí vit trúgva, at bert ein grund-
leggjandi religión er til, og at
sami Gud hevur sent hvørji tíð
sín boðbera. Ongin av hesum
boðberum, tað veri seg Moham-
med, Buddah, Jesus ella baháí-
boðberin Bahá’u’lláh er sannari
enn nakar annar, tí teir eru sendir
at nøkta ymsan tørv.
Í Norðurírlandi skilja fólk als
ikki, at tað ber til at hugsa so-
leiðis. Antin er tú ein av okkum,
ella ein av hinum. Ert tú hvørki,
ja so ert tú vilst onkusvegna og
hoyrir í hvussu er ikki heima í
Norðurírlandi. Eg hoyri javnan
fólk siga, at stríðið í Norður-
írlandi "prógvar", at tankin um
ein sameindan heim uttan mørk
er ein hvørvisjón. Eg síggi tað
beint øvut. Um hetta stríðið
prógvar nakað sum helst, so er
tað nettupp, at mørk ikki bera
nakað gott við sær. Og at vaksa
upp mitt í tí hevur við sær, at tú
ongantíð missir hugsjónina um
sameining úr eygsjón. Hon
verður ikki bara tað einasta, men
eisini eitt heilt ítøkiligt boð uppá
eina varandi loysn.
Baháí og veruleikin.
Sammett við aðrar átrúnaðarligar
rørslur, er Baháí-samfelagið
rættiliga ósjónligt. Vit síggja ikki
baháí’ar standa og prædika í
sjónvarpinum, og tey ganga ikki
á dyrnar hjá fólki og bjóða fram
ymiskt lesitilfar um Baháí-
trúnna. Og onkur vil ivaleyst
halda, at tað man vera tí, at
hugsjónin um frið, brøðralag og
kærleika er í so veruleikafjar fyri
fólk flest.
At vit eru veruleikafjar er ein
misskiljing, tí okkara fremsta
mál er fáa Baháí-meginreglurnar
at virka í gerandisdegnum. Vit
hava ráðgevandi umboð í bæði
búskapar-, sosiala- og barna-
stovninum hjá ST umframt eina
røð av egnum menningarverk-
ætlanum av ymsum slagi. Vit
stremba eisini allatíðina eftir at
taka lut í verkætlanum saman við
fólki, ið hava ymsa bakgrund og
lívsáskoðan, fyri at bróta niður
fordómar. Til dømis er Baháí-
samfelagið við í eini sera um-
fatandi kvinnuverkætlan í India,
sum hevur til endamál at útbúgva
kvinnur og gera tær meir virknar
á politiska- og samfelagsliga
økinum sum heild.
Tað er rætt, at vit ikki síggjast
serliga væl, men tað kemst av, at
Sosialurin Nr. 46 - 6. mars 2004
3
2
Sosialurin Nr. 46 - 6. mars 2004
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801,
teldupostur: post@sosialurin.fo
tað stríðir ímóti Baháí-skriftini at
fara út ímillum fólk og royna at
umvenda tey til Baháítrúnna. Vit
vilja fegin greiða frá okkara
trúgv, um onkur spyr, men fyri
okkum er ein stórur baháí-lima-
skari ikki nakað endamál í sær
sjálvum, sigur Sarah.
Ein lívsháttur
Sarah greiðir frá, at baháí-
trúgvin í stóran mun ein lívs-
háttur, har skriftin livir lið um lið
við tað, gerandisdagurin hevur at
bjóða. Vit velja til dømis at lata
vera við at drekka rúsdrekka ella
nýta rúsevni, tí tey doyva hugin
og førleikarnar at gera eitt
dygdargott arbeiði. Vit slatra ikki
um ella baktala onnur, tí tað
máar álitið millum menniskju
burtur. Kvinnur og menn verða
mett á jøvnum føti, tí saman
standa vit sterkast. Og um trúgv
og vísund sigur baháí- skriftin til
dømis, at vísund uttan trúgv
verður eitt materialistiskt
mýrulendi, meðan trúgv uttan
vísund verður blind pátrúgv.
Men gerandisdagurin krevur
eisini, at vit øll taka støðu til
meir viðkvæmar spurningar so
sum fosturtøka, samkynd og
kynsligt samband uttanfyri
hjúnarlag. Hvat áleggur Baháí-
skriftin sínum limur at gera í
slíkum spurningum?
Vit taka ikki undir við kyns-
ligum frælsi, heldur ikki millum
samkynd. Men vit hava stóra
virðing fyri tí kynsliga undir
skipaðum viðurskiftum, tað vil
siga millum mann og kvinnu í
hjúnabandi. Fyri okkum er
hjúnarlagið heilagt og besti
karmur um børn og barnaupp-
aling. Baháí’ar skulu ikki kenna
tað sum sína skyldu at fáa børn,
men fosturtøku góðtaka vit bert í
heilt serligum førum.
Hinvegin er tað als ikki í tráð
við baháí-andan at fokusera uppá
"synd" ella koma við lyftum
peikifingrum og sum alt annað,
skal kynslívið eisini síggjast í
einum størri høpi. Vit hava øll
veikleikar og mugu stríðast fyri
at mennast sum menniskju. Hvør
einstaklingur má leita sjálvstøð-
ugt eftir sannleikanum og finna
fram til sína sannføring. Ongin
verður trýstur til at fylgja baháí-
meginreglunum, heldur ikki tey,
sum eru fødd inn í eina baháí-
familju. Míni foreldur eru
baháí’ar, men tá eg var 16 ára
gomul, skuldi eg sjálv velja, um
eg vildi livað mítt lív sum
baháí’i. Ongin hevði vent mær
bakið, um eg segði nei, sigur
hon.
Andalig mentan
Sarah ivast ikki í, at orsøkin til,
at hon trívist so væl í Føroyum,
er kenslan av alt samfelagið
byggir á eina andaliga mentan,
sum er ein nátúrligur partur av
gerandisdegnum.
Ein dagin hevði eg sett týdn-
ingin av bøn sum evni á einum
kjaktíma á skúlanum og hevði
fyrireikað meg uppá at byrja
kjakið við spurninginum, um
Gud var til. So eg kendi meg ikki
sørt býtta, tá næmingarnir
lættliga lupu tann spurningin um,
tí fyri teir er Gud ein sjálvfylgja
og bøn ein nátúrligur partur av
lívinum.
Beint eftir at eg var komin til
Føroyar, byrjaði valstríðið til
løgtingsvalið. Eg hevði nokk ikki
væntað bardagar í gøtunum, men
eg gjørdist veruliga ovfarin av at
síggja, hvussu friðaliga alt gekk
fyri seg. Tað villasta var, at
onkur politikari gjørdist nakað
harðmæltur á talarastólinum,
men so hendi heldur ikki meir.
Og tað var ótrúligt at uppliva,
hvussu fólk bara stillisliga
góðtóku úrslitið av valinum.
Serliga tí eg visti, at spurning-
urin um loysing ella samband er
eitt hjartamál fyri nógvar føroy-
ingar, eins og fyri norðurírar.
Munurin er bara, at vit eisini
gera tað til ein átrúnarligan
spurning og loyva víðgongdum
politikarum uppá talarastólin at
fordøma heilar samfelagsbólkar í
Guds navni.
Nýggjan samleika
Sarah heldur tað vera bláoygt at
vænta nakra lætta loysn á tí
norðurírska trupulleikanum.
Bæði átrúnarliga, søguliga og
politiskt er stríðið vorðið ein
týðandi liður í tí norðurírska
samleikanum, staðfestir hon. Eg
trúgvi ikki, at tað eldra ættarliðið
dugir at ímynda sær sítt land
uttan hetta stríðið. Tað ljóðar
ivaleyst beiskt at siga so, men
tekur tú stríðið frá teimum, tekur
tú eisini teirrra samleika frá
teimum. Sum er vita tey um ikki
annað, hvønn part tey hoyra til,
og tað gevur eitt slag av trygg-
leika, um enn hann tykist
avskeplaður.
Tað yngra ættarliðið er hin-
vegin væl á veg at átaka sær ein
nýggjan samleika, sum siviliser-
aðir borgarar í modernaða
heimsamfelagnum. Tey kenna
ikki seg sjálvi aftur í gomlu
myndini av blóðfátæka og tví-
býtta Norðurírlandi á sama hátt,
sum tey eldru. Nýggja kunn-
ingartøknin og samskiftismøgu-
leikarnir er jú eisini komin til
Norðurírland, og er vorðin
gerandisdagurin hjá tí yngra
ættarliðnum. Tey eru nógv meir
tilvitað um, at heimurin snýr seg
um annað og meir enn eitt
gamalt stríð í einum evarska
lítlum horni í Norðureuropa.
Eitt hjarta í senn
Á ein hátt kennir Sarah tað sum
eitt kall hjá baháí-rørsluni at vera
við til at fylla eitt tómrúm hjá
Norðurírska fólkinum, tá stríðið
er av. Runt alt Bretlandi spretta
samkomur, ið virka tvørtur um
átrúnaðarlig mørk, og baháí-
rørslan leggur eitt stórt arbeiði í
at samstarva við tær.
Eg havi góðar vónir um størri
tolsemi og frið í Norðurírlandi,
sigur hon. Tað eru so nógv tekin
nú um broytingar, at eg kann ikki
annað enn at trúgva, at vit eru á
rættari leið.
Tað gerst alt meir vanligt, at
katolikkar og protestantar giftast,
og tað hevur havt við sær, at talið
á bæði blandaðum íbúðarøkjum
og skúlum økist alsamt. Stórar
handilsmiðstøðir eru neyvan tað
mest hugtakandi, men í London-
derry hava tær verið við til at
bróta markið millum katólskar
og protestantiskar handlar niður.
Og spakuliga er býarmyndin
eisini broytt, við at vit nú eisini
eru farin at síggja fólk við
øðrum húðarliti í gøtunum.
Hetta er ein gongd, sum má
taka ta tíð, hon tekur. Baháíar
plaga at samanlíkna hana við ein
barnsburð, har pína má til,
áðrenn nýggja lívið sær dagsins
ljós. Vit eru ikki bangin, tí vit
eru sannførd um, at ein nýggj
norðurírsk tjóð er við at verða
fødd.
Eg gangi sostatt ikki og bíði
eftir, at nøkur kollvelting fer at
henda og vóni tað heldur ikki. Tú
kanst vinna kríggj við kollvelt-
ingum, men ikki hjørtu - hjørtu
vinnur tú bara eitt í senn, sigur
Sarah.
Leikpallin sum talarastól
Um nakrar vikur fer Sarah aftur
til Norðurírland, har hon er
sloppin inn á sjónleikaraskúla.
Útbúgvingin er ein liður í henn-
ara dreymi um at brúka leik-
pallin sum sín talarastól til at
boða øðrum frá baháí-boðskap-
inum. Men longu áðrenn hon fer,
fær hon møguleikan at royna
dreymin í veruleikanum.
Meðan Sarah hevur verið í
Føroyum, hevur hon skrivað ein
sjónleik, ið tekur støði í lívinum
hjá fyrsta baháí’anum í Føroy-
um, Eskil Ljungberg. Leikurin
verður sýndur 22. mars í Baháí-
Mistøðini í Gundadali, í sam-
bandi við 50 ára hátíðarhaldið
hjá Baháí-samfelagnum í
Føroyum.
Mín trúgv er ein lívsháttur
"Tað hvílur ein
serligur andaligur
friður yvir
fólkunum her, tí
tey hava Gud við
sær í gerandis-
degnum. Eg eri
meir von við, at
fólk hava Gud við
sær í kríggj", sigur
norðurírska Sarah
Munro, ið er
baháí’i
Fakta
Orðið baháí merkir "ein, ið fylgir Bahá’u’lláh". Bahá’u’lláh er
navnið á boðberanum, sum baháí’ar trúgva, er Guds sendiboð
til okkara tíð.
Baháí’ar trúgva uppá Gud og hava egnar heilagar skriftir.
Baháí er heimsins yngsta religión - 155 ára gomul.
6,4 milliónir limir um allan heimin.
179 national og 30.000 lokal demokratiskt vald ráð.
Baháí-miðstøðir eru í Tórshavn og á Toftum umframt
lesiringar í Runavík og í Klaksvík
Í Føroyum eru umleið 25 baháí-limir.
Sarah er uppvaksin í London-
derry - býurin, har bæði navnið
og áin Foyle boða frá einum
landi í tvíningum. Øðrumegin
ánna búgva teir tjóðskaparsinn-
aðu katolikkarnir, hinumegin
búgva sambandssinnaðu prote-
stantarnir
Um nakrar vikur fer Sarah aftur til Norðurírland, har hon er sloppin inn á
sjónleikaraskúla
C
M
Y
K
25
24