leygardagur 6. mars 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 46 - 6. mars 2004
5
4
Sosialurin Nr. 46 - 6. mars 2004
Rúnar Reistrup
runar@reistrup.com
– Eg vil gjarna nýta høvið at
takka fyri innbjóðingina at koma
her í dag. Tað var pent gjørt av
tykkum, serliga tá man hugsar
um, hvat eg nú ætli mær at siga
um tykkum, segði fyrrverandi
spinndoktarin hjá bretska for-
sætisráðharranum í skemtingar-
samum álvara í tí, hann kom inn
í rúmið.
Við at fara inn í fundarsalin
hjá Berlingske traðkaði hann inn
á fíggindans øki, og tað var tann
46 ára gamli útbúni journalistur-
in Alastair Campbell helst full-
greiður yvir. Men tað tyktist ikki
at nerva hann yvirhøvur. Hansara
arbeiði hevur hesi seinastu
níggju árini verið at staðið í
fremstu røð á hermótinum
millum Tony Blair og Labour
flokkin øðrumegin og megin-
partin av bretsku fjølmiðlunum
hinumegin. Eitt arbeiði, sum
hann var óvanliga dugnaligur til,
men sum eisini gjørdi hann til
fremsta fígginda hjá bretsku
fjølmiðlunum, og fekk honum
kelinavnið "Prince of Darkness"
í fjølmiðlaheiminum.
Heilin aftanfyri New
Labour
At sambandið millum bretsku
stjórnina og bretsku fjølmiðlar-
nar yvirhøvur skuldi kunna
samanberast við eitt hermót var
neyvan ætlanin, tá nývaldi
formaðurin í Labour flokkinum,
Tony Blair, fyri níggju árum
síðan fór undir at broyta flokkin
til New Labour. Alastair Camp-
bell skuldi sum næsti fjølmiðla-
ráðgevi floksformansins vera við
til at modernisera flokkin og
harvið fáa hann aftur til valdið.
Ein umráðandi liður í hesum var
ein professionalisering av sam-
skiftinum við fjølmiðlarnar.
Hesum partinum tók Alastair
Campbell sær av. Hann gjørdist
tættasti samstarvsfelagi Tony
Blairs og fekk so mikið vald í
Downingstreet 10, at hann ofta
gekk undir heitinum "varafor-
sætisráðharrin". Campbell verður
mettur at vera ein av høvuðsheil-
unum aftan fyri nútímansgerðina
av Labour flokkinum.
Ein partur av stjórnini
Tað er einamest hetta, at ein
politiskt settur embætismaður, ið
Alastair Campbell gjørdist, tá
Labour flutti inn í Downingstreet
í 1997, fær so stórt vald at hann í
veruleikanum gerst ein týðandi
partur av stjórnini, sum í Bret-
landi hevur sett stór spurnartekin
við, um politikkurin hjá Tony
Blair og Labour veruliga er
politikkur ella bara ein flagsandi
jagstran eftir fólkaviljanum,
stýrd av einum fjølmiðlaráðgeva.
Sjálvur sigur Alastair Camp-
bell at hansara arbeiði tey níggju
árini í Labour einans var at
hjálpa flokkinum at fáa sín boð-
skap út til fólkið í einum larm-
andi fjølmiðlaheimi.
Sannleikin liggur onkrastaðni
mitt ímillum. At Alastair Camp-
bell bæði var og kendi seg sum
ein part av stjórnini var lætt at
hoyra á honum á fyrilestrinum í
Keypmannahavn. Fleiri ferðir
segði hann setningar sum "tá eg
var í stjórnini" ella "áðrenn vit
komu til valdið" og taldi soleiðis
natúrliga seg sjálvan við í leiðslu
Bretlands. Hinvegin er tað nokk
at undirmeta politisku skipanina
at halda, at ein fjølmiðlaráðgevi
kann fáa ein fólkavaldan for-
sætisráðharra og eina heila stjórn
at dansa eftir sínari pípu.
Men at Alastair Campbell
gjørdi annað og meira enn bara
at hjálpa flokkinum at fáa sín
boðskap út eru fleiri dømir um.
Eitt nú tá blaðið The Observer
setti seg í samband við hann fyri
at fáa eina viðmerking til at
Labour hevði fingið fíggjarligan
stuðul frá einum forlagi, ið mill-
um annað útgevur pornografisk
bløð. Tá gjørdi Campbell ikki
mætari enn at ringja til fleiri
onnur bløð og siga teimum søg-
una, soleiðis at The Observer
bleiv snýtt fyri sína solosøgu.
Ein annar spinndoktari hjá
Labour, Jo Moore, sum var
ráðgevi hjá ferðslumálaráðharr-
anum, kom undir ógvusligar
ábreiðslur eftir at tað kom fram,
at hon 11. september 2001 beint
eftir yvirgangsatsóknirnar, sendi
eitt teldubræv út til starvsfólk í
ferðslumálaráðnum við boðum
um at hetta var ein góður dagur
at jarða keðilig tíðindi. Hetta
kostaði henni starvið, men ikki
fyrr enn tað kom alment fram og
trýst varð lagt á Labour flokkin.
Noyddist frá
Alastair Campbell valdi herfyri
at fara úr starvi sínum sum
fjølmiðlaráðgevi Blairs, tá hann
gjørdist mest umtalaði maðurin í
Bretlandi í sambandi við so-
nevnda Kelly málið. Vápnaser-
frøðingurin David Kelly tók lívið
av sær, eftir at tað kom fram, at
hann var keldan til ein BBC
sending sum vísti hvussu avgerð-
in hjá bretsku stjórnini at leypa á
Irak var bygd á "pyntaðar"
fregnartænastuupplýsingar.
(Seinni hevur ein frágreiðing frá
Hutton lordi fríkent bretsku
stjórnina og Alastair Campbell
fyri at hava logið um fregnar-
tænastuupplýsingarnar, ið vóru
grundarlagið undir bretsku
luttøkuni í Irak-krígnum. blaðm.)
Fjølmiðlaráðgevin sjálvur
gjørdist eftirhondini ein góð søga
í fjølmiðlunum. Alt sum hann
ella bretski forsætisráðharrin
søgdu varð beinanvegin uppfatað
sum ein roynd at stýra tíðinda-
flutninginum, og søgurnar í
fjølmiðlunum snúðu seg ofta
meira um spinnið enn um poli-
tikkin. Harvið gjørdist Campbell
eitt haft um beinið á sær sjálvum
og bretsku stjórnini og hevði ikki
annað val enn at taka seg aftur.
Hesa støðu tykist hann vera ikki
so lítið beiskur um í dag.
– Tá tú situr í andstøðu eru
fjølmiðlarnir alt tú hevur. Men
gamli Labour flokkurin dugdi als
ikki at brúka hendan einasta
møguleikan. Tá journalistar
ringdu til floksskrivstovuna og
bóðu um ein Labour politikara til
at viðmerkja eitt mál, kundi tað
væl henda, at floksskrivarin
spurdi journalistin, politikarin
skuldi vera fyri ella ímóti hesum
máli, greiddi Campbell frá.
– So tá vit byrjaðu at servera
politikk í smáum greiðum bitum,
elskaðu fjølmiðlarnir okkum fyri
tað. Men tá vit blivu ov góðir til
at seta dagsskránna, vendu fjøl-
miðlarnir seg ímóti okkum og
løgdu okkum undir at vilja stýra
teimum. Nú eru bretskir fjøl-
miðlar blivnir so upptiknir av
hvussu politikarar, eftir teirra
egna tykki, royna at stýra
teimum, at alt, sum kemur frá
politiskari síðu, verður víst aftur
sum spinn.
Føroyar aftanfyri - tíbetur
Politiskt samskifti í Føroyum
tykist enn at vera í fyrstu fasuni.
Flokkar, sum duga at gera sín
boðskap einfaldan og siga hann í
leskiligum stuttum bitum, fáa
meira pláss í fjølmiðlunum enn
flokkar, sum bert tosa politiska
málið. Hóast ein og hvørt
journalistur veit, at onnur fólk
enn bara politikarar hava lykla-
støður í fleiri av føroysku flokk-
unum, eru hesi fólk at kalla
ongantíð í ljósmála, og tað skal
yvirhøvur nógv til, áðrenn før-
oyskir fjølmiðlar gera eina søgu
burturúr hvussu politiskir flokkar
arbeiða við at stýra tíðindaflutn-
inginum. Ein niðurskrivað innan-
hýsis fjølmiðlastrategi, sum
fellur í hendurnar á einum
journalisti hevur higartil vera
minstakrav fyri, nær fjølmiðlar
taka hendan partin av politiska
leikpallinum upp til umrøðu.
Men tað er ikki givið at nakað
negativt liggur í at vera eftirbátur
á hesum øki. Onkuntíð kann tað
vera gott ikki at fylgja menn-
ingini í londunum kring okkum,
og í hesum førinum kann tað
eins væl telja sum eitt pluss fyri
føroyskar politikarar og fjøl-
miðlar at teir eru eitt sindur
aftanfyri gongdina aðrastaðni.
Tá løgmaður nú boðar frá, at
hann ætlar sær at seta fjølmiðla-
serfrøðingar í starv í Landsstýr-
inum, er tað í sær sjálvum ikki
nakað vánaligt hugskot. Men
løgmaður eigur at vera greiður
yvir, at eitt slíkt tiltak eisini kann
fáa óætlaðar og óhepnar avleið-
ingar fyri sambandi millum poli-
tikkin og fjølmiðlar.
– Síðan eg fór frá fjølmiðlun-
um yvir í politikk fyri níggju
árum síðan, hava bæði broytt
seg. Felags fyri tey er, at virð-
ingin fyri báðum er minkað, í
hvussu er í Bretlandi. Mongdin
av fjølmiðlum er vaksin ógvus-
liga og tíðindaflutningurin
svevur ongantíð. Hinvegin er
mongdin av veruligum tíðindum
ikki vaksin. Tað hevur ført til ein
heilt øðrvísi journalistikk, har alt
verður vundið upp til dagsins
sensatión. Í politiska journali-
stikkinum hevur tað merkt, at
politisku ætlanirnar eru farnar í
bakgrundina, ímeðan alt annað
rundan um politikkin er blivið
tað mest umráðandi í fjølmiðla-
eygum. Um bretski forsætis-
ráðharrin heldur eina røðu fyri
bretska fólkinum, skal hann vera
heppin, um ein hálvur minuttur
av røðuni verður endurgivin í
sjónvarpinum. Men teir næstu
fýra minuttirnar situr ein serfrøð-
ingur av onkrum slag og fortelur,
hvat hann heldur at forsætisráð-
harrin í veruleikanum meinti í
sínari røðu. Og í skrivaðu fjøl-
miðlunum hevur tú ikki longur
fyri neyðini at leita eftir leiðar-
anum fyri at lesa meiningina hjá
blaðnum. Tíðindi og viðmerk-
ingar flóta eftir hondini so nógv
saman í eitt, at tað átti ikki at
komi óvart á nakran tá kanning
eftir kanning vísir, at tiltrúgvin
til allar bretskar fjølmiðlar er
støðugt minkandi, segði Alastair
Campbell í fyrilestri sínum.
– Fyri mær er eingin ivi um
orsøkina til hesa gongd. Fjøl-
miðlarnir eru sjúkliga upptiknir
av sær sjálvum, var niðurstøðan
hjá fyrrverandi spinndoktaran-
um, sum nú aftur arbeiðir í
fjølmiðlaheiminum - sum
ítróttarviðmerkjari fyri blaðið
The Times.
Sjálvupptiknir føroyskir
fjølmiðlar
Eru føroysku fjølmiðlarnir sjúk-
liga upptiknir av sær sjálvum?
Neyvan sjúkliga, men okkurt í
farna valstríði kundi bent á at
nakrir teirra kanska eru rættiliga
sjálvupptiknir. Í báðum teimum
føroysku loftmiðlunum var meira
at hoyra til journalistarnar enn
vanligt og minni at hoyra til
politikararnar enn vanligt.
Serliga í sendingini "Fokus á
valdømini", sum í mannamunni
beinanvegin fekk heitini "Fokus
á vertin" og "Skjót valevnið"
vóru greiðar ábendingar um, at
eisini føroysku fjølmiðlarnir
hava tað við at yvirmeta og yvir-
spæla sín egna leiklut. Poli-
tikkurin var ikki høvuðsevni í
sendingini. Tað var undirhald-
andi maktspælið millum vertin
og valevnini, har tann fyrri alla
tíðina royndi at stýra framløguni
hjá tí seinna. Er nakar í iva um
hetta í veruleikanum var so, er
bara at lesa hvussu verturin
sjálvur uppfataði sína støðu í
samrøðu við Dimmalætting í
januar í ár.
– Av tí, at tað er so lítil munur
á boðskapunum hjá teimum
ávísu flokkum og valevnunum,
havi eg fingið ein størri leiklut, tí
eg verið noyddur at royna at
skapa tann mun, ið burdi verið á
flokkunum. (Uni L. Hansen,
"Fjølmiðlafólk eru ikki longdi
armurin hjá lýsngarfyritøkun-
um")
Ikki nakað nýtt
Hugtakið spinn er í sær sjálvum
ikki nakað nýtt. Politikarar hava
til allar tíðir havt ráðgevarar, og
hesir hava sjálvsagt eisini ráð-
givið um hvussu man fær sína
rødd fram í fjølmiðlunum. Men
so hvørt sum fjølmiðlarnir eru
broyttir og hava átikið sær ein
meira maktfullan leiklut er
vinningurin hjá politisku flokk-
unum við at professionalisera
politiska samskiftið vaksin. Í
Føroyum er enn stórur munur á,
hvussu langt flokkarnir eru
komnir við at brúka nútímans
hættir til fjølmiðlahandfaring, og
aftursvarið hjá fjølmiðlunum til
politisku royndirnar at handfara
teir meira professionelt er ikki
komið enn. Í Bretlandi er
gongdin komin so langt at hon
hevur bitið seg sjálvan í halan
við tí úrsliti, at tiltrúgvin til bæði
politikk og fjølmiðlar er minkað
til eitt støði, har eingin trýr
nøkrum longur.
Í Føroyum vísti ein kanning so
nýliga sum í desember í fjør, at
tað ikki stóð so væl til við
álitinum millum vanliga føroy-
ingin á fjølmiðlarnar, og við tí
politiska runukasti sum hevur
verið at sæð í fjølmiðlunum
seinastu nógvu árini skuldi tað
verið løgið um álitið á politikarar
er vaksið í hesum tíðarskeiði.
Tíðin vil vísa um Føroyar fara
sama veg sum Bretland hevur
verið á og sum Danmark kvik-
liga er á veg inn á, ella um
neyðugu stigini verða tikin av
bæði politikarum og fjølmiðlum
til at venda einari gongd, sum í
síðsta enda skaðar báðar partar
og harvið demokratiið.
Fjølmiðlatemjarin
Í summum eygum er hann hin versti sjálvur í
mannahami. Fyri onnur ein fyrimynd, sum hevur
verið brúkt dúgliga seinnu árini. Nýliga fráfarni
spinndoktarin hjá Tony Blair, Alastair Campbell, er
bæði orsøk til og úrslit av einari gongd í bretskum
politikki, sum fá eru glað fyri, men sum í størri og
størri mun er at síggja í øðrum europeiskum londum
- eisini í Føroyum. Herfyri var "The king og spin",
sum hann vanliga verður nevndur, í Danmark, har
hann millum annað helt fyrilestur fyri politiskum
journalistum, fjølmiðlaráðgevum og embætis-
monnum í Berlingske blaðhúsinum í Pilestræde.
Sosialurin var millum áhoyrararnar
Hvat eru spinn og spinndokatarar
Spinn er eitt heiti fyri taktiskum politiskum samskifti, har
roynt verður at seta dám á dagskránna í almenna kjakinum.
Spinndoktarar er eitt heiti fyri politiskar fjølmiðlaráðgevar,
sum hava ein meira aktivan leiklut enn bert at ráðgeva
politikarum. Millum vanliga nýttu hættirnar hjá
spinndoktarum eru:
• Uppbýting av journalistum í bólkar av loyalum og ikki
loyalum, har teir fyrru fáa positiva serviðgerð og teir
seinnu negativa
• Negativar kampanjur og karaktermorð, har roynt verður at
undirgrava trúðvirði hjá politiskum mótstøðufólki
• Klagur um arbeiðsháttin hjá fjølmiðlunum í sambandi við
kritiskar søgur
• Pseudo-hendingar - hendingar av ymsum slag, sum fyrst
og fremst hava til endamáls at fáa positiva umtalu í
fjølmiðlunum
"The king of spin" ella "The prince of darkness". Fráfarni spinndoktarin hjá Tony Blair hevur nógv meira og minni tespilig kelinøvn. Hann er fremsti fíggindi hjá bretsku fjølmiðlunum og størsta fyrimynd hjá øðrum
politiskum fjølmiðlaráðgevum
»Tá løgmaður nú boðar
frá, at hann ætlar sær at
seta fjølmiðlaserfrøðingar í
starv í Landsstýrinum, er
tað í sær sjálvum ikki
nakað vánaligt hugskot.
Men løgmaður eigur at
vera greiður yvir, at eitt
slíkt tiltak eisini kann fáa
óætlaðar og óhepnar
avleiðingar fyri sambandi
millum politikkin og
fjølmiðlar.«
»Okkurt í farna valstríði
kundi bent á, at nakrir
føroyskir fjølmiðlar eru
rættiliga sjálvupptiknir. Í
báðum teimum føroysku
loftmiðlunum var meira at
hoyra til journalistarnar
enn vanligt og minni at
hoyra til politikararnar enn
vanligt«
»Í Føroyum er enn stórur
munur á, hvussu langt
flokkarnir eru komnir við
at brúka nútímans hættir til
fjølmiðlahandfaring, og
aftursvarið hjá
fjølmiðlunum til politisku
royndirnar at handfara teir
meira professionelt er ikki
komið enn.«
C
M
Y
K
27
26