leygardagur 6. mars 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 46 - 6. mars 2004
7
6
Sosialurin Nr. 46 - 6. mars 2004
REPORTAGA
Orð: Edvard Joensen
Myndir: Álvur Haraldsen
Við Atlantic Airways
2. partur
Tú skalt hava sera góða heilsu,
ætlar tú at gerast flogterna. Har
skal einki »skavank« vera.
Hvørki kroppsligt ella sálarligt,
sigur Bergtóra Nielsen, flogterna
hjá Atlantic Airways.
Tað er eingin beinleiðis út-
búgving sum so, sum gevur tær
rætt til at kalla teg flogterna,
sigur Bergtóra Nielsen. Men
strong krøv verða sett tær. Bæði
frá Statens Luftfartsvæsen og frá
Atlantic Airways, greiðir hon frá.
Statens Luftfartsvæsen krevur
av teimum, sum skulu arbeiða
sum flogternur m/k, at tey eru í
minsta lagi 19 ára gomul og hava
eina sera stranga heilsuváttan.
Og tað skal vera bæði fysiskt og
psykiskt. Har skal eingin slingur
vera í valsinum, greiðir Bergtóra
frá.
Góða heilsu
– Tað ber ikki til, at vit hava eina
flogternu, sum gerst bangin ella
bara so mikið sum letur síggjast
á sær, at henni ikki dámar, at
flogfarið eitt nú fer at rulla í luft-
ini. Tað breiðir seg beinanveg til
ferðafólkini, sum síggja, at
manningin er ótrygg.
Heilsuváttanin skal eisini
vátta, at viðkomandi ikki er
litblindur ella hevur ringa sjón
annars. Og eisini oyrnin skal
vera í besta standi. Tú skalt vera
væl fyri kropsliga. Tað vil siga
vera fullførur, og hava góða
konditión eisini.
– Og so ber heldur ikki til at
fylla alt ov nógv, um arbeiðast
skal umborð á einum flogfari. Tí
her er trongt allastaðni, og ein
persónur, sum er breiður so ella
so, kann skjótt vera í vegin her
umborð, sigur Bergtóra, flog-
terna.
Kravt verður av tær, at tú
klárar at svimja 200 metrar,
hevur trygdarskeið og víðkað
skeið í fyrstuhjálp. So tað er ikki
bara sum at siga tað at sleppa at
flúgva við einum ferðafólka-
flogfari.
Atlantic Airways krevur um-
framt hesi krøvini, at tey, sum
flúgva sum manning við flogfør-
unum hjá felagnum, eru í minsta
lagi 21 ára gomlu. Hava ávísar
starvsroyndir at vísa til, og fram
um alt eru »tænastguminded«,
sum Bergtóra tekur til.
– Og fyri ikki at tala um, so
skalt tú hava púra blanka revsi-
váttan, um tú skalt hava nakran
kjans her, leggur hon dent á.
Tú kanst koma út fyri einum
sindri av hvørjum, og av og á
krevst eisini av tær, at tú ert
sálarhirði á eini flogferð. Serliga
sjúkraflutningi, sum ofta er við
leigaðum flogfari og meira enn
so um náttina ella uttanfyri
vanliga flúgvitíð.
Á slíkum ferðum er tað sum
oftast ein av teimum meira
royndu flogternunum, sum fer
við flogfarinum, sigur Bergtóra
Nielsen, flogterna.
Atlantic Airways skipar saman
við sløkkiliðnum á flogvøllinum
fyri trygdarskeiði fyri flogmann-
ingunum. Fyri Atlantic eru tað
Hans Meinhard á Høgabóli, flog-
skipari, og Bergtóra Nielsen,
flogterna, ið standa fyri skeið-
unum, sum hildin verða.
Strangt eftirlit
Tað er í lagi við strongum
eftirliti við flogferðsluni, halda
flogternurnar umborð á flogfar-
inum hjá Atlantic Airways.
– Men tað kann eisini gerast
ov nógv av tí góða, heldur Berg-
tóra Nielsen. Sum er, er tað so
strangt, at heldur ikki vit, sum
ganga her hvønn einasta dag,
sleppa umborð á flogfarið, uttan
vit skulu ígjøgnum trygdar-
eftirlitið.
– Okay, tað eru nú reglurnar,
sigur hon og yppir øksl. Men eg
haldi kortini, at vit eru so mikið
kend her øll, sum arbeiða á
flogvøllinum, at tað mátti kunna
gingið.
Ikki tí, at eg á nakran hátt
argist um, at trygdin er í hásæti.
Tvørtur ímóti, tekur hon aftur í
aftur.
Tað hoyrist eitt ljóð undir loft-
inum, og skeltini við trygdarbelt-
inum á tendra. Flogskiparin sigur
í hátalarunum frá, at nú flúgva
vit inn móti Keypmannahavn, og
feðrafólkini verða biðin um at
seta seg upp á pláss og vera
íbundin trygdarbeltini, til skeltið
er slóknað aftur.
Flogternurnar fara aftur runt
flogfarið at kanna eftir, at alt er í
lagi. Savna tey seinastu gløsini
saman og beina fyri teimum.
Rætta okkurt stólasetur upp, og
Tað krevst góð heilsa til at flúgva
Tann, sum ætlar sær
at arbeiða sum
flogterna, skal hava
rættiliga góða heilsu.
Krøvini til teirra,
sum vilja vera
flogternur, eru
strong. Bæði altjóða
krøv og tey frá
føroyska
flogfelagnum
so eru vit so nær, at tær seta seg
hvør í sítt setur. Fyri fyrstu ferð,
síðan farið varð úr Vágum.
Rudda og gera klárt
Lent er, og øll ferðafólkini skund
sær úr flogfarinum. Nú skal tað
ruddast og gerast klárt aftur til
heimferðina.
Her liggur ymiskt eftir, nú
fólk eru farin. Okkurt pappír,
plastikk ella ein tómur bomm-
pakki stungin niður í lumman á
stólarygginum.
– Hesir lummarnir skulu
ruddast, sigur Bergtóra. Her
skulu trygdarreglur og ávísingar
liggja í, og tey skuu liggjaí rætt-
ari raðfylgju eisini, sigur hon.
Umframt er so eisini blaðið hjá
Atlantic Airways til ferðafókini
at lesa í.
Tað er ein tími ella so, so er
flogfarið fult aftur og klárt at
fara undir túrin til Føroya. Eyð-
gerð fer aftur at greiða frá
trygdarreglunum, og vit rulla út
á vøllin, klár at fara í luftina.
Men nú var verkfall í Kastrup,
og eingin vanligur proviantur
kom umborð. Bert nakrar
klemmur við osti og skinku, sum
ferðafólkini so fáa.
Men einki øvugt orð um tað.
Flogternurnar kunnu so einki
gera við tað, og fólk gleða seg til
at koma heim, so her gongur upp
á stás.
Og tær ganga. Sama túrin
umaftur, tó at hann nú er úr
Kastrup í Vágar. Uttan at »bukka
beinini«.
Flogfarið skal ruddast og gerast klárt aftur ta stuttu løtuna, tað stendur í Keypmannahavn
Annika Jespersen og Bergtóra Nielsen hava drúgvar royndir sum flogternur. Tær hava báðar flogið hjá Maersk Air, áðrenn tær komu til Atlantic
Airways
Eyðgerð vísir, hvussu trygdarútgerðin skal brúkast, um tað gerst neyðugt
C
M
Y
K
29
28