Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Nr. 46 - 6. mars 2004 FRIÐARUPPSKOT Orð og myndir: Edvard Joensen Jerusalem Ferðafrásøgn 7. partur – Eg bjóði heimsins leiðarum til døgurða hjá mær. Tað er tað einasta, ið skal til, fyri at fáa teir at tosa saman. Ein samrøða yvir eitt døgurðaborð er besti háttur at fáa fólk at sættast, heldur arabin Haman, sum er á veg til býarmúrin í Jerusalem at selja breyð. Vit ganga oman eftir Oljufjall- inum fram við Kedrondalinum. Har kemur ein maður oman eftir vegnum við stórum fati á høvdinum. Tað eru breyð, hann ber. Líkist bakaranum hjá Farao, hvørs dreym Jósef á sinni týddi. Har mangla bara fuglarnir, sum komu og ótu breyðini. Teir koma ikki eftir hesum manninum, so hann man helst fara at vera hepnari í sínum fyritaksemi, enn hin neyðars starvsfelagin í Egyptalandi á sinni. Hann heldur leiðina niðan móti Jerusalem, og vit missa hann úr eygsjón, hóast vit fara sama veg niðan móti býarmúr- inum. Kedrondalurin Við steðga á og standa og hyggja oman og niðan Kedrondalin. Her, sum løkurin Kedron hevur runn- ið í síni tíð. Her er turt í dag, hóast væl av nálatrøum vaksa bæði oman og niðan dalin. Annars er í meira lagi av óruddi at síggja. Onkur rustað olju- tunna. Onkur Coca Cola dunkur og so eitt sindur av plastikki her og har. Her hevur fólk búleikast og ikki tikið upp eftir sær tað, tey hava brúkt. Men her eru kirkjugarðar niðan brekkurnar báðumegin við. Eystanfyri niðan eftir Oljufjallin- um eru teir jødiskir, og hinu- megin uppi undir býarmúrinum eru teir arabiskir. Arabarar hava lagt ein kirkju- garð beint uttanvert Gylta Liðið, sum er múrað aftur. Har skal tann jødiski Messias koma inn í Jerusalem ígjøgnum. Men tí vilja so arabar verja fyri við at laða upp í liðið og leggja ein muslimskan kirkjugarð beint fyri inngongdini. Ein reinur jødiskur prestur fer ikki at ganga um ein muslimskan kirkjugarð, halda teir. Her hevur Jesus farið um dalin á ferð síni inn í Jerusalem og út aftur á Oljufjallið, har hann ivaleyst hevur verið meira enn ta einu ferðina, hann varð tikin. Hann er helst komin úr Betániu hinumegin Oljufjallið. Í ein sunnan og so inn aftur á kanska júst hesa somu rásina, vit í dag ganga eftir? Er steðgaður her einastaðni og hevur talað til fólk, ið her hava verið savnað í samband við páskavitjan í Jerusalem. Kálkaðar gravir Jesus hevur sæð hesar gomlu gravirnar, sum her liggja eystan- vert Kedron Og ivaleyst hevur hann staðið her, ella kanska uppi á borgarmúrinum yvir okkum, tá hann hevur felt sín lemjandi dóm við sínum dundrandi uppsangi yvir fariseararnar, sum Matteus sigur frá í sínum 23. kapitli. Her eru gravirnar bygdar oman á jørð av gróti, ella høgdar inn í klettin. Onkur einstøk, sum vit hava sæð her longri uppi í dalin- um, høgd í blokki úr sjálvum klettinum og so holað innan aftur, sum vit fyrr plagdu at gera kavahúsini heima í túninum, tá kavi plagdi at vera um veturin. Fyri jødunum var hetta óreint, sum innan í hesum gravum var. Hesi deydningabeinini og øll hendan óreinskan, sum Jesus so harðliga samanber fariseararnar við í síni dundurtalu. Fyri at fáa tað at síggja eit sindur frægari út, vórðu so gravirnar pyntaðar og hildnar viðlíka uttan. Kálkaðar so tær vóru reinar og vakrar. Ivaleyst hava tey verið ein túr á kirkjugarðinum her beint undan páskum, tá rættilig innrás var væntandi til Jerusalem, og hamp- að um leiðini hjá teimum, sum undan vóru farin. Men vit skulu niðan aftur til Jerusalem, so vit taka okkum eftir vegnum niðan móti borgar- múrinum, sum sjónliga er býttur í tveir aldurbólkar. Tann gamli múrurin í neðra við teimum stóru klettunum, Og so tann nýggjari, sum bygdur er oman á fornaldarleivdirnar og hóast hann er nógv nýggjari, er gjørdur av nógv lættari tilfari. Haman Komnir niðan til múrin hitta vit mannin breyðbakkanum aftur. Hann stendur uttan fyri tað so- nevnda Mykju- ella Dunga- portrið við sínum breyðum og selur fólki, sum koma framvið. Hann stendur har undir einum træi fyri at fáa sum mest av tí skugga, sum fæst. Nakrir ferða- fólkabussar standa niðan brekk- una uttan fyri múrin. Ferðafólk- ini eru mest europeiskir jødar, skilst á tosinum og sæst á høvuðbúnanum, tey bera. Hiðani er stutt til Grátimúrin, so ivaleyst man tað vera haðani, tey koma. Breyðini, maðurin selur, minna nakað um eitt franskt flute. Eru tó snarað og samanbakað, so tað er sum ein ringur. Hann letur ein lítlan plastikposa við eitt sindur av onkrum kryddaríi aftur við breyðinum, tú keypir. – Hetta er at hava upp á endan, tá tú brýtur breyðið, greiðir hann frá. Smakkar óføra væl, vil hann vera við. Og hann hevur rætt. Siti eina løtu og eti av hesum breyðinum, meðan eg eygleiði fólk, sum koma og fara. Ein yngri maður stendur við eina »mobila« kiosk og selur ymiskar minnislutir. Húgvur og plattar við áskrift á. Og so onkrar toykamelar við klapphattum, sum eru fullkomuliga »mal- plaseraðir«. Jerusalem 2000 stendur á hesum ólukku hattum, sum kamelarnir hava. Hetta sær beinleiðis láturliga fjákut út. Men onkur keypir. Umframt eina rúgvu av Coca Cola dunkum, sum koma væl við í hitanum. Friður á jørð Friðalig er heilsan, vit bera hvørjum øðrum á jólum við orðum einglanna á Betlehems fløtum. Men ikki allastaðni, og als ikki í hesum sama umhvørvinum, er so friðaligt kortini. Onkuntíð hevur her verið rættiliga rokaligt. Arabin Haman, sum selur breyð við Dungaportrið í Jerusalem, heldur seg kunna siga heimins leiðarum nakrar sannleikar Fariseararnir vórðu lagdir undir at vera sum gravir, ið vóru kálkaðar uttan men innan fullar av deydningabeinum og allari óreinsku Breyðseljarin hevur hug at práta. Hann er 54 ára gamal, greiðir hann frá. Hevur verið arbeiðsleysur í fýra ár. Tað kemst av ófriðinum, sum verið hevur. Fyrr arbeiddi hann í Ísrael, men tað sleppur hann ikki meira. So nú roynir han sum frægast at selja breyð og slíkt, hann kann finna uppá. Hann tosar væl enskt og sigur, at hann hevur ferðast ymsastaðni í Europa og sæð, hvussu europear hava tað. Hevur verið bæði í Fraklandi, Spania og Týsklandi, sigur hann. – Eg skal siga tær eitt, sigur hann. Vit fáa ikki frið í heimin- um, so leingi hesir leiðararnir sita í Miðeystri. Hvørki Sharon í Ísrael ella Arafat í Palestina. Og Bush kann als ikki brúkast. Teir eru alt ov strívrendir og vilja ikki vita av nøkrum uttan sær sjálvum. Og tað gongur ikki. – Teir mugu fáast at tosa saman. Og veitst tú, hvussu tú fært fólk at tosa við hvønn annan? Við at bjóða teimum at eta saman. Tú bjóðar honum, tú veruliga vilt vera saman við, til døgurða hjá tær. Tað er nakað sum hjálpir. Eg bjóði øllum hesum leiðarunum heim til mín. So skal eg siga teimum, hvat vanliga fólkið heldur um teir og teirra politikk. Tað er eingin sum torir at siga tað, tí tey óttast avleiðingarnar. Frá øllum síðum. Maðurin er beiskur. Han hevur mist tilverugrundarlagið. Hann forsyrgdi familjuni við at arbeiða í Ísrael, meðan Rabin ráddi. Tað sleppur hann ikki longur. Og hann er púra greiður í síni niðurstøðu. – Eg vil nógv heldur hava at eta úr Ísrael enn doyggja í hungri í Palestina. Ein sera einføld upskrift, hann hevur upp á heimsfriðin. Men hvør veit? Kanska hevur hann rætt? Kanska kundi ein einfaldur døgurabiti fingið onkran at hugsað seg um einaferð afturat? Jesus plagdi at brúka hasa uppskriftina. Fór inn til teirra at eta, sum ikki annars vórðu hildin at vera nakað í samfelagnum. Sosialurin Nr. 46 - 6. mars 2004 9 Eins og bakarin hjá Farao fer Haman við sínum breyðum á høvdinum at selja við býraportrið í Jerusalem. Hann heldur, at heimsins leiðarar skulu koma heim til sína at eta ein døgurða og tosa um heimsstøðuna. Tað hevði loyst fleiri trupulleikar, heldur hann Skilliga sæst munur á gamla og nýggja partinum av múrinum. Teir yngru byggiharrarnir hava nýtt lættari tilfar Myndin er tikin undir býarmúrinum í Jerusalem og eystur yvir kirkjugarðarnar á Oljufjallinum. Kanska hevur Jesus staðið her og hugt niður yvir gravirnar í Kedrondalinum, tá hann hevur latið sítt illsinnisríð skolað yvir fariseararnar? C M Y K 31 30