leygardagur 6. mars 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2004
33
10
Sosialurin Nr. 46 - 6. mars 2004
Al-Quaeda gjørdi aftur vart
við seg í vikuni sum fór.
Hesaferð lótu nærum 300
shiamuslimar lív, meðan teir
hildu halgidag fyri fyrstu ferð
síðani Saddam Hussein varð
rikin frá valdinum. Sæð við
uttanríkispolitiskum brillum
roynir Al-Quaeda at skapa
irakiska mótstøðu ímóti
vesturlensku hersetingini í Iraq
og í einum størri perspektivi
megnaði yvirgangsfelagskap-
urin aftur at minna heimin á at
Al-Quaeda enn er virkið.
Síðan 11. september 2001,
sum førdi til at kríggj varð lýst
móti yvirgangi, er heimurin
broyttur. Vit liva í einum
heimsumfatandi krígsøki, og
um streymurin brádliga fer í
einum vesturlendskum stórbýi,
sum hendi í New York síðsta
summar, kemur yvirgangur
beinanvegin til hugs. Hvussu
umfatandi, hvar og hvør er Al-
Qaeda, og fer vesturheimurin
nakrantíð at megna at beina
fyri muslimska yvirganginum?
Í eini roynd at svara hesum
spurningunum havi eg kannað
søguna hjá Afghanistan.
Í Afghanistan búgva nógvir
ymiskir etniskur minniluta
bólkar við ættarbondum til
grannalondini, hetta kemst av
at afghanska landamarkið varð
ásett av bretum í hjá landa-
tíðini. Ymisku ættarbólkarnar
hava ígjøgnum allar tíðir
stríðst móti hvørjum øðrum og
Afghanistan hevur tískil altíð
verið ávirkað av innanlands-
stríði. Í 1979 gjørdi Sovjet-
samveldið innrás í Afghanist-
an, har ein vinstravendur
flokkur, PDPA, var við at
missa valdið. Vesturheimurin,
Pakistan, Iran og flestallir
afghanar fordømdu innrðsina.
Amerika byrjaði beinanvegin
at stuðla krígnum ímóti
Sovjetsamveldinum. Ameri-
kanar brúktu fregnartænastur í
Egyptalandi, Saudiarabia og
Pakistan til at venja, vápna,
gjalda fyri og byggja upp eitt
fleirtjóða net av stríðsfúsum
muslimum at berjast í Afghan-
istan. Í 1980 vóru lýsingar at
síggja í bløðum í Egyptalandi,
har heitt varð á ungdómin um
at koma við í "ferðamanna-
fylgið" til Afghanistan.
Hesar vóru umstøðunar tá
Osama bin Laden í 1986
byrjaði at útvega fólk til sína
nýopnaðu herstøð, Al-Quaeda.
Saudiarabia, Pakistan,
Bretland og USA fegnaðust
yvir at fáa fleiri hermenn, og
tað vóru samstundis hesu
londini ið vandu og vápnaðu
Al-Quaeda. Osama bin Laden,
sum var ein ríkur byggiverk-
frøðingur frá Saudiarabia, kom
til Afghanistan fyri at ganga ð
odda fyri heilaga krígnum
móti útheiminum. Fyri Osama
bin Landen, og mong við
honum, var nevniliga ikki
einans talan um kríggj móti
Sovietsamveldinum. Hann var
viðhaldsfólk til eina vaksandi
islamiska rørslu, sum tók seg
upp sum eitt aftursvar ímóti
uppílegging frá vesturlondum í
muslimska heimin. Hendan
islamiska rørslan kyknaði upp
millum vónsvikin lesandi ð
fróskapasetrum og tekniskum
skúlum í muslimska heim-
inum. They vóru troytt av
mannminkandi vesturlenskari
uppílegging. Meðan Osama
bin Laden stóð fyri venjingar-
leguni í Afghanistan komu
meir enn 15.000 sjðlvboðnir
saudiarabiskur menn í venjing
hjá honum. Flesu teirra høvdu
góðar útbúgvingar og góð
almenn størv í heimlandinum.
Í Februar 1989 tók Sovjetsam-
veldið seg burtur úr Afghanist-
an. Amerika og onnur vestur-
lendsk lond sóu sigurin sum
ein av teimum týdningarmikl-
astu í tí Kalda Krígnum, með-
an muslimsku stríðsmenninir
sóu sigurin sum tann fyrsti
væleydnaði islamiski mótdrátt-
urin mótvegis vesturlending-
um. Nógvir av teimum
muslimsku hermonnunum fóru
í allar ættir nú kríggið var
liðugt, og soleiðis fekk Al-
Quaeda eitt fjøltjóða og
skapleyst net.
Í Afghanistan helt innan-
landsstríðið millum ymisku
bólkarnir fram. Í 1996
megnaði fundamentalistiski
islamiski bólkurin Taliban at
takað valdið. Mansjavinistisku
Taliban royndu harðhent at
stýra Afghanistan, men ruðu-
leikin og innanlandsstríðið
varð ikki til at basa. Eftir at
Taliban tvørnoktaði at flýggja
Osama bin Laden til Amerika
eftir álopini 11. september
vardi ikki leingi fyrr enn teir
vóru riknir frð valdinum. Í dag
royna ymiskir felagskapir at
vísa Afghanistan á vegin til
fólkaræði, men tað gongur
striltið og innanlandsstríðið er
torført at basa.
Megnar vesturheimurin at
beina fyri muslimska yvir-
ganginum? Tað er torført at
ímynda sær, at kríggið móti
yvirgangi fer at enda hastiliga
– vesturheimurin hevur onga
skotskivu at skjóta eftir.
Al-Quaeda med alla?
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Annika B. Mortensen, thisisannikab@yahoo.com
Til: post@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Ja, massar. Horn, violin, guitar,
trummur, klaver, you name it!
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Bert eitt. Kornet!
Syngur tú undir brúsuni?
– Nei, ongantíð!
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Nei, tað havi eg ongantíð
droymt um!
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Onki sum so. Men eg lurti
nógv eftir tónleiki!
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Nakrar eru í Klaksvík, nakrar í
Havn, nakrar í bilinum og so
eisini tær, sum onkur hevur lænt,
men ikki komin aftur við! So eg
veit ikki, hvussu nógvar eru!
Hvat er tín yndisfløga?
– Havi tíanverri onga yndisfløgu!
Men mær dámar fleiri sera væl!
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Hehe, tað tími eg ikki at siga.
Men tað er ein føroysk fløga!
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Kann ikki koma nakran til
hugs, so eg veit ikki!
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– New Kids on the Block
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– Eg hevði valt onkran vælsving-
andi, onkran lættan at syngja!
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Góður melodiøsur gemenur
mainstream poppur!
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Líka mikið fyri meg, bara tað
er melodiøst!
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Tónleikur, sum ikki hevur
nakað ávíst lag, men er gjørdur
bert fyri at provokera!
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Onkur hjá Frændum!
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– Eg minnist ikki! Men man tað
ikki verða onkur fittur barna-
sangur!
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– Tríggir smáir dunnuungar!
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarfer?
– Klaksvíkar Hornorkestur, lag
nr. 13 úr reyðubók
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Rammstein á Roskilde
festivalinum!
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Aftur veit eg ikki reiðiliga,
men kanska Jon Bon Jovi!
Kári Sólstein, útvarpsmaður
Sáttmáli fyri 50-100 miljónir krónur:
Atlantsflog risahál í Noregi
– Hetta er størsti ein-
staki sáttmálin, sum
Atlantsflog nakrantíð
hevur gjørt, sigur
Magni Arge. Stjórin
vil ikki leggja høvdið
á blokkin fyri, at
sáttmálin í umsetn-
ingi er verdur 100
miljónir krónur, men
tað er ikki óhugsandi.
Tað veldst um, hvat
Atlantsflog annars
kann fáa burtur úr
avtaluni
FLÚGVING
Eirikur Lindenskov
Vilmund Jacobsen
eirikur@sosialurin.fo
vilmund@sosialurin.fo
– Hetta er fantastiskt, og
hevur sera stóran týdning
fyri Atlantsflog.
Tað sigur Magni Arge,
stjóri í føroyska flogfelagn-
um, sum í harðari kapping
hevur vunnið sáttmálan um
flúgvingina av starvsfólk-
um hjá Aker Stord.
Stjórin í Atlantsflogi,
Magni Arge, sigur, at fyri-
bilssáttmálin, sum Atlants-
flog og norska fyritøkan,
Aker Stord, undirskrivaðu
hósdagin um flutning av
ferðafólki úr sunnara parti
av Noregi til Alta í Norður-
noregi, merkir, at føroyska
flogfelagið kemur at flyta
eini 35.000 ferðafólk á hesi
rutuni komandi tvey árini.
Magni Arge
sigur,
at
flúgvingin í Noregi byrjar
væntandi um miðjan apríl
og heldur fram til mars-
mánaða 2006.
– Talan verður í minsta
lagi um einar 1400 flúgvi-
tímar í hesum tíðarskeiði,
men óhugsandi er ikki, at
flúgvitímarnir verða nógv
fleiri, nevniliga heilir 2800
tilsamans.
Luturin hjá Atlantsflogi
verður at flúgva starvsfólk
hjá Aker
Stord, Aker
Kværner Elektro, Kaefer
IKM og Rosenberg Verft úr
Stavanger og Stord til Alta.
Seinni verður møguliga
talan um at flúgva til aðrar
floghavnir í Mið- og Suður-
noreg eisini.
Stian Vemmestad, sum er
forstjóri hjá Aker Stord
sigur, at tvinnar orsøkir
vóru til, at Atlantsflog fekk
sáttmálan:
– Atlantsflog var kapp-
ingarført í prísi, og so hevur
felagið eisini sera royndar
flogskiparar, sum eru vanir
at flúgva í truplum veður-
líkindum, sigur hann.
Størsti einstaki
sáttmáli
Magni Arge sigur, at hetta
er størsti einstaki sáttmálin,
sum Atlantsflog nakrantíð
hevur gjørt.
– Í peningi verður talan
um í minsta lagi 50 miljónir
krónur, sigur Magni Arge.
Stjórin váttar, at hesar 50
miljónirnar byggja á tað
minna tímatalið, sum er
1400, men gongur alt væl,
er ikki óhugsandi, at um-
setningurin verður munandi
størri.
– Eg tori tó ikki at leggja
høvdið á blokkin fyri, at
sáttmálin í umsetningi er
verdur 100 miljónir, tí tað
veldst eisini um, hvat vit
annars kunnu fáa burtur úr
avtaluni, sigur Magni Arge.
20% uttanfyri
Hann vísir á, at nýggja av-
talan saman við sáttmálun-
um um flúgving millum Ís-
land og Grønland og Dan-
mark og Italiu, merkir, at
umleið 20% av flúgvingini
hjá Atlantsflogi nú liggur
uttanfyri Føroyar og ávirk-
ast tískil ikki av tí, sum eitt
nú hendir í føroyska bú-
skapinum.
– Sáttmálin kann eisini
koma at merkja, at føroysk-
ar fyritøkur og føroysk ar-
beiðsmegi fær munandi
betri møguleikar at taka lut
í virkseminum rundan um
risastóru
útbyggingina,
sum Statoil stendur fyri í
Norðurnoregi, vísir Magni
á.
Hann ásannar, at At-
lantsflog
hevur
fingið
henda sáttmálan í lag, sum
viðurkenning fyri tað ar-
beiði, sum bæði núverandi
og fyrrverandi starvsfólk
og leiðsla hjá felagnum
hava lagt í at menna før-
oyska flogvinnu.
Atlantsflog
og
Aker
Stord vænta, at fyribilssátt-
málin um flutning verður
endaliga
undirskrivaður,
25. mars 2004.
Atlantsflog hevur gjørt eitt
risahál í Noregi. Avtalan
millum føroyska flogfelagið
og Aker Stord er í umsetningi
verd eitt tal, sum liggur
millum 50 og 100 miljónir
krónur
– Hetta er ein upp-
lagdur møguleiki hjá
vinnuni at sleppa
framat risa arbeiðn-
um, sum fer fram í
Norðurnorra, sigur
Jan Mortensen, stjóri
í Vinnuhúsinum, ið
ætlar at skipa fyri
felags, føroyskum
átaki, tá Atlantsflog
fer undir flúgvingina
FLÚGVING
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Stjórin í Vinnuhúsinum,
Jan Mortensen, fegnast um
avtaluna, ið Atlantic Air-
ways hevur gjørt um at
flutning av ferðafólki úr
sunnara parti av Noregi til
oynna Melkoya uttanfyri
Hammerfest.
Umfatandi byggingin hjá
Statoil har á leiðini, sokall-
aða
"Snøhvit"
ætlanin,
kastar sera nógv arbeiði av
sær. Og nú ferðamøguleik-
arnir úr Føroyum gerast
munandi betri, kann tað
geva lata dyrnar upp fyri
føroyskum fyritøkum og
arbeiðsmegi.
Nú er sáttmálin hjá At-
lantic Airways rættuliga
nýggjur, men í Vinnuhúsin-
um hava tey longu tosað
ítøkiliga um at gera eitt
átak, har gjørt verður vart
við føroyskar fyritøkur, At-
lantic
Airways
byrjar
flúgvingina.
– Eg haldi hetta vera ein
upplagdan møguleika at
gera vart við føroyskt
vinnulív
og
føroyska
arbeiðsmegi í samband við
avtaluna hjá Atlantic Air-
ways, sigur Jan Mortensen.
Stjórin í Vinnuhúsinum
vísir á, at nú minni arbeiði
er í Føroyum kann tað vera
kærkomið hjá føroyskum
fyritøkum, sleppa tær upp í
part í risa arbeiðinum hjá
Statoil í Norðurnoregi. Eitt
arbeiði, ið verður mett at
kosta 45 milliardir norskar
krónur.
Samband við Statoil
Vinnuhúsið ætlar sær eisini
at seta seg í samband við
Statoil, fyri at bjóða før-
oyskar
fyritøkur
og
arbeiðsmegi fram.
– Enn er ov tíðliga at siga,
hvussu nógv kann fáast
burturúr. Men einki er at
ivast í, at føroyingar við
sáttmálanum hjá Atlantic
Airways nú hava fingið ein
fyrimun, sigur Jan Morten-
sen, ið ynskir føroyska
flogfelagnum tillukku við
sáttmálanum.
Jan Mortensen, stjóri í vinnuhúsinum:
Sáttmálin gevur møguleikar
Gunvør Balle, stjóri í Pam Offshore Services:
Lopfjøl hjá
føroyskum
handverkarum
FØROYINGAR TIL
NOREGS
Jan Müller
Avtalan, sum Atlantsflog
hevur gjørt um flúgving
av fólki úr Suðurnoregi til
Norðurnoregs í sambandi
við risastóru Snøvidút-
byggingina, kann fáa sera
hepnar avleiðingar fyri
føroyskt vinnulív. Gunn-
vør Balle, stjóri í Pam
Offshore Services sigur,
at hetta kann vera lopfjøl-
in fyri at fáa fleiri før-
oyskar sveisarar og elektr-
ikarar o.o. í arbeiði í Nor-
egi.
Fyritøkan
hevur
longu góðar royndir við at
senda síni fólk til at ar-
beiða í norsku oljuvinn-
uni, men steðgur hevur
verið í í eina tíð. Nú sær
hon avtaluna hjá Atlants-
flog sum ein kærkomnan
møguleika at taka hetta
uppaftur. Talan kann blíva
um at senda eini 10 til 20
fólk til Noregs at arbeiða
helst í Hammerfest, har
tey gera útgerðina til
gassfeltið Snøvid, sum
Statoil stendur fyri. Um
væl vil til, kann talan
blíva um enn fleiri hand-
verkarar.
Gunnvør Balle sigur, at
kappingin er hørð og verð-
ur hettta neyvan til nakað
gullnám, men kunnu ar-
beiðsleysir føroyskir hand-
verkarar fáa arbeiði í Nor-
egi, so er nógv vunnið, og
tað gevur so eisini møgu-
leikan at koma inn í eitt
arbeiði, sum kann byggjast
út uppá longri sikt. Tað
ræður um at fáa fótin inn
um.
Pam Offshore er í sam-
ráðingum við Aker um at
fáa føroyskar handverkar-
ar at fara við Atlangsflog
úr Føroyum og víðari til
Noregs, har flogfelagið so
skal flyta norðmenn til ar-
beiðis har norðuri. At
kunna brúka rutuna hjá
Atlantsflog er fyrsta fyri-
treytin fyri at hetta kann
bera til. Tá verða ferðaút-
reiðslurnar ikki so stórar.
Pam hevur havt fólk í
fleiri noskum projektum
síðani 1998.
C
M
Y
K
33
32