Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 46 - 6. mars 2004 Nr. 46 - 6. mars 2004 35 Fólk søkist til køks-deildina Søkt verður eftir álítandi fólki til køksdeild okkara. Arbeiðið umfatar móttøku og tekning av køkum. Tú skalt verða fyrikomandi, kunna arbeiða sjálv- støðugt og hava royndir við tekning av køkum. Skrivlig umsókn verður at senda til: Eikin pf. Box 2203 165 Argir Sandavágs kommuna søkir við hesum eftir Námsfrøðingum og avloysara til Sóljugarð í Sandavági Stovnurin er settur saman av 2 vøggustovum, 1 barnagarðstovu við børnum frá 3 til 5 ár og 1 útistovu við børnum frá 5 árum. Í okkara dagliga arbeiði leggja vit m.a. stóran dent á: • At skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn, soleiðis at tey ekkaleys kunna fara til arbeiðis og vita sær, at børnini eru í góðum hondum. • At vit seta okkum inn í støðuna hjá tí einstaka barninum • At vera úti saman við børnunum • At hava gott foreldra- og starvsfólkasamstarv Lønarviðurskifti Størvini verða sett eftir avtalu, sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Janu Skoradal, virkandi leiðara á tlf. 333930, millum kl. 13.00 og 17.00. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og møguligum viðmælum skulu vera Sandavágs kommunu 360 Sandavágur í hendi í seinasta lagi 23. mars 2004, viðmerk á brævbjálvan »starvsfólk«. Kommunan skilir sær rætt til, um ikki nóg nógvar umsóknir eru at lýsa av nýggjum. Av tí at leiðarin hevur sagt seg úr starvi søkir Sandavágs Kommuna við hesum eftir Leiðara til Sóljugarð í Sandavági Stovnurin er settur saman av 2 vøggustovum, 1 barnagarðstovu við børnum frá 3 til 5 ár og 1 útistovu við børnum frá 5 árum. Vit bjóða eitt áhugavert starv í einum umhvørvi tætt við náttúru, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Vit ynskja at umsøkjarin • er útbúgvin pedagogur • hevur leiðsluroyndir • er tilreiðar at fara virkin inn í,og sum ein partur av starvsfólkabólkinum • hevur hugsjónir, tá ið tað snýr seg um virksemi í einum barnagarði • saman við starvsfólkunum er við til at menna tað pedagogiska arbeiði • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag, merktan av virðing og umsorgan fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum • kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • er opin, positivur og duga væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis Lønarviðurskifti Starvið verður sett eftir avtalu, sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala ar- beiðsgevarafelagið. Meira fæst at vita Um starvið við at venda sær til Rósu Samuelsen, borgarstjóra, tlf. 332470 el. 214070. Umsóknir Við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera Sandavágs kommunu 360 Sandavágur í hendi í seinasta lagi 22 mars 2004. Viðmerk á brævbjálvan »Starvsfólk«. Kommunan skilir sær rætt til, um ikki nóg nógvar umsóknir eru at lýsa av nýggjum. Nissan Patrol 2.8 Turbo Diesel, árg. 10/97 í góðum standi til sølu. Bilur koyrt 160.000 km – motorur koyrt 100.000 km. Tlf. 219960 ella 520325 C M Y K 35 34