leygardagur 6. mars 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 46 - 6. mars 2004
Nr. 46 - 6. mars 2004
37
Avloysari fyri málsviðgera
Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir avloysara fyri málsviðgera til
barna-og ungdómsdeildina á mentamáladeildini.
Arbeiðsuppgávur
Starvið er fjølbroytt, og arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum
hesar:
-
málsviðgerð
-
at fyrireika mál
-
at skriva brøv
-
at gera heimasíður
-
at skriva fundarfrásagnir
-
at gera reglur, vegleiðingar og mannagongdir
-
at samskifta við dagstovnarnar, frítíðarskúlarnar, dagrøktina og
Margarinfabrikkinia
-
arbeiði í sambandi við nýggju dagstovnalógina
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal:
-
hava viðkomandi útbúgving
-
hava fyrisitingarligar royndir
-
hava teldukunnleika.
-
duga føroyskt til lítar
-
hava góð samstarvsevni
-
vera fyrikomandi
-
kunna arbeiða sjálvstøðugt
-
duga at síggja møguleikar framum forðingar
Setanarviðurskifti
Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv og verður sett 1. apríl 2004 til
1. januar 2005. Løn sambært sáttmálanum millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelag.
Vit bjóða
Eitt áhugavert starv við nógvum og fjølbroyttum uppgávum, har tú hevur
møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Katrina Petersen, samskipara, ella
Gunnleyg Durhuus, trivnaðarstjóra, tlf. 31 51 60.
Umsóknir
23. mars 2004.
saman við møguligum viðmælum og upplýsingum um útbúgving og
royndir, skulu vera Tórshavnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í
hendi í seinasta lagi týsdagin
www.torshavn.fo
Mentamáladeildin
Er deild undir
trivnaðarfyrisitingini og
hevur m.a. umsitingina
av dagstovnum,
dagrøktini, skúlum
frítíðarskúlum og
Margarinfabrikkini um
hendi. Á deildini
starvast 5 fólk.
Deildin heldur til í
ráðhúsinum á Vaglinum
í Havn, saman við
stjórnarskrivstovuni og
starvsfólkadeildini.
Mentamálaráðið
Vinnu- og Miðnámsskúladeildin
Upptøka til
journalistútbúgving
Tey, ið ætla sær til upptøkuroynd til útbúgving á
Danmarks Journalisthøjskole, fáa upplýsingar um
útbúgvingina á heimasíðuni hjá skúlanum:
www.djh.dk, og søkjast skal um upptøku umvegis
heimasíðuna:www.kot.dk.Tey,sum ikki hava møgu-
leika at søkja um upptøku á alnótini, kunnu venda
sær til Mentamálaráðið og fáa tilfar og umsóknar-
blað sendandi.
Umsóknarblað og prioriteringskema skulu verða
skúlanum,ið umsøkjarin hevur sum 1.ynski,í hendi
í seinasta lagi 15. mars 2004, kl. 12.
Upptøkuroyndin verður leygardagin 1.mai 2004,kl.
8.00 í Mentamálaráðnum.
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72 - 100 Tórshavn
Tlf. 35 50 50 - T-postur: mmr@mmr.fo
Útbúgving sum
heilsuhjálpari!
Møguleiki er nú at søkja inn á Heilsuskúla Føroya
Heilsuhjálparaútbúgvingin er ein sera breið út-
búgving, har næmingarnir læra at síggja menniskj-
að sum eina heild, bæði fysiskt, sálarligt, sosialt og
andaligt.
Endamál við útbúgvingini:
at geva næmingunum førleika, so at teir kunnu
stuðla fólki í at vera virkin í gerandisdegnum, so at
tey í mestan mun kunnu liva sítt vanliga lív, um-
framt at veita einfalda sjúkrarøkt, við atliti at stuðli,
røkt og umsorgan, har brúkarin býr.
Uppbygnaður:
Útbúgvingin byrjar í september 2004 og er liðug
síðst í august 2005. Umleið 1/3 av tíðini er teori og
2/3 er starvsvenjing. Starvsvenjingin gongur fyri
seg á ellisheimum, sambýlum og í heimarøktini.
Tú fært útbúgvingarstuðul undir útbúgvingini.
Minsta krav er 9. flokkur + eitt ára arbeiðsroyndir,
ella 10. flokk.
Umsóknarfreistin er 15. mars 2004.
Hevur tú hug at søkja, ella vilt vita meira, so ring
372855.
Heilsuskúli Føroya
800 Tvøroyri
www.skulin.fo/ahd · heilsuskulin@skulin.fo
Internet Sosialur in
Tvingsilssøla
Fríggjadagin 2. apríl
2004, kl. 09.00 verður
á Dómaraskrivstovuni,
C. Pløyensgøta 1, 100
Tórshavn, hildin tving-
silssøla yvir ognirnar
matr. nr. 27, 31 og 37,
Norðtoftir,
(AS
1-
41/2003).
Talan er um jarðar-
stykkir:
Matr. nr. 27, Norðtoftir:
1 gyllin av parti í haga
Norðtoftahagi, 2/9 í
felags matr. nr. 45.
Matr. nr. 31, Norðtoftir:
1 gyllin av parti í
Norðtoftahagi, 2/9 í
felags matr. nr. 45.
Matr. nr. 37, Norðtoftir:
2 gyllin og 10 skinn av
parti
í
haga
Norðtoftahagi, 5/9 í
felags matr. nr. 45.
Víst verður annars til
tvingsilssøluuppstill-
ingarnar,
sum
eru
gjørdar í samband við
tvingsilssøluna.
Tvingsilssølan er um-
biðin av Jógvan E.
Ellefsen,
advokati,
Yviri við Strond 4,100
Tórshavn,
tel.
311260,
(sak
nr.
4538001), sum kann
geva upplýsingar um
ogninar og sum nærri
avtala kann gerast við,
um ynski er at síggja
ognirnar.
Tvingsilssøluuppgerð
kann umbiðjast hjá
nevnda advokati ella
hyggjast ígjøgnum á
Dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur
hin 4. mars 2004
Starvsfólk til
Rókina
Á Rókini,ið er bústovnur undir Almanna- og Heilsu-
málastýrinum, eru 2 fulltíðarstørv leys at søkja frá 1
Apríl 2004.
Rókin er ein landsstovnur fyri 5 børn/ung við m.a.
skúla- og sosialum trupulleikum.
Vit vænta, at tey ið sett verða, eru før fyri at arbeiða
í sera tøttum samstarvi við bæði vaksin og børn og
eru opin fyri nýggjum pedagogiskum avbjóðing-
um.
Fólk, ið sett verða, skulu hava viðkomandi útbúgv-
ing/royndir og verða lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu verða stovninum í hendi í seinasta lagi tann
21. mars. 2004
Nærri fast at vita um størvini við at venda sær til
Súsan Johansen, leiðara, á tlf. 318914.
Rókin
Garðsgøta 31
160 Argir
Kunngerð
Um broyting av Býarplaninum
fyri Runavíkar kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
seinast broytt 13. mai 1997, verður við hesum boða
frá, at Býráðið á fundi 11/12-03 hevur viðtikið at
gera broytingar í býarplaninum á Glyvrum og
Saltangará og á fundi 26/2-04 hevur viðtikið at gera
broytingar í býarplaninum fyri Lamba.
Broytingin á Glyvrum umfatar nýtt B-øki á G1-øki á
Langanesi og umfatar broytingin hesar matriklar:
Matr. nr. 34 – 35 – 36a – 38a – 39a – 39b – 41a –
41b – 41c og matr. nr. 44a Glyvra bygd.
Broytingin í Saltangará umfatar nýtt B-øki á G1-øki
eystan fyri Leitisveg og umfatar broytingin hesar
matriklar:
Matr.nr.138 – 139a – 146a – 146b – 148a – 276a
– 276b og matr. nr. 276c Glyvra bygd.
Broytingin í Lamba umfatar nýtt B-økio g nýtt A1-
øki á G1-øki eystan fyri vegin niðan á Hústoft og
umfatar broytingin hesar matriklar.
Matr.nr.27a – 44a – 45a – 90a og litra »b« Lamba
bygd.
Broytingarnar eru til skjals á býráðsskrivstovuni í
upplatingartíðini frá 3.mars til og við 24.mars 2004.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu
vera býráðnum í hendi í seiansta lagi 3. juni 2004.
Saltangará tann 01.03/2004
Runavíkar býráð
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Professari
Fróðskaparsetur Føroya
Náttúruvísindadeildin
Fróðskaparsetrið søkir eftir einum professara í jarð-
alisfrøði/kolvetnisverkfrøði.Umsøkjarar við líknandi
frøðigreinum eru eisini vælkomnir at søkja starvið.
Roknað verður við, at professarin verður leiðandi í
arbeiðinum at menna og víðka samstarvið við aðrar
granskingarstovnar og við oljufeløg, sum hava
fingið og fara at fáa leitiloyvi í føroyskum øki.
Professarin skal samskipa útbúgving á Náttúruvís-
indadeildini við atliti at undirgrund og frálands-
vinnu, og undirvísa í evnum hesum viðvíkjandi.
Leiting eftir og útvinning av olju og gassi í føroysk-
um øki krevja serkunnleika við atliti at føroysku
undirgrundini og frálandsvinnuni. Náttúruvísinda-
deildin á Fróðskaparsetri Føroya fór tí undir virk-
semi á hesum øki í 1998. Ein professari varð tá sett-
ur í parttíðarstarv, ein Ph.D.-verkætlan um berg-
mekanikk varð sett í verk og ein B.Sc. útbúgving í
kolvetnisverkfrøði varð boðin út. Í løtuni eru tríggj-
ar Ph.D.-verkætlanir og ein Post.Doc.- verkætlan í
gongd við atliti at undirgrund og frálandsvinnu.
Ein metingarnevnd verður sett at meta um før-
leikarnar hjá umsøkjarunum. Gjørt verður vart við,
at umsøkjararnir fáa upplýsing um raðfestingina av
øllum umsøkjarunum umframt metingina um teirra
egna førleika.
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Magistarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband
við Hans Paula Joensen,megindeildarleiðara,teldu-
postur: hanspj@setur.fo
Umsóknir við ævilýsing (curriculum vitae), avritum
av próvskjølum, viðmælum ella tilvísingum, ser-
prentum og avritum av vísindaligum ritgerðum (í 4
eintøkum) mugu vera Setursskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 31. mars 2004.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabosgøta 14
100 Tórshavn
Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparsetrinum veitir Bachelor of Science
(B.Sc.) útbúgvingar innan lívfrøði, ravmagnsverkfrøði, kolvetnisverkfrøði,
teldufrøði og jarðalisfrøði.Í einstøkum førum ber til at taka Ph.D.-útbúgving.
Undirvísingin verður veitt av starvsliðnum á NVD, sum telur 7 fólk, 5
adjungeraðum lektarum/professarum við fakligari ábyrgd av ávísum
skeiðum og av umleið 40 uttanseturs undirvísarunum, ið eru á øðrum
stovnum og virkjum bæði í Føroyum og uttanlands. Í løtuni eru 4 Phd-
verkætlanir og ein Post. Doc. verkætlan í gongd á NVD. NVD luttekur í
granskingarverkætlanum bæði innanlands og í altjóða samstarvi við aðrar
stovnar.
Røktar- og Umlættingarheimið Láargarður lýsir eftir
avloysara fyri leiðandi ergoterapeut í barnsburðar-
farloyvi í tíðini 1. apríl 2004 og væntandi til 31 des.
2004. Ergoterapeutur, sum ikki er áhugaður í
leiðslustarvið kann eisini søkja.
Starvið er fulltíðarstarv,lønt sambært sáttmála ímil-
lum felagið Føroyskir Ergoterapeutar og Fíggjar-
málastýrið.
Starvið er avgjóðandi og mennandi og inniber um-
framt leiðsuuppgávurnar:
- ADL metingar og venjingar og viðlíkahaldsvenj-
ingar
- fyribyrgjandi venjingar og viðlíkahaldsvenjingar
- vegleiðing og upplæring av einstaka brúkaran-
um í nýtlsu av ergonomiskum hjálpartólum
- vegleiðing og upplæring av starvsfólki á stovnin-
um og í Heimarøktini í nýtslu av ergonomiskum
hjálpartólum
Hevur tú áhuga og helst royndir í arbeiði í eldra-
røktini, skal umsókn sendast til leiðaran á Lágar-
garði
Stoffalág 84
Box 1188
110 Tórshavn
Umsóknarfreist er 23. mars 2004
Tjaldurs Apotek
Søkt verður eftir 3 farmakonomnæmingum, at
byrja 3. mai 2004.
Eitt lærupláss er á Eysturoyar Apotek og hini
bæði á Tjaldurs Apotek.
Ert tú áhugað/ur at nema tær útbúgving innan
apotek, kunnu vit bjóða tær eina spennandi og
áhugaverda útbúgving.
Farmakonomútbúgvingin umfatar í stuttum:
Læra um heilsu, heilivág og viðgerð við heili-
vági, hvørji evni eru í heilivágstilbúningum,
hvussu heilivágur virkar og skal handfarast.
Læra at arbeiða saman við nógvum starvs-
fólki, at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
sambært galdandi lógum og kunngerðum.
Læra at geva kundum okkara góða tænastu
og leiðbeining í sambandi við útflýggjan av
apotekaravørum.
Útbúgvingin tekur 3 ár, og fer fram á Eysturoyar
apoteki í Runavík og Tjaldurs apoteki í Tórshavn,
í samstarvi við Farmakonomskúlan í Hillerød í
Danmark. Næmingurin skal í skúla 1-4 vikur í
senn,íalt 7 ferðir í lærutíðini.Próvtøka er á skúlan-
um á 2. og 3. ári.
Krøv til umsøkjaran: Students/HF prógv, HH ella
HT.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum verður at senda til
Tjaldurs Apotek
Postboks 3010
110 Tórshavn
áðrenn 16. apríl 2004.
C
M
Y
K
37
36