leygardagur 6. mars 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 46 - 6. mars 2004
Nr. 46 - 6. mars 2004
39
Leyst starv
Í køkinum á Landssjúkrahúsinum er fulltíðarstarv
leyst at søkja til setan 1. mai 2004, har starvið fyrst
og fremst umfatar at røkja uppgávuna við øllum
uppvaskinum.
Vit søkja starvsfólk við
• samstarvsvilja
• sjálvstøðugleika
• ábyrgdarkenslu
Vit kunnu bjóða
• eitt gott arbeiði í einum arbeiðsplássi í støðugari
menning
• at arbeiða saman við góðum og dugnaligum
starvsfeløgum
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Starvsmannafelagið (flokkur 1) og Fíggjarmálaráð-
ið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Gudnu á Rógvi Joensen,telefon 304500,lokal 1260,
teldupostur gurojo@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 22. mars 2004.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við
avriti av prógvum og viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« .
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Útbjóðing av
lastbilaflutningi
Flutningur av gróti, skervi og sandi millum bryggj-
una á Langasandi og grótbrotið í Hundsarbotni
verður við hesum boðin út alment.
Áhugað kunnu venda sær til LV-skrivstovuna,Ting-
húsvegur 5, tlf. 311333, har frágreiðing og treytir
verða útflýggjað.
Landsverkfrøðingurin
Sethús í Tvørgøtu
27,Tórshavn til sølu
Húsini eru í 3 hæddum, hvør 50 fermetrar.
Grundøkið er 158 fermetrar.
Á loftinum eru 3 kømur, baðirúm og gongd.
Í miðhæddini eru køkur við nýggjum hvítvørum og
borðplátum, 2 stovur og gongd.
Í kjallarahøddini er sjálvstøðug íbúð við kamari,
stovu, køki, wc, baðirúm og gongd.
Í tilbygningi er stórur hjallur og fýr- og vaskirúm.
Uttanfyri húsini er urtagarður og stoyptur garður er
runt um húsið.
Húsini standa í barnavinarligum,friðarligum,veður-
góðum umhvørvi og tó bert 5 min. frá miðbýnum.
Myndir av húsinum kunnu síggjast á www.vitin.fo.
Kostnaður 1.3000.000 ella hægsta boð yvir.
Áhugað kunnu venda sær til:
Tlf. 313858 ella 553355
Tórshavnar
Kvøld- og
Ungdómsskúli
Skeið í »Alesanderteknikki«
Hósdagin 11.mars til sunnudagin 14.mars verður
nýtt skeið hildið í »Alexanderteknikki«.
Skeiðið verður hildið í Tórshavnar Musikkskúla á
Frúutrøð 1.
Lærari er Carsten Møller.
Prísur 900,- kr.
Tilmelding:
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli,tlf.31 77 55.
Skeið í máling
15. mai til 21. mai heldur Birger Møller skeið í
máling.
Skeið fyri nýbyrjarar verður 15. mai og 16. mai.
Prísur: 500,- kr.
Skeið í framhald 17.-21. mai.
Prísur: 1.000 kr.
Tilmelding:
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli,tlf.31 77 55.
Frá Føroya Heimavirkið
Ársaðalfundur
verður í
Tilhaldinum,Tórsgøta 21,Tórshavn,
leygardagin 20. mars. kl. 14.00.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing formansins
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Framløga av fíggjarætlan fyri komandi ár
5. Val av nevnd og tiltakslimum
6. Val av grannskoðara
7. Ásetan av limagjaldi
8. Mál til viðgerðar
9. Jón Heðin Tróndheim sigur frá evninum »At
endurfinna siðbundna handlist
10. Randi Vang og Jónhild Johannesen siga frá
um gluggaglæmu
11. Ymiskt
Væl møtt.
Nevndin
Landsfundur
Sjálvstýrisfloksins
Verður í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag
á Glyvrum
6. mars 2004.
Morgunmatur kl. 9.30.
Aðalfundurin verður kl. 10.00.
Kl. 13.00 verður politiskt orðaskifti.
Kári á Rógvi, fyrilestur um grundlógararbeiði
og føroyska rættarskipan.
Aftaná verður døgurði
Øll sjálvstýrisáhugað eru vælkomin.
Sjálvstýrisflokkurin
– tann gongda leiðin
www.sjálvstýrisflokkurin.fo
Fólk til
eykalutagoymslu
Søkt verður eftir fólki til eykalutagoymslu okkara,at
byrja sum skjótast. Fa. Billutir er ein fyritøka, sum
selir eykalutir til flest allar bilar. Vit kundu hugsa
okkum,at tann sum verður settur í starv,er álítandi,
kundavinarligur, hevur áhuga fyri bilum, koyrikort
og teludkunnleika á brúkarastøði.
Løn og arbeiðstíð eftir avtalu.
Umsóknir skulu sendast til okkara innan 20. mars.
Fa. Billutir
Postboks 1 · 410 Kollafjørður
Tlf. 421605 ella 210095
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
Stuðulsfólk
Almannastovan søkir við hesum eftir stuðulsfólki.
Sum stuðul fært tú eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
Fylgjarauppgávur Stimbran Umlætting
Størvini eru hesi:
Tórshavn
1) – at stuðla,hjálpa og fara við eini 14 ára gamlari gentu til ymisk frítíðartiltøk.,
so sum svimjing, bókasavn, gongu túrar o.a.
Arbeiði er aftaná skúlatíð hjá gentuni.
Tímatali er 10 tímar um vikuna og er játtanin fyribils galdandi til 30.06.04
Eysturoy
2) - at stuðla, hjálpa og fara við einum 16 ára gomlum drongi til ymisk
frítíðartiltøk.
Arbeiðið er aftaná skúlatið hjá dronginum.
Tímatali er 10 - 15 tímar um vikuna og er játtanin fyribils galdandi til 30.06.04
3) – at stuðla, hjálpa og fara við einum 10 ára gomlum drongi til ymisk
frítíðartiltøk, so sum svimjing - bóltspæl og fimleik. Og eisini hjálpa honum við
skúlatingum.
Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá dronginum.
Tímatali er 15 tímar um vikuna og er játtanin fyribils galdandi í eitt ár
4) – at stuðla og stimbra einum 3 ára gomlum drongi.
Arbeiðið fevnir um, við spæli og venjingum at stimbra drongin m.a. í
samskiftinum við onnur og fyrireika hann til at fara í barnagarð.
Arbeiðið hjá stuðlinum verður í Dagstovninum í Gøtu.
Tímatali er fyribils 30 tímar um vikuna og er játtanin fyribils galdandi í eitt ár.
5) – at stuðla og menna,við spæli og venjingum,einum 10 ára gomlum drongi
við autismu.
Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá dronginum og fer arbeiðið fram í einum
tilhaldstað fyri børn og stuðlar.
Tímatali er 25 tímar um vikuna og er játtanin fyribils galdandi til 30.06.04
Suðuroy
6) – at stuðla og hjálpa eini 13 ára gamlari gentu við skúlatingum.
Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá gentuni.
Tímatali er 10 tímar um vikuna og er játtanin fyribils galdandi til 30.06.04
7) – at stuðla, stimbra og hjálpa einum 5 ára gomlum drongi í spæli við onnur
børn.
At stuðulin luttekur og er virkin saman við barninum.At stuðulin dugir og torir
at seta barninum mørk og kann samstarva við hini starvsfólkini á stovninum.
Arbeiðið hjá stuðlinum verður í Dagstovninum í Trongisvági.
Tímatali er 20 tímar um vikuna og er játtanin fyribils galdandi í eitt ár.
Norðoyggjar
8) – at stuðla,hjálpa og fara við einum 14 ára gomlun deyvum drongi til ymisk
frítíðartiltøk og á hendan hátt verða við til at geva honum ein meira innihalds-
ríkan gerandisdag.
Ynskiligt er, at umsøkjarin dugir teknmál.
Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá dronginum.
Tímatali er 25 tímar um vikuna og er játtanin fyribils galdandi til 30.06.04
Setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og
avvarðandi yrkisfelag í mun til uppgávuna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Ragnhild Dahl á tlf.nr. 35 35 10,
gerandisdagar millum klokkan 09.00 og 15.00.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum
viðmælum,skulu verða Almannastovuni,J.Broncksgøta 27,Postboks 3096,
110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 22.03.04
Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávunummar.
C
M
Y
K
39
38