Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Tað skal ganga heilt øðrvísi 23. mai, enn tað sær út til, at tað skal gera, um finalan í steypakappingini ikki enn eina ferð verður uttan umboð úr høvuðsstaðnum. EB/Streymur hevði í fyrrakvøldið vitjan av HB, og havnarmenninir vórðu sendir suður aftur við 4-1 tapi. Talan var um fyrru av tveimum uppgerðum. Um EB/Streymur skal missa finaluplássið, so skal HB í seinnu hálvfinaluni vinna 3-0. Tað er ikki ómøguligt, men við gongdini mikukvøldið í huga kennist tað rættuliga lítið sannlíkt. HB er einasta umboðið hjá høvuðs­staðnum í steypakappingini. Tí bendir alt á, at tað vera tvey feløg av bygd, sum fara at dystast um Løg­mans­steypið. Lítil heimasigur Víkingur varð roknaður at vera favorittur ímóti FC Suðuroy. Møgu­ leikin er framvegis góður fyri, at Víkingur verður annar parturin í steypafinaluni. Mikukvøldið legði FC Suðuroy rygg til 1-0 tap í Fugla­ firði ímóti Víkingi. Heimaliðið hevði greiða leikliga yvirvág. FC Suðuroy var tilvitað um, at hetta var fyrra av tveimum uppgerðum.Tað ráddi um at binda um í verjupartinum og syrgja fyri, at mótstøðumenninir ikki skor­ aðu. Víkingarnir høvdu bóltin mesta partin av tíðini, men teir høvdu ilt at spæla seg blankar frammanfyri væl upplagda Stanislav Kuzma í mál­inum. Heini Vatnsdal verju­ skansi, meðan Sasa Kolman ikki var við hesa ferð, tí hann er skaddur. Liðið var eisini skert, tí David Asare var ikki við. Einasta Víkinga málið skoraði miðvallarin Evrard Blé, tá ið eitt lítið korter var farið. Hann umsetti brotsspark til mál. Rói Jacobsen peikaði á blettin, eftir at miðvallarin Fritleif í Lambanum varð feldur í brotsteiginum. Úrslitið ber boð um, at tað fram­ vegis er ósvaraður spurningur, um tað verður Víkingur ella FC Suður­ oy, sum skal spæla finalu. Tað verð­ ur avgjørt 23. mai. Tá verður neyðugt hjá FC Suður­ oy at vera meiri álopskent, enn suður­oyarliðið var mikukvøldið. Sam­stundis skal ansast eftir, at Víkingur ikki skorar mál, tí um Víkingur skorar, so skal FC Suðuroy skjóta trý mál á heimavølli. Tað kann tykjast møtimikið, tá ið havt verður í huga, at suðuroyingarnir higartil í ár bara hava skorað eitt mál ímóti liðum í bestu deildini! Sjovið hjá EB/Streymi Í 1. hálvleiki og skiftandi veðri við Margáir var tað einki, sum bendi á, at heimaliðið skuldi vinna trivaligan sigur á HB. Heimaliðið hevði stórar trupul­ leikar í verjupartinum, gestirnir vóru spælstýrandi og ágangandi. Teir spældu seg til møguleikar, og miðvallarin Hallur Hansson legði teir á odda. Tá ið stórur hálvur tími var farin, hevði HB møguleikan at leggja seg heilt væl fyri í stríðnum um finaluplássið. Andrew av Fløtum varð feldur, men René Tórgarð bjarg­aði royndini hjá Halli Hansson, sum úr ellivu metrum hevði gyltan møgu­leika at skora til 2-0. HB hevur higartil í ár havt átta brotsspørk. Bara tvær ferðir hevur tað eydnast at fáa úrtøku! Í staðin fyri tvey mála leiðslu til HB stutt undan steðginum, so svaraði heimaliðið aftur. Hans Pauli Samuelsen skoraði upp á brots­ sparkið, sum varð dømt, tá ið HB málverjin óreguliga steðgaði sera væl upplagda Sorin Anghel, og sum 2. hálvleikur leið tók EB/Streymur alt meiri yvir. HB gjørdi tað ikki minni lagaligt hjá heimamonnunum, sum vístu, at teir eru sannir meistarar í kontra­ spælinum. Serliga hvirluvindurin Arnbjørn Hansen, sum legði upp til málið, ið Sorin Anghel skoraði, og sjálvur økti til 3-1 og 4-1. Í Gundadali verður neyðugt hjá HB at leypa á, og tað verður matur fyri EB/Streym! joannes@sosialurin.fo Løgmanssteypið og EFFo-Deildin 8. umfar upptakt HB borðreiddi fyri vertunum Fótbóltur Alt bendir á, at EB/Streymur enn eina ferð verður partur av steypafinaluni, meðan Víkingur á heimavølli ikki heilt megnaði at gera av við FC Suðuroy Løgmanssteypið, 1. hálvfinala: Víkingur - FC Suðuroy 1-0 (1-0) 1-0: Evrard Blé br 12. Dómari: Rói Jacobsen Víkingur: Geza Turi – Petur G. Dalbø, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 56.) – Niclas Niclassen, Fritleif í Lambanum (Ingi Sørensen, 82.), Evrard Blé – Hjartvard Hansen, Joseph Bassene (Per Gregersen, 79.), Sølvi Vatnhamar Gult kort: Kaj Leo í Bartalsstovu, Niclas Niclassen FC Suðuroy: Stanislav Kuzma – Jón Áki Jacobsen, Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Kári í Lágabø – Heri Kjærbo, Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, Ingi Poulsen, Brandur Suðuroy - Jón Krosslá Poulsen Gult kort: Heri Kjærbo EB/Streymur - HB 4-1 (1-1) 0-1: Hallur Hansson 7. 1-1: Hans Pauli Samuelsen br 37. 2-1: Sorin Anghel 56. 3-1: Arnbjørn Hansen 77. 4-1: Arnbjørn Hansen 90.+3. Dómari: Petur Reinert EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen (Árni G. Olsen, 90.), Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg – Levi Hanssen, Sorin Anghel, Niels Pauli Danielsen (Brian Olsen, 86.) – Leif Niclasen (Pætur Dam Jacobsen, 78.), Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen Gult kort: Gert Hansen HB: Teitur Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (Tróndur Jensen, 80.), Rógvi S. Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos – Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum (Pætur M. Dahl, 80.), Jógvan Skeel Nolsøe (Kristin R. Mouritsen, 61.) Gult kort: Rógvi S. Holm, Teitur Gestsson Fýra tær seinastu ferðirnar er NSÍ farið av vøllinum við ongum stigi. Soltna úrtøkan hevur borið við sær, at teir í Runavík nú eru á niðurflytingarplássi. Hesa ferð er avbjóðingin stór. Kári Reynheim og hansara menn skulu vitja við Margáir. Hóast EB/Streymur mikukvøldið var partur av intensari hálvfinalu, so verður heimaliðið roknað at vera stórfavorittur. Teir í Sundlagnum trívast best, tá ið mótstøðumenninir flyta fólkið fram á vøllin. Tað skulu teir ikki rokna við, at NSÍ fer at gera. Í NSÍ er miðverjuveteranurin Helgi L. Petersen skaddur, og heldur ikki miðvallarin Jann Martin Mortensen er tøkur. Pætur Dam Jacobsen er um at koma fyri seg aftur eftir drúgvan skaðasteðg. Hann spældi síðstu løtuna mikukvøldið, tá ið EB/ Streymur vann trivaligan sigur á HB í steypakappingini. Bíðað verður framvegis eftir, at Pauli G. Hansen aftur skal verða tøkur. Tað gongur rætta vegin, men tað er ivasamt, um hann verður við sunnudagin. EB/Streymur - NSÍ: Petur Reinert sunnudagin klokkan 15.00 Stór avbjóðing hjá NSÍ Myndir: Álvur Haraldsen