Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 Víkingur 7 6 1 0 15 3 +12 19 2 HB 7 4 3 0 15 7 +8 15 3 EB/Streymur 7 3 3 1 12 8 +4 12 4 B36 7 3 1 3 11 8 +3 10 5 ÍF 7 3 1 3 9 7 +2 10 6 KÍ 7 2 3 2 7 8 -1 9 7 B68 7 3 0 4 6 13 -7 9 8 TB 7 1 3 3 4 10 -6 6 9 NSÍ 7 1 1 5 9 14 -5 4 10 FC Suðuroy 7 0 2 5 1 11 -10 2 Effodeildin EFFo-Deildin 8. umfar upptakt Tvær tær seinastu ferðirnar eru klaksvíkingar farnir av vøllinum við fullari úrtøku. 3-2 heimasigurin á NSÍ og ikki minni 2-0 sigurin á Svangaskarði ímóti B68 kendust søtir. Mikudagin vóru Páll Guðlaugsson og aðrir i KÍ leguni eygna­vitnir í Fuglafirði, tá ið FC Suðuroy fyri tað mesta megnaði at halda toppliðnum Víkingi frá stórum møguleikum. FC Suðuroy eigur framvegis fyrsta sigurin til góða. Tað er troyttandi fleiri ferðir í somu viku at ferðast norður um at spæla , og útgangsstøðan í Klaksvík verður at verja og so dúva uppá, at tað skal eydnast at skora eina ferð. Miðverjin Sasa Kolman og framrættaði David Asare teljast millum lyklaspælararnar. Teir hava báðir verið skaðaplágaðir, og tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla í Klaksvík. Hjá KÍ verður ikki roknað við, at Kristoffur Jakobsen verður tøkur fyrrenn um eina viku. Gunnar Christiansen og Jóhan Jacobsen eru um at vera tøkir aftur eftir skaðasteðg. joannes@sosialurin.fo KÍ - FC Suðuroy: Eiler Rasmussen sunnudagin klokkan 15.00 Jóannes Hansen Síðsti mánaðurin hevur verið alt annað enn góður hjá B36. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur árs­ talsfelagið tapt 2-1 í Gundadali. Soltna úrtøkan hevur borið við sær, at B36 er níggju stig frá fremsta pláss­inum. Víkingur er topplið, og um víking­arnir sunnudagin megna at fara úr Gundadali við fullari úrtøku, so verður fjarstøðan frá B36 og fram til Víking tólv stig. – Stigatalvan sigur, at talan er um lyklauppgerð. Í løtuni hava vit fokus á at fáa spælið at rigga, at spæla okkum til møguleikar og ikki minst at fáa mál burtur úr møgu­leikunum. Lagið er gott undir venjingunum, men sjálvandi kenna vit støðutalvuna, staðfestir Atli Danielsen, sum var burturstaddur, tá ið B36 tapti 2-1 ímóti HB, og tískil ikki var vitni til, at tríggir av liðfeløgunum vórðu vístir av vølli og harvið eru leikbannaðir undan lykla­uppgerðini ímóti Víkingi. Málverjin Meinhardt Joensen, liðformaðurin og miðvallar­stríðs­ maðurin Klæmint Matras og Símun Hansen eru leikbannaðir. Høgni Eysturoy er skaddur, og tað er Dánjal Rói Olsen eisini. – Tað er saknur í teimum, men vit halda okkum framvegis hava eitt gott lið. Sjálvandi fer tað at síggjast á beinkinum, at so nógvir av teimum, sum hvørja ferð eru við, ikki eru tøkir hesa ferð. B36 hevur spælt fimm ferðir í Gundadali higartil í ár. Einasta ferðin, at meistararnir eru farnir av heimavøllinum við fullari úrtøku var eftir fyrsta umfar, tá ið FC Suðuroy tapti 1-0. Meðan B36 alla vikuna hevur savnað seg um fyrireikingarnar til sunnudagin, so var tað ikki fyrrenn eftir 1-0 steypasigurin á FC Suðuroy mikukvøldið, at Víkingur fór at hugsavna seg um avbjóðingina í Gundadali. Mikukvøldið var Kaj Leo í Bartalsstovu eina løtu á vøllinum. At hann er um at koma fyri seg aftur kann verða stórur styrkur, tí Kaj Leo var fyrstu umførini ein av teimum mest eyðsýndu á topp­ liðnum. Lasse Qvist og Hans Jørgen Djurhuus eru skaddir, og Bárður Hansen er burturstaddur. joannes@sosialurin.fo B36 - Víkingur: Ransin N. Djurhuus sunnudagin klokkan 15.00 Í HB hava teir ikki langa tíð at hvíla seg eftir vónbrotið í steypakappingini mikukvøldið. Longu seinnapartin leygar­ dagin eigur HB heimadyst ímóti ÍF. Í landskappingini hevur tað higartil gingið væl hjá HB, sum framvegis ikki hevur tapt. Sigfríður Clementsen hevur ikki havt nógvar møgu­leik­ar at seta sínar menn upp. Setn­ ingurin er at fáa teir aftur í góða lagið, sum teir mikukvøldið vístu í 1. hálv­leiki ímóti EB/ Streymi. Og so er spurningurin, hvør skal taka uppgávuna á seg, um tað verður bríkslað fyri brotssparki til HB! Hjá fuglfirðingum royndist tað væl í fyrstu umførunum, men síðani er stígur komin í. Tríggjar tær síðstu ferðirnar hevur ÍF einki stig vunnið! Tá ið ÍF fyri viku síðani tapti 2-1 á heimavølli ímóti EBStreymi, var avrikið gott. Trupulleikin var, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku úr møguleikunum. Tað er ein stórur trupulleiki! Í báðum legunum er tað kapping um plássini á liðnum. Onkrir spælarar eru ivasamir. Eitt nú Jan Ó. Ellingsgaard hjá ÍF, sum orsaka av skaða ikki var við ímóti EB/Streymi HB - ÍF: Rúni Gaardbo leygardagin klokkan 17.00 Í morgin er 120 ára føðingar­ dagur á Tvøroyri. TB varð stovnað 12. mai 1892 og er elsta fót­bóltsfelagið í landinum. Føðingar­dagurin verður hildin í morg­in, tá ið B68 vitjar á nýggja vøllinum við Stórá. Eftir vónbrotið á heimavølli ímóti KÍ, sum vann 2-0, seta toftamenn nøsina eftir sigri í Trongisvági. Teir fara suður í kvøld at fyrireika seg, og um tað eydnast teimum at vinna, so skriva teir søgu sum fyrsta felagið, ið vinnur á TB á nýggja vøllinum. Liðformaðurin og mið­vallar­ generalurin Jann Ingi Petersen var uttanfyri ímóti KÍ. Nú er hann tøkur aftur. Tað er eisini møguleiki fyri, at Emanuel Ukpai verður við. Álops­spæl­ arin hevur verið skaddur alt hetta kappingarárið. TB úrtøkan tvær tær sein­ astu ferðirnar er fýra stig, og fótbóltslagið er gott á Tvøroyri. Tað er kapping um plássini á liðnum. Tað eru tíggju ár síðani, at TB og B68 hittust í lands­ kappingardysti í bestu deildini. Fyri júst tíggju árum síðani – 9. mai 2002 ella tá ið TB fylti 110 ár – vann B68 4-1 á Sevmýri. Seinni á árinum var úrslitið 0-0 á Svangaskarði. TB - ÍF: Lars Múller leygardagin klokkan 15.00 Uppskriftin er púra greið Síðsti møguleiki hjá B36 Fótbóltur Fleiri lyklaspælarar sita uttanfyri, tá ið meistararnir á heimavølli ímóti toppliðnum fáa síðsta møguleikan at koma fyri seg og verða partur av stríðnum um FM heitið, sum teir í B36 ógvuliga fegnir vilja endurvinna 120 ára føðingar­dagur við Stórá Pílarnir peika hvønn sín vegin Jákup á Borg og B36 høvdu gott tak á teimum ljósabláu í fjør. Spurningurin er um undirmannaðu føroyameistararnir kunnu gera nakað við høgt flúgvandi víkingarnar hesuferð.