fríggjadagur 11. mai 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 53 · 11. mai 2012
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hann er tann royndi fiskimaðurin.
Tann bersøgni skiparin av bygd, sum
sigur sína hjartans meining. Hart. So
at øll hoyra – og summi mugu halda
fyri oyruni. Hann er tann av verandi
tingmaning, sum hevur sitið longst í
løgtinginum. Fyrstu ferð valdur í 1984,
burtur eitt skifti fyri nøkrum árum
síðani, men gjørdi comeback á seinasta
løgtingsvali.
Nú er Henrik Old ein útdoyggjandi
rasa í løgtinginum. Tann seinasti fiski
maðurin, sum er eftir í landsins parla
menti. Tá ið hann setti seg í stólin í
løgtinginum fyrstu ferð, hevði hann
siglandi menn undir liðini á sær, og
stundum vóru 12 ella 13 menn, sum
høvdu siglt, partur av tingmanningini.
Nú skal hann fóta sær millum aka
demikarar, lærarar og onnur bókliga
útbúgvin fólk við fáum politiskum
royndum.
– Eg havi ilt við at blíva samdur
við nógv av teimum nýggju fólkunum.
Eg havi eina aðra meining enn nógv
av teimum, og hóast fólk lurta, so er
tað ikki altíð, at tað ber til at fáa alt
ígjøgnum, tí tað er eitt heilt annað
fólkaslag, sum situr í tinginum nú,
samanborið við tá eg kom fyrstu ferð í
løgtingið í 1984, sigur Henrik Old.
– Stór útskifting hevur verið hesi
árini, og av øllum teimum tingfólkunum,
sum vórðu vald í 1990, eri bert eg eftir.
Poul Michelsen var eisini valdur í
1984, men hann var nógv ár burtur
frá løgtinginum. Tað er eingin eftir av
vanligum menniskjum í løgtinginum,
um eg kann siga so. Tá ið eg kom í
løgtingið, vóru vit eini 13-14 menn,
sum høvdu havt við fiskivinnu at gera. Í
dag eri bert eg eftir av fiskimonnunum,
og við hvørt kenni eg meg eitt sindur
fremmandan í tinginum. Og tað kann
stundum eisini verða trupult at fylgja
við í orðaskiftinum, tí tað er so høgt
flúgvandi, at eg má klípa meg í læri fyri
at vita, um eg eri í Føroyum.
Facebook órógvar
Henrik Old sigur uppliva eina ting
manning, sum hugsar meira um at
sleppa á Facebook ella í fjølmiðlarnar
at markera seg, enn um at luttaka í
orðaskiftinum í løgtinginum.
– Alt tað yngra fólkið situr í løg
tinginum við eini teldu framman fyri
sær. Summi eru á Facebook, og summi
senda tíðindaskriv út við pástandum
um tað, sum tey hava avrikið í løg
tinginum. Tað virkar púra hen í tað bláa
í mínari verð. Eg haldi, at í fleiri førum
kemur Facebook fram um orðaskiftið
í løgtinginum. Og fólk hungra eftir at
gera vart við, at tey hava verið við í
onkrari atkvøðugreiðslu í tinginum,
men tað er jú arbeiðið hjá teimum at
atkvøða, sigur Henrik Old.
– Alt hetta ger, at orðaskiftið í løg
tinginum verður forkvaklað, og tú sært,
at summi fólk eru ikki við, hóast tey eru
til staðar. Serliga samgongufólk tykjast
úrkoblað, og eg sakni, at tey fara upp á
røðarapallin at siga sína meining. Tað
ringasta av øllum er, at tingfólk ikki
siga sína hugsan um tey ymsu málini.
Tað er bedrøviligt fyri eitt demokratiskt
land, at fólk ikki vilja ella tora ella ikki
kenna seg í standi til at siga sína mein
ing í tinginum.
– Nú eri eg ikki á Facebook, og eg
eri kanska eitt sindur afturhaldandi í
so máta. Mær dámar betur at tosa við
fólk, og tað geri eg nógv av. Men eg
haldi, at Facebook hevur eina keðiliga
ávirkan á kjakið í løgtinginum, tí fólk
halda tað verða vigtigari, at tey fáa sagt
úteftir, hvat tey hava atkvøtt fyri ella
ímóti, heldur enn at taka lut í orða
skiftinum. Hyggur tú út yvir salin, so
sært tú, at nógv fólk sita við telduna,
tykjast fráverandi, og fylgja ikki við í
tí, sum fer fram í tinginum. Tað kann
verða, at tey gera tað alíkavæl, men sita
tey við proppum í oyrunum, er tað av
markað, hvussu nógv tey kunnu hoyra
av orðaskiftinum. Eg haldi, at Facebook
ger, at tað er alt ov lítil luttøka í orða
skiftinum í tingsalinum.
Gransking út í rúmdina
Nú um dagarnar samtykti løgtingið, at
fæið frá sjúkrakassunum skuldi koyrast
í ein granskingargrunn – umleið 30
milliónir krónur. Hetta upplivdi Henrik
Old sum eitt margháttligt mál.
– Alt skal granskast, og tað er líka
mikið, hvat orðskiftið er um, so verð
ur tú bombaður í høvdið við, at ein
gransking vísti tað og tað, og so skalt
tú tiga. Nú hava vit fingið ein gransk
ingargrunn við 30 milliónum krónum
frá sjúkrakassunum. Uppskotið var ikki
meira enn samtykt, so vóru fýra fólk
út og boðaðu frá, at júst tey høvdu av
gerandi atkvøðuna í málinum og høvdu
yvirtalað øll hini til at samtykkja upp
skotið.
– Og nú fáa tey so loyvi at granska við
pengunum úr granskingargrunninum,
men 90 prosent hoyrir tú ongantíð nakað
til aftur. Tað hvørvur út í rúmdina, og
pengarnir fara sama veg. Tey, sum
duga best at skriva eina umsókn, fáa
pengarnar, men úrslitið kunnu vit altíð
diskutera, tí tað kemur lítið og einki
burtur úr hesi øgiligu granskingina,
Henrik Old er skiparin av bygd, sum heldur dundurtalur millum tey
útbúnu í Havn. Hann er tann av verandi tingmaning, sum hevur sitið
longst í løgtinginum. Men hann er eisini ein útdoyggjandi rasa – seinasti
fiskimaðurin í tinginum. Vit hittu hann til eitt prát um tingarbeiði og
órógvið av Facebook, um at brøla og um akademiska orðaskiftið
Seinasti
sjómaðurin