Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 11. mai 2012 5 VIKUSKIFTI mynd: heinesen myndir sum einaferð skuldi verða loysnin upp á allar trupulleikar í Føroyum, heldur Henrik Old. – Tað er ein elita, sum møtist í Norðurlandahúsinum nakrar ferðir um árið at tosa um granskingarúrslit, men onnur fólk í Føroyum hava ikki pejling av, hvat gongur fyri seg. Eg haldi, at tað fer eitt sindur ov langt við hesum akademiska granskingarumhvørvinum. Tey tosa bara um at bomba milliónir í, men hvat kemur útaftur tað má tíð­in vísa, og tað kemur forskrekkiliga lítið burtur úr til frama fyri føroyingar. Men vónandi kann granskingin við peng­ unum frá sjúkrakassunum verða við til at gera okkum frískari og sunnari, men eg haldi, at vit skulu konsentrera okkum um nøkur fá øki, sum vit hava ein kjans at fáa nøkur úrslit burturúr og ikki royna at gapa um alla verðina, sigur hann. Akademiskt orðaskifti Tingmanningin er nógv broytt seinastu 20 árini, og við manningin er eisini orða­skift broytt. – Orðaskiftið í løgtinginum er blivið meira akademiskt, og ein partur av fólk­inum kring landið følir, at tey eru ikki á bylgjulongd við kjakið. Og tað er tí, at tingfólk royna at pakka sínar mein­ingar inn í innpakningspappír, so tað skal ljóða betur úteftir, heldur at siga greitt hvat tey halda, sigur Henrik Old. – At vit fingu eitt valdømi hevur gjørt, at útjaðarin hevur trupulleikar, og tað er elitan á miðjuni, sum skal dominera, og talið á tingfólk frá útjaðaranum fer bara at lækka. Og tað er ein trupulleiki, tí í einum demokratiskum samfelag má tann politiska leiðslan verða umboðað av øllum fólkum. Ikki minst av teim­um, sum tað eru flest av, teimum van­ligu menniskjunum– arbeiðsfólki, fiski­ monn­um og tímaløntum. Men tað er mest sum eingin, sum talar teirra sak í politisku skipanini. Tað er ein greiður tendensur, at tað blívur størri og størri fjarstøða millum politikararnar og vanliga fólkið kring landið, og tað er serliga komið, eftir at Føroya blivu eitt valdømi. Tá ið eg fór fyrstu ferð í løgtingið, kom eg beinleiðis av skipi og fór á ting. Tað hevði ikki kunn­að komið fyri í dag, og tí blívur mann­ ingin í løgtinginum meira og meira mið­savnað. Seinasti fiskimaðurin Henrik Old er í løtuni einasti – ella kanska seinasti – fiskimaðurin í løg­ ting­inum. – Onkuntíð tá eg siti aftast har í ting­salinum, hugsi eg, um tað mann fara at koma nakar eftir meg, sum hev­ur líknandi sjónarmið sum eg og hevur bakgrund sum fiskimaður. Eg eri bangin fyri, at tað fer at knípa. Og Før­ oyar liva víðari hóast tað, men eg haldi, at tað er spell, at tey sjónarmiðini ikki verða umboðað í løgtinginum, sigur hann. Skiparin úr Vági sparir seg ikki í orðaskiftinum, og hann hoyrist burtur úr tingmanningini. – Onkur sigur við meg, at eg tosi ov hart. Og eg tosi hart, serliga um eg skal tosa skjótt ella blívi ivrigur. Men kann eg ikki rýma undan mínari bakgrund á sjónum, har tað er stundum er neyðugt at geva greið boð og gera eitt brøl við hvørt. Sum ungur var eg umborð á línubáti í nøkur ár, og vit stóðu mest uppi á einum buldrandi ljósmotori og egndu, og vit hoyrdu ikki mannamál í egninga­skúrinum. Skuldu eg siga nakað við síðumannin, so mátti eg rópa. Og sum skipari í sjaskveðri, má eg eisini við hvørt gera eitt róp fram á dekkið til tann, sum stendur við spælið, og ofta hava vit bara sekund at geva út av. – Hetta hevur fylgt mær í løgtingið, og tað kann verða eitt sindur troyttandi fyri summi tingfólk, og tey mugu kanska halda fyri oyruni, men tey sum sita við telduna við oyraproppum, verða so ikki nerva av tí. – Eg og Johan Dahl hava havt eina avtalu um, at tá eg snakki ov hart, so skal hann geva mær tekn, og tá hann snakkar ov títt, skal eg geva honum tekn, men vit blíva so ivrigir, at vit gloyma at hyggja eftir hvørjum øðrum. Verður tú tann seinasti sjómaðurin í tinginum? – Eg hopi tað ikki. Men eg eri bang­ in fyri, at eg verði tann seinasti fiski­ maðurin. Kanska onkur útsiglari kann koma í løgtingið, men eg havi ikki stór­ ar vónir um, at nakar fiskimaður kemur í tingið eftir meg. Fakta Navn: Henrik Old Aldur: 64 ár Bústaður: Vágur Familja: Giftur Elsebeth, tey eiga 4 børn Yrki: Fiskimaður síðani 1964. Skipari síðani 1977 Løgtingsmaður: 1984-2008, 2011- – Eg eri einasti fiskimaðurin, sum er eftir í løgtinginum, og við hvørt kenni eg meg eitt sindur fremmandan í tinginum. Tað kann stundum eisini verða trupult at fylgja við í orðaskiftinum, tí tað er so høgtflúgvandi, at eg má klípa meg í læri fyri at vita, um eg eri í Føroyum, sigur Henrik Old