fríggjadagur 11. mai 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 53 · 11. mai 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ innu
inna@sosialurin.fo
Eitt tað stuttligasta við summarinum er at síggja tað grógva. Tað
nýtist ikki at vera ein heil eplavelta – ein pottur av basilikum ella
grasleyki eru minst líka góð. Og tú kanst hava í køkinum ella á altanini
Set niður í summar
Urtir eru lættar at fáa at trívast og eru frálíkar at nýta til matgerð. At blaka eitt
sindur av basilikum í salatina ella gera borðvatnið meiri spennandi við sitrónmeliss er
luksus um summarið. Fræið kann ein keypa í flest øllum størri matvøruhandlum, og
so er bara at seta í moldina. Flestu urtir trívast væl í potti, og best er, um man hevur
tær nær við køkin, so at tað er lætt at klippa eitt petti av teimum, tá tær lystir.
Soleiðis trívast urtirnar best
1. Urtir trívast í sól og fáa nógvan smakk, um tær standa heitt.
2. Urtaplantur, sum eru at fáa í matvøruhandlum, hava ofta ikki so sterkar røtur
og doyggja tí lætt. Keyp heldur fræ ella plantu frá einum blómuhandli.
3. Potturin, urturnar skulu plantast í, má hava hol í botninum.
Urtir dáma ikki at standa í ov nógvum vatni.
4. Gev teimum vatn, tá moldin er heilt turr.
5. Um tú skal turka urtirnar fyri at nýta tær alt árið,
er tað best at heinta tær um morgunin.
Undurverk við einum platti
Er tað nakað, sum er nógv at síggja á keiøkjum í Føroyum, so eru tað plattar. Ofta
ljótir, eitt sindur brotnir og allarhelst eiga teir ongan góðan. Tað haldi eg, at vit
broyta uppá nú! Far og finn tær ein nøkulunda heilan platt og ger síðani hetta.
1. Dekka og fest baksíðuna við einum sterkum havadúki.
2. Fyll plattin við mold
3. Planta blómur, urtir ella hvat tær lystir og vend
plattinum upp eftir einum húsaveggi.
4. Voila – ein ljótur plattur gjørdist ein heilur havi!