fríggjadagur 11. mai 2012síða 43
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 53 · 11. mai 2012
7
VIKUSKIFTI
Hvat er tað besta við starvinum?
Starvið er varierandi, og eg møti
nógvum ymiskum fólkum
Er nøkur serlig
hending í starvinum
tú minnist?
Tá tað bleiv
ringt til mín um
gassspreingingina
á Hotel Hafnia
fyri jól í 2010
Hvat ger tú í frítíðini?
Eg eri fótbóltsvenjari hjá smádreingjum hjá HB
Hvussu heldur tú teg í form?
Eg gangi, renni og venji á rógvimaskinu
Er tú til føroyska náttúru ella
suðurlendskar strendur?
Mær dámar væl hita, so eg eri til
suðurlendskar strendur
Hvat er tað besta, tú fær at eta?
Lambsrygg
Er tú veiðimaður?
Mær dámar at fara
á flot, men tað er
langt ímillum
Hvat er besti filmur tú hevur sæð?
»Ikke uden min datter«
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Øllum tónleiki – serliga føroyskum
Hvør árstíðin er hin besta?
Summarið
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Fótbólti og Degi & Viku
Hvør bók liggur á
náttborðinum?
Ein bók um Dalai
Lama »Vejen til
et bedre liv«
Hvat ger tú um 10 ár?
Eg veit tað ikki – kenni ikki dagin í morgin
Føroyingar mótmæla. Føroyingar
mótmæla øllum. Føroyingar eru
eitt mótmælandi fólk. Sjáldan
ella ongantíð viðmælandi, altíð
mótmælandi.
Einki uppskot er so frálíkt, at
tað kann ikki mótmælast. Einki
uppskot er heldur so vánaligt, at
tað kann ikki mótmælast.
Alt er nakað lort. Einki er
so ringt, at tað kann ikki gerast
verri.
Eingin sparing er so eyðsýnd,
at hon verður ikki mótmælt.
Fyri tveimum vikum síðani
var eitt øgiligt rok, tí niðurslitin
fólk skulu noyðast at arbeiða til
tey fylla 68. Og tá tey fylla 68
skulu tey halda fram at arbeiða
til tey fylla 69. Mótmæli. Ella
mismæli.
Fyri einari viku síðani var
hann sjálvur ríkisleiðarin í
neðra aftur leysur við báli og
brandi. Nú blivu fólk biðin um at
gevast at arbeiða, tá tey fylla 67.
Mótmæli.
Sum ikki túsund aðrar ferðir
vóru mannarættindasáttmálin
og Mannarættindadómstólurin
hálaðir fram at hótta við. Løgið
við øllum hesum áganginum
á mannarættindini, at
Mannarættindadómstólurin ikki
er um at kódna av stevningum úr
Føroyum.
Nú koma vit til hitt, sum
føroyingar eisini duga so væl, at
hótta.
Hótta við at fara til
Mannarættindadómstólin.
Fakfeløgini hótta við tiltøkum
og svørðssløgum, sum ongantíð
koma, samgongumenn hótta við
at fara, men fara ongantíð, tí teir
hava fingið okkurt lyfti.
Hví mótmælir eingin, at
eingin slítur samgonguna? Hví
mótmælir eingin, at eingin fer til
Mannarættindadómstólin?
Hví mótmælir eingin, at
fakfeløgini ikki fáa fingurin út?
Um onkur ætlar at stovna
holdingfelagið Nøgdir føroyingar
og atknýttu dótturfeløgini
Vælnøgdir føroyingar og Relativt
nøgdir føroyingar verður tað
sjálvandi mótmælt.
Útarmað fólk eiga ikki at
noyðast at gevast at arbeiða, tá
tey eru 67. 67 er eingin aldur
annar enn arbeiðsførur aldur.
Tey 67 ára ungu klára sum einki
nøkur afturat sum lønartrælir.
Ikki minst vit, sum arbeiða hjá tí
almenna. Vit noyðast, tí okkara
løn verður tann sama, tá vit fylla
67, sum hon er nú.
Á aðalfundinum hjá Starvs
mannafelagnum hevði eg
uppskot um, at felagið fær sær
professionell fólk at samráðast
fyri seg, ein advokat til dømis.
Uppskotið varð sjálvandi
kolldømt og felt. Tí eingin dugur
betur at samráðast enn nevndin
sjálv.
Arbeiðarafeløgini fingu ein
ikki so vánaligan sáttmála. Ein
nógv betri sáttmála enn vit hjá tí
almenna fingu.
Hvør var samráðingarleiðari
hjá teimum? Var tað ikki ein
advokatur? Nei, eg veit ikki.
Nú mundi eg gloymt at
mótmæla, at vit noyðast at lata
ALS meira fyri at fáa minni,
missa vit arbeiðið. Er hetta tað,
tey kalla minni fyri meira?
Nei, annað er ikki at gera
enn hasin filosoffurin mælti til á
sinni, fara aftur til náttúruna.
Vinur mín, hin kroniskt illi
gásarsteggin, stóð og hugdi inn í
gásarhúsið í nakrar dagar. Dagin
fyri flaggdagin var úrslitið har. Tá
eg fór til arbeiðis um morgunin,
stóð hann har og hugdi inn, var
farin at ótolnast. Tá eg fór til hús
eftir døgurða, vóru bøgan og 13
gulir ungar úti á stykkinum, hvør
fittari enn annar, hóast allir eru
eins.
Steggin mótmælir hvørja ferð,
eg gangi framvið og nú eisini
steðgi fyri at eygleiða gula hópin.
Eg ynskti honum tillukku,
men hann físti bara aftur og
mótmælti, at eg stóð har og hótti
við Djóraverndarfelagnum og
Gásarfrælsisdómstólinum.
Tað er einmælt mótmælt,
svaraði eg og fór heim til ein
single malt.
Eftirmæli: eg viðmæli at
frámæla at mótmæla.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Páll á Reynatúgvu
lagt til rættis: Leo Poulsen
Gassspreingingin
á Hafnia stendur
í minninum
Tað sigur Annfinn Hansson stjóri í Sp/f Føroya
Gassølu, sum dámar væl hita, og tí er til suður
lendskar strendur. Hann venur smádreingirnar hjá
HB í frítíðini, og so dámar honum væl at fara á flot
Einmælt mótmælt