Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 11. mai 2012 8 VIKUSKIFTI Uppaling Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Anna Wahlgren er víðagitin høvundi, og hennara nógvu bøkur um uppaling eru nærmast heilagar hjá nógvum barnafamiljum. »De kære børn«, sum kom í 1983, er tann mest kenda av teimum, og bara í Norðanlondum er ein hálv millión av bókini seld. Jesper Juul er kanska tann einasti, sum kann sigast vera meira kendur í Norðanlondum innan økið barna­aling. Anna Wahlgren var ein undan­ gongu­kvinna á nógvan hátt. Hon átti børn, skildi seg, gifti seg av nýggjum og fekk fleiri børn. Tey elstu eru fødd í 1960’unum og tey yngstu í 1980’unum. Bøkurnar skrivaði hon meðan børnini vóru smá, og hennara háttur at fáa pinku­børn at sovna sjálvi, við at leggja tey á búkin, í staðin fyri á ryggin, er nógv brúktur hóast at kanningar vísa at vand­in fyri pinkubarnadeyða er størri á búk­inum. Anna Wahlgren mælur tá til at foreldur nýta ein alarm undir barn­ inum. Ongin nýmótans nanny ella høvundi hevur nakrantíð áður tora at sett seg upp ímóti Onnu Wahlgren – fyrrenn nú. Og tað er ikki einhvør, ið sigur sína hugsan. Triðelsta dótturin Felicia Feldt (eftirnavnið er dulnevni) hevur nú tikið til orðanna. Tann barndómur, hon lýsur, er so langt frá einum perfektum barndómi, sum tað ber til at koma. Á kápuni á bókini, ið hevur heitið »Felicia førsvann«, skrivar hon: »Ídag skulu vit latast sum um, Jack ikki er til. Nú skal hann læra seg at blíva til fólk, sigur mamma. Charlotte spyr bangin, men skulu vit ikki tosa við hann? Nei, hann skal læra, hvussu tað er ikki at vera ein partur av hesum flokkinum«. Tey níggju børnini høvdu fýra ymiskar pápar, men nógv fleri fostur­ pápar, eftirsum Anna Wahlgren var gift fimm ferðir og samanbúgvandi við nógvum fleiri. Stóra familjan flutti allatíðina, Felicia lýsir, hvussu hon støðugt skifti skúlar – einaferð hitti mamman ein egyptiskan mann, og tá fluttu øll til Egyptaland. Pápanir hjá børnunum høvdu onki at siga, og børnini hittu teir sjáldan. Ein beiggi doyði í difteri, meðan tey búðu í Egyptalandi. Nógvir av trupulleikunum í familj­ uni stóðust av, at Anna Wahlgren drakk ov nógv. Hon var ofta full fleiri dagar á rað, og við hvørt hungraðu Felicia og systkin hennara. Ballini vóru oftani heima hjá henni, og Felicia lýsir, hvussu vaksnir menn løgdu seg í hennara song. Skelkandi Nógv í bókini er sera skelkandi at lesa, og eitt tað sterkasta brotið er tá Felicia skrivar um dagin áðrenn føðingardagin. Fyri at børnini skuldu uppliva føðingar­ dagin sum serstakliga góðan, var dagurin áðrenn fødingardagin kallaður »happingardagurin«. Tá skuldu børnini gera køkin og baðirúmið reint. Tey, vóru happað við ljótum orðum og sluppu ikki at sita saman við hinum til døg­verða­borðið – og tey skuldu eta eitt kalt toskar­høvd! Ein av orsøkunum til at Felicia Feldt hevur skrivað hesa bókina er, at hon vil greiða frá, hví hon ikki kann fyrigeva mammu síni. Hon hevur roynt at fyri­ givið, men er vorðin vónbrotin so ofta, at hon nú til endans hevur uppgivið mammuna. Tí er endin av bókini eisini ein jarðarferð – hóast Anna Walhgren er á lívi! Tey yngru syskini hjá Feliciu Feldt hava í viðmerkingum til bókina sagt, at hetta eru lygnir. Onki av tí, sum Felicia skrivar, er sannleiki, vilja tey verða við. Onkur, við innlit í stóru familjuna, hev­ ur sagt, at tað var munur millum tey eldru, har Felicia er, og tey yngru. At skilið við øðrum orðum gjørdist betri við teimum yngru. Men skuldi bert ein lítil partur av bókini verið sannleiki, er Anna Wahlgren fyri alla tíðir liðug sum barna­upp­alingsguru. Hon hevur valt at ikki viðmerkja bókina meira enn við hesum orðunum: »Hendan bókin kemur sum eitt yvirraskilsi fyri meg. Felicia roynir við henni at taka heiður og æru frá mær. Mítt svar er ikk at taka heiður og æru frá henni. Annars havi eg ongar aðrar við­ merkingar«. Mamma hennara kallaði seg sjálva fyri »heimsins besta mamma«, og tey flestu hildu við henni. Lítið vistu tey, hvat sum hendi innanfyri veggirnar hjá Onnu Wahlgren og hennara 9 børnum. Nú vita vit eitt sindur og tað er ikki hugnaligur lesnaður Mynstur-­ mamman var monstur­- mamman Nakrar av bøkrunum hjá Onnu Wahlgren • De kære børn • Sove hele natten • Spørg om de kære børn