Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 11. mai 2012 10 VIKUSKIFTI Greinarøð Óli Samró Men so eru tað nøkur heilt fá feløg sum virka tvørturum landamørk og sum fáa fígging til fiskivinnu í fleiri londum. Hesi feløg stýra í dag meginpartinum av altjóða fiskivinnuni. Hesi feløg »taka heimshøvini«. Leisturin tey nýta er: Rúmlig fígging, bílig manning og gomul skip. Í stuttum vilja bankarnir einans fíggja reiðarí við eini langari søgu í bank­anum og við flottum roknskapum yvir eitt langt áramál. Feløgini mugu vísa, at tey duga at reka skip og fiski­ vinnu. Nøkur kunna prógva, at tey duga at arbeiða við loyvum og fiski­ vinnu tvørtur um landamørk – ofta í fleiri ættarlið. Flest øll selja fiskin sjálvi, hava stýr á goymslum og flutn­ ingi og stýra á ymiskan hátt heims­ marknaðinum. Um okkara leiðir er tað fyrst og fremst hollendingar og í minni mun norðmenn og íslendingar. Men tað mest aggresiva felagið seinnu árini hevur verið eitt risastórt kinesiskt felag, ið veruliga hevur ognað sær loyv­ ir á heimshøvunum. Teir fáu bankar, sum vilja fíggja fiskivinnu, dáma hesi feløg. Bankarnir játta hesum feløgum rúmliga fígging. Afturfyri venda reiðaríini aftur við sann­førandi kvartalsroknskapum. Og so kunna teir í felag gleðast um sam­ starvið. Ofta vilja bankarnir einans fíggja, um engagementið er størri enn 100 mió. dollararar. Bankafólkini hava ong­an áhuga í minni feløgum, tað fer ov nógv burturav til umsiting og kostn­ aðir. Fyri stuttum ognaðu tvey feløg sær meginpartin av Barentshav-kvot­uni hjá spaniólum og bretum, svart­kjafta­ kvotuna hjá fransmonnum umframt loyvir í Føroyum. So grundarlag er fyri, at kvatalsroknskapirnir verða enn betri komandi árini. Føroyar hava eitt risapotentiali. Tað vita útlendsku reiðaríini. Men tað er eisini ein risa váði at gera íløgu í fiski­ vinnuna í Føroyum, tað vita tey eisini. Serliga er tað politiski váðin í samband við umsitingina av loyvunum. Við at gera íløgur í føroysk loyvir kunna tey vinna nógvan pening, um loyvið gongur sum ætlað ella betur. Tað hava vit fleiri dømi um. Men sannlíkindini eru stór, fyri at tey gera íløgu í eitt virðisleyst loyvi, tað eru tað eisini nógv dømi um. Vinnarar og taparar kunna hava øvutan track record í ymiskum londum – vinna pening í einum landi og tapa í einum øðrum. Men eitt land, ið livir av fiskivinnu, roynir sjálvsagt at fáa sum mest burtuúr til borgararnar í landinum. Tí hava flest øll eina meining um, hvussu fiskivinnan skal skipast. Og tað hava politikararnir og politisku flokkarnir eisini ymiskar meiningar um. Tí broytast fortreytirnar eisini javnan. Á íleggjaramáli eitur tað politiskur váði. Alt eg kann minnast, hevur tað verið viðgjørt, í hvønn mun útlendingar skulu hava loyvi at gera íløgur í før­ oyska fiskivinnu. Sama kjak hevur verið í Norra og Íslandi. Norra og Ísland hava tó verið meira avgjørd um, at tað ynskja tey ikki. Í februar 2010 setti lands­stýris­mað­ urin í fiskivinnumálum Jacob Vester­ gaard ein serfrøðingabólk at lýsa út­lendskan kapital í føroyskari fiski­ vinnu. Í bólkinum sótu Heri Joensen, bú­skapar­frøðingur, Sunniva Sólarris, løgfrøðingur, og undirritaði samskipaði arbeiðið. Álitið hevur ikki verið nógv viðgjørt í almenna rúminum. Tí verður niðanfyri tikið burtur úr samandráttinum. Eitt sindur av faktuellari bakgrundsvitan! Tað má viðmerkjast, at síðan frá­ greiðingin var skrivað í 2010, hava út­lendsk feløg gjørt stórar íløgur í par­trol­arabólkin. So grundarlagið í frágreiðingini má setast í mun til veru­leikan í dag. Tó er eingin ivi um, at høvuðs­boðskapurin kann nýtast. Vinnulívsfólk gera íløgu í loyvir og fiskivinnu í Føroyum, um líkindini fyri at fáa nøktandi avkast er størri enn váðin. Peningastovnarnir gera sær somu tankar. Peningastovnar vilja einans lána pengar, um sannlíkindini at fáa peningin aftur við vinningi er størri enn váðin. Og eingin kann gera íløgu uttan fígging. Í dag eru bert heilt fáir bankar, ið vilja fíggja fiskivinnu í Norðuratlantshavi. Flestu feløg virka tí lokalt við lokalari fígging Útlendskur kapitalur í føroyskari fiskivinnu Fólksins ogn Óli Samró skrivar greinarøð um fólksins ogn og føroyska fiskivinnu. Onnur grein er um loyvini. Seinni greinar verða millum annað um loyvir, útlendskan kapital, um lønsemi og um ráðgevingina hjá ICES, Havstovuni og Fiskidaganevndini.