Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 11. mai 2012 11 VIKUSKIFTI Frágreiðingin »Útlendskur kapitalpartur í føroyskum fiskiskipum« Eingin grund er at halda, at munur er á, hvussu skip við útlendskum kapitali verða rikin í mun til skip við føroyskum kapitali. Hinvegin er balansan hjá feløg­um við útlendskum eigarum merkt av størri skuld, enn um tey verða saman­borin við feløg við einans før­oysk­um kapitali. Hetta er niðurstøðan í frágreiðingini »Útlendskur kapitalpartur í før­oysk­um fiskiskipum«, sum var handað lands­stýrismanninum í fiski­vinnu­málum í februar 2010, ið hevði til endamál at lýsa ávirkanina av »útlendskum kapital­parti« í fiskivinnuni. Um útlendskan kapital: • at tað eru lutfalsliga fáir aktivir útlendskir íleggjarar í føroysku fiskivinnuni • at útlendskir eigarar eru við í kapitalkrevjandi virksemi • at lutfalsliga lítil útlendskur kapitalur og fáir útlendskir íleggjarar eru í feløgum, ið royna á nærleiðum og innan fiskidagaskipanina. (Er broytt í dag, nú eru útlendsk áhugamál í stórum parti av bólki 2, partrolarunum) Um raksturin og javnan: • At feløg og skip við útlendskum eigarum hava sum heild sama rakstur sum tey skip, ið tey kunnu samanberast við við føroyskum eigarum. • Nøkur av feløgunum við útlendskum eigarum hava eina størri skuld enn líknandi feløg við føroyskum eigarum – og tí eisini hægri fíggjarkostnaðir. • Í summum førum er støðisognin lutfalsliga stór hjá feløgum við útlendskum eigarum, hóast felagið hevur lítið virksemi. • Ikki er møguligt at síggja á roknskapunum, at feløg við útlendskum partaeigarum hava serligan rakstrarkostnað, ið skilur seg frá teimum við einans føroyskum eigarum. Um skipabólkar: • Útlendskur kapitalur er í teimum skipabólkum við lutfalsliga stórum váða. Inntøkurnar hjá feløgunum eru lutfalsliga lágar í mun til javnan, eins og mangan stórar íløgur verða gjørdar sæð í mun til inntøkugrundarlagið, samanborið við líknandi feløg uttan útlendskan kapital. • Fáir útlendskir íleggjarar eru í feløgum, sum reka trolarar, línuskip og garnaskip, ið fiska á nærleiðum. (Er broytt í dag). Roknskapargreining Hóast veikt datagrundarlag so verður í frágreiðingini víst á ávís rák og ábend­ingar: Slag av krøvum Føroyar Norra Ísland Hetland/Skotland/UK Eingin avmarking til útlendskan eigaraskap. Tó skal felagið, ið eigur skip, vera heimahoyrandi í UK og skal hava eitt sokallað »genuine economic link«, sum merkir, at felagið skal dokumentera, at búskapar-ligt avkast av virkseminum fellur til UK 25% útlendskur eigaraskapur loyvdur Í mesta lagi 40% útlendskur eigara- skapur loyvdur Bara aktivir fiskimenn og reiðarar kunnu vera majoritets-eigarar av fiskiførum Eingi Í minsta lagi 75% av manningini skal vera frá einum EØS landi, og 50% av manningin skal vera frá UK 50% av veiðuni verða landað í UK Í mesta lagi 1/3 útlendskur kapital­- partur loyvdur Eingi Eingi Eingi Eigaraskapur Aktivitetskrøv Manningarkrøv Landingarkrøv Sum heild hava Norra og Ísland størri forðingar fyri útlendskum kapitali í fiskivinnuni samanborið við Føroyar. Hóast Ísland og Norra eru limir í EFTA og hava EBS-avtalu við ES, so er ikki frælsi hjá fiskivinnuni at stovna feløg frítt hjá hvørjum øðrum. Hinvegin hevur Hetland/Skotland/UK – sum ES lond – munandi lagaligari treytir fyri útlendskum lutfalli í eginpeningi enn Føroyar, Ísland og Norra. Tó eru onnur krøv í Hetlandi/Skotlandi/UK, sum gera, at útlendskar íløgur verða avmarkaðar. Samanberingin vísir, at tað ber til at hava aðrar reguleringar enn krøv um partapening og eigaraviðurskifti, ið kunnu hava størri ávirkan á raksturin. Hetta merkir, at avmarkingarnar í útlendska kapitalinum ikki einans liggja í avmarkingunum í lutfallinum í eginpeninginum, men eisini í øðrum búskaparligum ella tøkniligum krøvum til manning, landingar o.s.fr. TALVA 1: Samanbering av krøvum fyri at fáa/ varðveita veiði- og fiskiloyvi í Føroyum, Norra, Íslandi og Hetlandi/Skotlandi/UK. Grannalondini og útlendskur kapitalur Persónar, ið eiga fiskiskip í Føroyum, skulu vera føroyingar, meðan útlendingar kunna eiga 1/3 av partapeninginum í feløgum. Norsk lóggáva loyvir upp til 40% av útlendskum eigaraskapi, íslendsk lóggáva loyvir upp til 25%, og Hetland/Skotland/UK hava onga avmarking, hvat viðvíkur útlendskum eigaraskapi. Hetland/Skotland/UK hava ikki krav til kapitalin. Hinvegin so hava tey strong myndugleikakrøv um aktivitetskrøv.