fríggjadagur 11. mai 2012síða 52
Tekstur á síðuni
Jihaaa!
Hetta vikuskiftið verður Tórshavnar Countryfestivalur
hildin í ítróttarhøllini á Hálsi og á økinum rundan um
høllini. Úr útlandinum koma Arly Karlsen og Country
Sisters, og føroysk nøvn sum Hallur Joensen, Evi Tausen,
Alex Bærendsen og Magni Christiansen spæla eisini.
Konsertir verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið
Tórshavnar Countryfestivalur
Høllin á Hálsi
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið
baksíðan...
Stuðla sjúkum!
Arvaligar sjúkur í Føroyum
fáa stuðul úr Florida
Vagaportalurin
Sum so ofta
Sigurin kundi farið báðar vegir
Dimma
Røsk, eru tey...
Minst 132 fólk renna í Klaksvík
portal.fo
Ruddið forsíðuna!
Høgættin er køld
Sosialurin
Nú stendur verðin ikki longur
Maður og kvinna mugu ikki mussast
Planet
Sendingin hevur alt!
– Vit lova, at sendingin verður frísk,
frek og festlig – men tó eisini álvarsom,
og hon verður send beinleiðis...
Sosialurin
Í ranga
strúpan
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Á ferð til Korkadal
Sunnudagin fara fólk úr Havn vestur til Mykines á
útferð. Møtt verður við Kunningarstovuna í Havn kl. 9,
og síðani verður farið til Sørvágs, haðani siglt verður
í Mykinesi, har útferð verður í Korkadal. Heitt verður
á fólk, um at hava heit og góð gonguklæði, ein heitan
drekkamunn og matpakka við.
Útferð í Korkadal í Mykinesi
Úr Havn sunnudagin 13/5 kl. 9.00
Filmar úr
Kekkia
Mánadagin er kekkiskur filmsdagur
í Norðurlandahúsinum. Vístir
verða bæði spælifilmur,
dokumentarfilmur og ein røð av
stuttfilmum. Allir filmarnir hava
enskan undirtekst.
Kekkiskur filmsdagur
Norðurlandahúsið í Havn
Mánadagin 14/5 frá kl. 15.00
Djóra-
dagar
í Hovi
Um vikuskiftið hava tey djóra
dagar í Hovi. Hetta er fjórða árið,
at djóradagar verða hildnir, og
undirtøkan fyri hesum familju
tiltaki hevur verið serstakliga
góð. Hesaferð hevur verið arbeitt
við at fáa ymiskt nýtt við til
djóradagarnar.
Djóradagar í Hovi
Leygardagin 12/5
og sunnudagin 13/5
Hvør vann?
Norðlýsið skrivað í vikuni, at vinnararnir av lutaseðlasølu
hjá hondbóltsfelagnum Stjørnuni vóru funnir. Sambært
myndini, sum varð brúkt saman við greinini, var fagn
aðurin øgiligur eftir dráttin. Spurningurin er bara, hvør á
Stjørnuliðnum hevur vunnið høvuðsvinningin.
Tað kann vera, at tað skalar
mítt trúvirði. Men úr samgonguni
kunnu vit altíð fara, tí tað er nógv tað
lættasta. Hinvegin halda vit, at vit gera
størri nyttu innanfyri, har vit kunnu
forða fyri, at politikkurin verður
alt ov ósosialur
Jenis av Rana grundgevur fyri at halda fram
í samgonguni, sum hann hevur funnist
so harðliga at
Eg havi havt tað
sera ringt. Eg sat bara
í einum stóli og stardi
út í tóman heim.
Songkvinnan Katie Melua tosar um,
at hennara gjøgnumbrot sum
sangari kostaði nógv
(The Sun)
Litríkt
So var tað maðurin,
sum keypti ein hvítan
bil, lakeraði hann
bláan og angraði
seg grønan.