Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 11. mai 2012 15 VIKUSKIFTI maa anmode Selv­styre­partiet om at tage en klar stilling, saa det kan fastslaas, at denne agitation ingen bund har i den færøske befolkning«. Hendan sama dagin sat danska stjórnin á ráðharrafundi. Til viðgerðar vóru úttalilsini hjá Jóannesi Paturssyni í Noregi dagin fyri. Á fundinum varð avgjørt, at løgmálaráðharrin fyribils skuldi venda sær til Effersøe við mál­ inum. Tann 6. juli greiddi Rytter á øðrum ráðharrafundi frá samrøðuni við Effersøe. Teir vóru báðir samdir um, at danska stjórnin ikki átti at venda sær bein­leiðis til Jóannes Patursson við mál­inum, – tað hevði neyvan heldur verið politiskt klókt. Tað er lítið at ivast í, at fleiri orð hava verið skift millum Effersøe og Rytter enn tey fáu, sum standa í ráð­ harraprotokollini. Tá málið yvirhøvur varð reist á ráðharrafundi, enntá tvær ferðir, so er tað tekin um, at stjórnin tók úttalilsini hjá Paturssyni í stórum álvara. Gongdin aftaná kundi eisini bent á, at Rytter og Effersøe løgdu eina politiska ætlan, sum samsvaraði við úttalilsini hjá Effersø í Nationaltidende 28. juni 1923: Sjálvstýrisflokkurin skuldi noyðast til at taka støðu til úttalilsini hjá Paturssyni. Tað var í øllum førum ætlanin, tá Effersøe reisti málið á løg­ tingið 31. juli 1923. Á tingi sótu 10 sambandsmenn, 10 sjálv­stýrismenn, Jákup Dahl próstur, sum var sjálvstýrismaður, og amt­mað­ urin Elias Olrik, ið var dani og hevði tað avgerandi atkvøðuna, um tað stóð á jøvnum. Ósemja í Løgtinginum Sjálvstýrismenninir vóru týðiliga illa við av málinum, tá tað varð reist á løg­tingi. Tað sást greitt av kjakinum, at ikki allir sjálvstýristingmenn vóru so fegnir um úttalilsini hjá Paturssyni. Men tað eydnaðist teimum tó at standa saman um eitt uppskot, sum mælti løgtinginum frá at gera meira við spurningin um eina sameining við Noregi, sum hvørki flokk­arnir ella Føroya fólk høvdu kraft, meðan hildið varð fast um, at Føroyar høvdu verið illa stýrdar undir donskum valdi. Hetta uppskotið fall, tí uppskot Sam­ bands­floksins, har frástøða bæði varð tikin frá tankanum um eina møguliga sam­eining av Føroyum við Noregi og skuldsetingunum hjá Paturssyni um, at Føroyar vóru vanstýrdar av Dan­mark, varð samtykt. Allir tingmenn Sjálv­ stýris­floksins atkvøddu blankt. Sambært grein í Tingakrossi 29. august 1923 við heitinum »Noregs­ gølan. Eitt óeydniskvett«, høvdu sjálv­stýrisfólk illgruna um, at ætlanin hjá Effersøe við at reisa málið á tingi var, at »hinir sjálvstýrismenninir – kanska eini tveir tríggir undantiknir ... skuldu standa fram og forsaka Jóanes Patursson og allar hansara gerningar«. Sjálv­stýris­fólk tykjast kortini ikki hava havt nakran illgruna um, at Effersøe í loyndum hevði ráðført seg við Rytter, áðrenn hann legði málið fyri tingið. Høvdu teir lurta neyvari eftir Andras Samuelsen, ein av stovnarum Sam­ bandsfloksins, í løgtinginum í 1923, so høvdu teir kanska fingið illgruna um, at talan var ikki einans um eitt politiskt mál í Føroyum. Tann 13. august segði hann í løgtinginum, at málið var »at viðtaka eina erklering her, sum skapar klárheit her í Føroyum, í Danmark og í Noreg«. Hetta var eisini eitt danskt ríkismál. Danska stjórnin tekur støðu Tað vardi neyvan sjálvstýrismenn, at samtyktin á løgtingi 14. september 1923 ikki var endaliga avgerðin. Í oktober 1923 varð málið reist á fólkatingi, har eisini hin føroyski ríkisdagsmaðurin Andras Samuelsen tók orðið. Andras segði seg »beklage, at Selvstyrepartiets Stilling i Lagtinget har været tvetydig i denne Sag« og at »Selvstyrepartiet i Lagtinget stadig beholder bemeldte Hr. Patursson som Formand«. Her tykist tað vera klárt, at ætlanin við at reisa málið á løgtingi var at fella Jóannes Patursson – nú skuldi danska stjórnin eisini fáa høvi til taka støðu til Noregsmálið. Samuelsen heitti beinleiðis á stjórn­ina um at taka støðu í málinum, so­leiðis at tær kreftir, ið stuðlaðu ríkis­felags­ skapinum, kundu kenna seg at hava stuðul frá ríkismyndugleikunum í Keyp­mannahavn. Dagin eftir samtykti ríkisdagurin eina yvirlýsing frá stjórnini, har lagt varð upp til, at ríkismyndugleikarnir skuldu stuðlað teimum kreftum í før­ oyskum politikki, sum arbeiddu fyri, at grundlógin og danska ríkismálið skuldi vera felags fyri alt ríkið. Tað er áhuga­vert, at áðrenn yvirlýsingin varð løgd fram í ríkisdegnum hevði Nergaard tosað við Effersøe um orð­ ing­ina. Øll gongdin í málinum, frá tí, at Jóannes Patursson 27. juni kom við skuldsetingunum móti donskum valdi í Føroyum, til 26. oktober, tá yvirlýsingin varð samtykt í ríkisdegnum, hevði verið merkt av, at Effersøe hevði havt tætt samstarv við Rytter og stjórnina um málið. Tað er lætt at fáa tann tanka, at politisku kúlurnar vóru stoyptar í Keyp­mannahavn, meðan Effersø bara var amboðið í Føroyum. Kvettroynd gav baksláttur Tað eydnaðist ikki at fella Jóannes Patursson, men tað eydnaðist hinvegin Sam­bandsflokkinum at fáa eina danska stjórn til beinleiðis at taka støðu fyri øðrum partinum í politiska stríðnum í Føroyum. Tað hevði við sær, at politiska stríðið í Føroyum gjørdist harðrendari enn tað hevði verið. Sjálvstýrisfólk kendi seg eisini beinleiðis svikin av donskum myndugleikum, sum tey aloftast høvdu samstarva væl við. Í fyrstu stevnu­ skránni hjá Sjálvstýrisflokkinum frá 1909 stóð, at flokkurin ynskti so stórt sjálvstýri í Føroyum, sum fáast kundi »i god Forstaaelse med Regering og Rigsdag«. Noregsmálið hevði við sær, at Sjálv­ stýrisflokkurin strikaði hesi orð úr stevnuskránni. Stjórnin hevði umvegis føroysku ríkisdagsumboðanina latið seg freista til at taka støðu til føroyskan politikk – til stóran skaða fyri samskiftið millum báðar partar. Sjálvstýrisflokkurin hevði endaliga mist álitið á dønum. Jóannes Patursson, sum síðan 1902 hevði verið lagdur undir at vera loysingarmaður, var nú av álvara vorðin loysingarmaður. Formaður Sjálvstýrisfloksins var enn Jóannes – nú í einum víðgongdari flokki. Jóannes Patursson, sum hevði hildið eina fagnaðarrøðu fyri Fríðrikki VIII, tá hann vitjaði Føroyar í í 1907, gjørdist við árunum veruligur loysingarmaður. Jørgen Frantz Jacobsen skrivaði í 1927 í samband við Noregsmálið, at í 17 ár hevði Bóndin verið kallaður loysingarmaður – nú var hann tað