Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 11. mai 2012 14 VIKUSKIFTI Danmark og Noregi í politiskari orrustu Í 1923 vóru politisku viðurskiftini millum Danmark og Noregi á veg inn í eina kreppu, sum hevði djúpar søguligar røtur. Tá Noreg loysti frá Svøríki í 1905, fóru norsk tjóðskaparfólk at vísa áhuga fyri norsku stórtíðini í miðøldini. Noreg hevði í miðøldini verið eitt sjálvstøðugt ríki, sum hevði lagt oyggjar í norðuratlantshavinum undir seg. M.a. vóru Grønland, Ísland og Føroyar komnar undir norskt ræði í 1200 talinum. Í 1380 fór Noreg saman við skattlondunum, Grønlandi, Íslandi og Føroyum, undir donsku krúnuna. Soleiðis var støðan til 1814, tá danska krúnan noyddist at lata Noreg frá sær til Svøríki, meðan skattlondini vóru verandi undir donskum ræði. Ísland fór egna leið aftaná 1850, meðan Føroyar og Grønland vóru verandi undir donskum ræði. Norsk tjóðskaparfólk, sum ikki hildu, at Noreg nakrantíð hevði latið tey gomlu skattlondini frá sær, kravdu í árunum aftaná 1905, at nýggjar sam­ ráðingar vóru tiknar upp við danir um skattlondini. Danmark varð lagt undir at hava svikið Noregi í 1814. Hægstarættardómarin Albert Balcher skrivaði t.d. hóttandi í norska blaðnum Nationen 4. mai 1923, at »den bevægelse, som er rejst i Norge til gjenerhvervelse av de gamle skatlande mot vest« snúði seg um »Norges suverænitetskrav ... som man derfor ikke forhandler saa altfor længe om. Man fremsætter sine krav. Og blir ikke kravene imødekommet, følger et »derefter« der antagelig kommer raskere end 1905«. Tann 13. juni 1923 kravdi norski pro­ fessarin í rættarvísindum, Gjelsvik, í norska blaðnum Den 17. maj, at Noregi skuldi krevja at fáa Grønland frá Dan­mark, og í Føroyum skuldi Noreg krevja fólkaatkvøðu. Hann metti, at stórur meiriluti fór at vera í Føroy­um fyri eini samanlegging við Noreg. Aðrir norskir tjóðskaparmenn hildu uppá, at ríkismyndugleikarnir í Keypmannahavn vanrøktu Føroyar. Hetta stríðið fekk avleiðingar fyri politisku viðurskiftini í Føroyum. Føroyskur politikkur kemur upp í málið Sjónarmiðini hjá Gjelsvik fingu danskar miðlar at taka málið upp. Kon­serva­ tiva danska blaðið Nationaltidende endurgav 13. juni 1923 sjónarmiðini hjá Gjelsvik. Blaðið hevði eisini fingið føroyska sambands- og fólka­ tings­mannin Oliver Effersøe at gera viðmerkingar til sjónarmiðini. Effersøe vildi sambært samrøðuni vera við, at eingi prógv vóru fyri, at føroyingar vóru norskir. Hann helt uppá, at nógv reint danskt blóð var í før­oyska fólkinum. Hann staðfesti eisini, at einki ynski var í Føroyum um at koma undir norskt vald, og at eingin undirtøka hevði verið fyri tí, um ein fólka­atkvøða var um spurningin í Føroyum. Føroyingar høvdu samtykt, at oyggjarnar skuldu vera undir donskum valdi, og teir høvdu eingi ynski um, at hetta skuldi broytast. Jóannes Patursson var í Noregi um hetta mundið. Hann búði m.a. hjá norska tjóðskaparmanninum Johan Kastberg, og ferðast millum norsk tjóðskaparfólk, sum ikki høvdu nógv gott at bera Danmark. Tá Jóannes Patursson frætti um úttalilsini hjá Effersøe spann øði í hann. Hann skriv­ aði eitt svar til Effersøe, sum hann 27. juni almannakunngjørdi gjøgnum norska fjarritafelagið. Har helt hann uppá, at føroyingar vóru norðmenn, og at danskir myndugleikar høvdu vanrøkt Føroyar. T.d. vildu teir ikki taka til eftirtektar, at løgtingið fleiri ferðir hevði samtykt, at undirvísingarmálið í Føroyum skal vera føroyskt – ikki danskt. Teir vildu enntá ikki taka einmæltu samtyktir løgtingsins til eftir­tektar. At enda slerdi hann fast, at tá Effersøe segði, at føroyingar einki ynski høvdu um at fara undir norskt vald, so kundi tað bara skiljast soleiðis, at føroy­ingar ikki vildu geva seg undir norskt vald undir teimum somu harð­ rendu treytum, sum teir høvdu verið undir donskum valdi. Í samrøðum við norsk bløð varð Patursson, t.d. í yvir­ skrift í norska Dagbladet 29. juni 1923, m.a. endurgivin fyri at hava sagt, at »Færøyene bør gi sig inn under den norske krone« Hetta var krás í oyrunum hjá víð­ gongdum norskum tjóðskapar­fólkum, men Oliver Effersøe helt, at nú var Jóannes Patursson farin út um alt mark. Og tað helt danska stjórnin helst eisini. Danskur politikkur kemur upp í málið Danska stjórnin hjá Neergaard, sum kom til valdið í 1920, hevði ikki góð viðurskifti við føroysku sjálv­stýris­ rørsluna. Sjálvstýrisrørslan misti álitið á stjórnini longu í 1920, tá Neergaard setti ein fyrrverandi amtmann í Før­ oy­um, Svenning Rytter, í starv sum løgmálaráðharra. Rytter hevði sum amtmaður í Føroyum frá 1911 til 1918 ongantíð fjalt, at hann stuðlaði Sam­bandsflokkinum á løgtingi. Sum amtmaður var hann formaður í løg­ tinginum, har hann vanliga atkvøddi saman við Sambandsflokkinum. Viður­ skiftini millum Rytter og Patursson, sum amtmaðurin ikki hevði nakað álit á, vóru vánalig. Rytter legði frá sær sum amtmaður í 1918, tí at hann ikki metti donsku stjórnina hjá Zahle stuðla sær nóg nógv mótvegis Sjálv­ stýris­flokkinum. Hann klamsaði við hurðini, tá hann fór, men Neergaard gav honum løn fyri drúgva tænastu og tilnevndi hann løgmálaráðharra. Tað var so lagnunnar speisemi, at løg­mála­ráðharrin hevði ábyrgdina av før­oyskum viðurskiftum. Nú fekk hann møguleika fyri politiskt at hjálpa Sambandsflokkinum móti Sjálv­stýris­ flokkinum. Tað fekk hann eisini høvi til. Tann 28. juni 1923 fanst Effersøe í National­ tidende at orðunum hjá Paturssyni í Noregi. Effersøe segði við blað­ið, at: »Tiden er maaske nok inde nu, da man Í 1923 royndi Oliver Effersøe at spreingja Sjálvstýrisflokkin í eini roynd at fella Jóannes Patursson sum formann í flokkinum. Kvettið miseydnaðist, men tað serliga við ætlanini var, at hon tykist vera góðkend av donsku stjórnini. Hinvegin eydnaðist tað Oliveri Effersøe og Sambandsflokkinum at fáa donsku stjórnina at taka støðu til føroyskan politikk Tá Effersøe royndi at fella Jóannes Bónda VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska í. Hesaferð skrivar Hans Andrias Sølvará. Hans Andrias Sølvará Lektari í søgu Svenning Rytter var Føroya amtmaður frá 1911- 1918 – eitt starv, sum gjørdi hann til tingsformann. Hann arbeiddi tætt saman við Sambandsflokkinum á tingi og var illa lýddur av sjálvstýrisfólkum. Í 1920-1924 varð hann løgmálaráðharri í stjórnini hjá Neergaard og fekk ábyrgdina av Føroyum.