mánadagur 14. mai 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nú ber til í orðsins rætta
týdningi at fáa ein býráðs
lim í lumman, tí Levi Mørk,
býráðslimur fyri Javnaðar
flokkin í Havn hevur sum
tann fyrst gjørt sína egnu
App – tað er forrit til iPhone
og iPod hjá Apple, har til ber
at fylgja við í, hvat politikarin
ger.
Levi Mørk sigur, at hann
hevur gjørt hetta forritið
– ella appina, sum tað eisini
kallast – saman við eini am
erikanskari fyritøku, og at
appin kann heintast hjá
Apple iTunes App Store.
Seinni verður hon eisini tøk
til iPad, sigur hann.
– Eg havi arbeitt eina tíð
við ætlanini og sá í fjør, at
onkur danskur býráðslimur
var tann fyrsti politikarin í
Danmark við einari App. So
hugsaði eg, at hetta mátti eg
royna. – Og nú kann appin
takast niður, sigur Levi Mørk.
Hann sigur, at við appini ber
til at fylgja við hansara pol
itiska arbeiði við tekstum,
greinum, kykmyndum, ljóð
fílum, myndum og kjatti.
– Eg hoyri ofta frá fólki,
sum siga, at tað er ringt at
fylgja við, hvat vit gera í bý
ráðnum, og her er so ein møg
uleiki at fáa boðskapin meira
út til fólki, sigur Levi Mørk.
Javnstøðunevndin
hevur
latið
eina kanning gera millum føroysk
ar kvinnur og menn um hugburð
teirra til javnstøðu. Í kanningini
verður komið inn á javnstøðu mill
um kynini í sambandi við heim, ar
beiðsmarknað, nevndir og leiðslu,
lønarviðurskifti, pensjón, býti av
barnsburðarfarloyvi, politikk og
útbúgvingarskipan. Eisini spurdu
tey, um vit áttu at lóggivið til tess
at seta ítøkilig tiltøk í verk fyri at
bøta um javnstøðuna.
Tað áhguaverda við kanningini
er, at meirilutin av føroyingum
heldur, at tað er skeivt at lóggeva
um javnstøðu. 39 prosent av monn
unum og 17 prosent av kvinnunum
halda als ikki, at javnstøða millum
kynini er ein trupulleiki í Føroy
um.
Sambært kvinnunum eru størstu
trupulleikarnir viðvíkjandi javn
støðu lønarmunurin millum kynini,
lága kvinnuumboðanin í nevndum
og ovastu leiðslu í vinnulívinum og
í politikki. Hvørki menn ella kvinn
ur halda tað vera ein stórvegis
javnstøðutrupulleika, at menn ikki
verða útbúnir eins nógv og kvinnur.
Og tað undrar Javnstøðunevndina,
sum vísir á, at slíkur hugburður ei
gur at vekja ans, tí formaliserað
vitan, útbúgving og førleikar eru
avgerandi fyri, hvussu vit sum ein
staklingar og samfelag fara at klára
okkum í einum støðugt meira glob
aliseraðum heimi.
So er spurningurin, um hetta er
ein hugburður, vit skulu góðtaka,
ella um vit á einhvønn hátt kunnu
elva til eina hugburðsbroyting um
javnstøðu.
Tað kann ikki vera rætt, at vit
halda tað vera í lagi, at kvinnur eru
so nógv undirumboðaðar í leiðslu
størvum. Tað kann ikki vera rætt, at
vit halda tað vera í lagi, at kvinnur
skulu vera so nógv undirumboð
aðar í politikki, og tað kann heldur
ikki vera rætt, at vit halda tað vera
í lagi, at kvinnur skulu vera so nógv
undirumboðar í nevndum og ráð
um.
Tað er í øllum førum naivt at
halda, at menn eru so nógv klókari
enn kvinnur, at menn mugu stýra
landi og bankum og vinnulívi.
Men hinvegin er tað eitt faktum,
at fyri at kvinnur skulu fáa vald, so
mugu menn missa vald. Og tað er
ein strórur trupulleiki, kanska ser
liga í politikki. Tí um kvinnur skulu
hava sama rætt til »teir feitu sess
irnar«, sum menn, so verður nógv
minni hjá monnum at býta sína
millum. Tó skal sigast, at ein ávís
hugburðsbroyting er hend, men um
vit ikki politiskt leggja trýst á fyri
at fáa eina slíka hugburðsbroyting
at ganga skjótari, so gongur ov
seint, og tað er eitt demokratiskt
problem at lata býttari menn enn
klókari kvinnur sleppa framat –
bara tí teir eru menn.
Skulu kvinnur fáa vald
mugu menn missa vald
80 prosent av øllum
seldum einnýtisíløt
um komu inn aftur
í 2011
Hetta svarar til, at
átta út av 10 seldum ein
nýtisíløtum verða latin inn
aftur. Hesi verða øll send til
endurvinningar.
Aftur í 2011 var ein øking
í returprosentinum av ein
nýtisíløtum í mun til und
anfarin ár. Skipanin vaks í
2011 til at umfata góðar 6,5
mió. íløt, harav umleið 5,2
mió. íløt vórðu latin inn
aftur. Hetta svarar til, at 80
prosent av seldu íløtunum
vórðu latin inn aftur, sum
eru heili 10 prosentstig
meira enn í 2010.
Hetta er ein sera stór
framgongd, og kundi týtt
uppá, at
tað,
at
lata
tómu íløtini inn aftur,
er við at gerast ein natúrlig
ur partur í gerandisdegnum
hjá flestu brúkarum. Um vit
samanbera okkara tøl við
hini norðurlondini, so liggja
vit kortini nakað niðan fyri
teirra returprosent, sum
vanliga liggja nakað oman
fyri 80 prosent.
Tá nýggjar vørur verða
framleiddar av endurvunn
um tilfari, verður minni
rávøra og minni orka nýtt,
burturkastnøgdin minkar,
og minni CO2 verður leitt út
- til frama fyri umhvørvið,
og harvið okkum sjálvi og
komandi ættarlið.
80 prosent
koma innaftur
Óttin fyri javnstøðuni
Levi Mørk er í lummanum
hjá veljarum
Fólka
flyting av
leiðing ella
endamál?
Hallur av Rana og Arne
Winthereig
kjak á síðu 24
Loft
rúmsmál
ímóti al
tjóða ráki
Edmund Joensen
kjak á síðu 25
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000