Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað, fer tað nú at bera til hjá føroyingum at fáa lán til húsabygging, har rentan er væl lægri enn rent­ an, sum bankarnir nú taka fyri húsalán. Tað sigur Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum. Hann sigur, at í løtuni er Húsalánsgrunnurin sam­ ráð­ing­um við eitt danskt real­kredit­tfelag um at Húsa­ láns­grunnurin skal bjóða føroyingum real­kreditt­lán frá teimum. Komin langt Hann vil ikki siga, hvat felag, talan er um. Men hann staðfestir, at part­arnir eru kominr rætti­ liga langt við sam­ráð­ing­un­ um. - Eg havi vónir um, at vit røkka eini avtalu longu fyri summar­feriuna, leggur hann afturat. Tá ið avtalan er fingin í lag, skal Húsalánsgrunnurin hava loyvi frá politiska myndug­leikanunm í Før­ oy­um at fara undir at veita real­kredit­t­lán. Tað kann lands­stýris­ maður­in í fíggjarmálum gera við eini kunngerð og Húsa­ láns­grunnurin er støðugt í sam­skifti við fíggj­ar­mála­ ráð­ið um gongd­ina. Jørgen Niclasen sigur, at tá ið eitt útspæl er komið frá Húsa­láns­grunninum verður tað tikið til viðgerðar. Og hann leggur afturat, kann talan vera um, at trygg­ja føroyingum bíligari lán, ljóðar avgjørt skilagott, treytað av, at fortreytirnar annars eru í lagi. Eitt, hann sipar til, er, at fer Húsalánsgrunnurin undir at veita realkreditt í stóran mun og skal hava veðhald fyri lánunum, endin vera, at tað verður Landskassin, sum má standa við endan, skuldi tað ringasta hent og stórt tal av húsaeigarum fara av knóra­num. Tað er ein av spurn­ing­ un­um, sum skulu viðgerast, tí í politisku skipanini eru ikki øll so fegin um, at lands­ kass­in skal veðhalda fyri lán til Húsalánsgrunnin, tí tað almenna skal ikki kappast við privatu bankarnar. Bíligari lán Fer Húsalánsgrunnurin und­ ir at veita realkredittlán, skal enda­málið vera, at tað kann verða bíligari enn tey lánini, bank­ar­nir veita nú. Andras Róin heldur, at sum er, eru tað ov dýrt at fáa realkredittlán í Føroyum, tí bankarnir taka eitt um­sit­ ingar­gjald, sum eftir hansara tykki er ov høgt. Hetta er tað gjaldið, sum verð­ur nevnt bidrag. - Føroyskir bankarnir eitt bi­drag upp á eini 1,9% fyri at veita realkredittlán og tað er runt roknað 1,3% hægri enn pen­inga­stovnar í Danmark van­liga taka. - Okkara endamál er at fáa eina avtalu, har okkara um­sit­i­ngargjald, ella bidrag, ligg­ur so nær við tað danska, sum gjørligt. Endamálið hjá Húsa­ láns­grunninum er sostatt at kunna veita føroyingum real­kredittlán sum eru yvir eitt prosent bíligari enn tey, sum bankarnir nú hava at bjóða, kanska upp ímóti hálv­t­annað prosent. - So skjótt, vit hava eina avtalu við danska kreditt­ felagið, fara vit at seta okk­ um í Samband við Fíggj­ar­ mála­ráðið um at fáa loy­vi til at bjóða tey út, sigur Andras Róin. Eitt gott mál Tað skerst ikki burtur, at føroysku bankarnir hava ikki verið fegnir um, at Húsa­ láns­grunnurin fær hend­an møgu­leikan, tí teir halda, at tað er kapp­ingar­av­laga­ndi at ein almennur grunnur skal kappast við privatu bank­ar­ nar. - Eg haldi ikki, at vit hugsa so nógv um tað, segði Andras Róin í samrøðu við Sosial­ inum nú ein dagin. Hann heldur, at tørvurin at veita bíligar bústaðir, er eitt atlit, sum eigur at viga tyngri enn virksemið hjá nøkr­um privatum bankum og kapp­ingarførið. - Vit halda, at hetta er alt ov týdningarmikið til at tað drukn­ar í einum kjaki um ójav­na kapping við privatu bank­ar­nar. - Og er støðan tann, at høg­ir bústaðarprísir og høg ren­ta, elva til fráflyting og forða fólki í at flyta heim­ aft­ur, haldi eg, at tað er ein ábyrgd, sum vit eiga at taka í álvara. - Eg haldi eisini, at tað er eitt gott mál at seta sær, at vit skulu kunna útvega góðar íbúð­ir til fólk, sum kanska ikki hava so góð ráð, sigur stjór­in í Húsalánsgrunnurin. Eg havi vónir um, at vit røkka eini avtalu longu fyri summarferiuna Bílig húsalán til føroyingar BÚSTAÐARBYGGING Húsalánsgrunnurin er í samráðingum við danskt kredittfelag um eina skipan, sum fer at gera tað bíligari hjá føroyingum at læna til bústaðir Nýggj kinesisk matstova í Havn Mikudagin letur enn ein mat­stova upp í Havnini. Tað er ein eitt so for­ kunn­ugt sum ein kines­ iskt matstova, sum letur upp í húsinum Yviri við Strond 21, har Yndi Fit­ ness og Josies Juicebar áð­ur hava hildið til. Sambært Portalinum í gjár skuldi matstovan lata upp í dag, men stovn­ar­ arnir siga í morgun, at tað eydn­aðist ikki at fáa hølið klárt til í dag. Tískil verður tað miku­ dagin, at tey lata upp. Matstovan eitur Seven og tað verður Xiaomei Cai, sum stendur fyri mat­ gerðini. Á matarskránni fer hon at hava mat, sum er semerktur fyri tann part­ in í Kina, haðani hon er ættað. Hon hevur kokkast rætti­liga nógv á mat­ stovum í Kina, tí nógv í hennara familju hava mat­stovur og har hevur hon arbeitt. - Eg haldi, at nógvir føroyingar eta nakað ósunn­an mat og kines­ isk­ur matur er avgjørt eitt sunnari alternativ til nógv av tí, sum annars fæst til keyps, sigur hon. Hon leggur afturat, at hon fer at leggja dent á at gera allan matin frá grund­ini og tað kann vera tór­ført at fáa fatur á røttu rá­vøru­num í Føroyum. Tí hevur hon fingið sam­band við leverandør í Danmark, sum sendir hen­ni rávørur. Matstovan hevur opið allan dagin, men hesa fyrs­tu vikuna verður opið á døgverðamáli, har hon fer at bjóða kinesiska buff­et. - Vit ætla at kann mark­naðin at vita, hvat tørv­ur er á, so laga vit okk­um eftir tí, sigur hon. Á myndini er Xiaomei Cai saman við manninum, Heð­ini Guttesen, sum verð­ur hjálparmaður á mat­stovuni. Nýggj matstova Á myndini er Xiaomei Cai saman við manninum, Heðini Guttesen, sum verður hjálparmaður á matstovuni Bílig lán Endamálið er at kunna veita føroyingum, sum vilja hava tak yvir høvdið, lán, sum eru væl bíligari enn tey, sum bankarnir nú bjóða, sigur Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum