mánadagur 14. mai 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Summar Festivalurin verð
ur hildin í Klaksvík fyrsta
vikuskiftið í august. Hesa
ferð er festivalurin dagar
nar 2. til 4. august.
Summar
Festivalurin
hevur kunngjørt útlendsku
nøvnini Ronan Keating,
Russ Taff, TV-2 og Fate, og
umframt hesi nøvn skulu
eisini ein røð av føroyskum
bólkum á pallum. Teirra
millum eru Frændur, Lena
Anderssen, Terji & Føstu
fressar og Dynamit.
Seinastu dagarnar hev
ur Summar Festivalurin
kunngjørt fleiri føroyskar
bólkar afturat. Festligu
Divaz, sum hava gjørt vart
við seg við framúr live-
framførslum, rockbólkurin
Grandma’s Basement, sum
hevur hittað við fleiri
sangum, og rappararnir
í Swangah Dangah, sum
vóru ársins bólkur 2011
verða eisini við á Summar
Festivalinum hesaferð.
Fyrireikararnir av festi
valinum siga, at teir rokna
aftur í ár við sera nógvum
fólki. Forsølan hevur verið
enn betri hesaferð, enn hon
hevur verið undanfarin ár,
og útlit eru tí fyri millum
8.000 og 10.000 gestum í
Klaksvík fyrsta vikuskiftið
í august.
Rapp, divur og kjallarabólkur
Summar Festivalurin hevur um vikuskiftið kunngjørt tríggjar bólkar, sum spæla á
festivalinum í august – og bólkarnir umboða ymiskar sjangrur og stíl
Roknað verður aftur í ár við millum 8.000 og 10.000 fólkum á Summar Festivalinum
Divaz fara
at seta lív í
Bólkurin við teimum trimum
kvinnuligu sangarunum osar
av spæligleði og fer at seta
lív í ársins Summar Festival
Tær tríggjar songkvinn
urnar, Anna Maria Olsen,
Malan
Eyðunsdóttir
og
Laila Carlsen, eru kendar
frá ymiskum tónleikaligum
samanhangum. Tær hava
sungið sum solistar og verið
við í bólkum – eitt nú Mark
No Limits og Carlsens.
Seinastu tíðina hava tær
spælt saman og í stóran
mun mynda bólin Divaz, og
tað hevur riggað serstakliga
væl. Divaz er eftir ongari tíð
blivin ein tann best umtókti
tónleikabólkurin er á landi,
og nú arbeiðir bólkurin við
útgávu, sum veruliga kann
staðfesta teirra støðu sum
eitt tað mest spennandi
navnið í føroyskum tónleiki
júst nú.
Aftan fyri tær tríggj
ar kvinnurnar eru royndir
og dugnaligir tónleikarar.
Henning Hjalt Nicodemus
sen, sum hevur trummað
fyri eitt nú Kjølar, All That
Rain, Jens Marna og Brand
Enni, leggur saman við
bassspælaranum
Bjarka
Meitel botnin fyri tónleikin
hjá Divaz. Johan Ziskason
spælir gittar, og Bjarni Lis
berg situr við ljómborðið.
Divaz spæla fangandi
popp, hugatakandi R&B,
pumpandi rock n roll og
frekan soul. Umframt høgt
tónleikaligt
støði,
duga
songkvinnurnar eisini væl
at framføra á palli, og tær
fáa áhoyrarafjøldirnar við
sær.
Grandma’s
Basement
fær ongantíð
nokk
Festligi rockbólkurin við hittum
sum Hon Fær Ongantíð Nokk,
Gay og Getze vitjar aftur á
Summar Festivalinum
Seinastu árini hevur bólk
urin Grandma’s Basement
verið eitt festligt og undir
haldi ískoyti til føroyskan
tónleik, og síðani summarið
2010, tá ið teir góvu sína
fyrstu fløgu út, hava teir
verið landskendir fyri sangir
sum Hon Fær Ongantíð
Nokk og Gay. Sangurin Hon
Fær Ongantíð Nokk varð
kosin ársins hitt á Planet
Awards 2010.
Grandma’s Basement er
tónleikabólkur úr Klaksvík,
sum hevur nøkur ár á baki.
Sangirnir hjá bólkinum eru
og bólkurn leggur dent á,
at teir spæla fyri at hava
tað stuttligt og fyri at und
irhalda fólki. Teir syngja
um nakað av tí, sum teir
uppliva í gerandisdegnum,
og tað verður gjørt við ein
um skálkabrosi.
Og við pallframførslum
hava teir víst, at teir eisini
duga at undirhalda og fáa
lív í stórar áhoyrarafjøldir
– eitt nú á undanfarnu
Summar Festivalum, har
teir hava havt framúr góðar
konsertir.
Rapparar úr
Havn leita
norðureftir
Teir hava verið eitt frískt lot í
føroyskum tónleiki seinasta árið
– rappararnir í Swagah Dangah.
Swangah
Dangah
fekk
fyrst hitt við sanginum um
Føroyaland – Frá bygd til
bý – góvu síðani eina fløgu
út við góðum føroyskum
rappsangum, og á Planet
Awards 2011 fingu teir tvær
heiðurslønir – fyri at verða
ársins bólkur og ársins
nýggi bólk.
So tað hevur gingið við
nógvari ferð hjá Swangah
Dangah seinasta árið.
Bólkurin varð stovnaður
av ungum monnum, sum
eru uppvaksnir í sama
grannalagi í Svanga í Havn,
og navnið á bólkinum sipar
eisini til hesa bakgrund.
Fyrsta fløgan hjá teimum
kom út í november mánaði
í fjør, og bæði áðrenn og
eftir tað hava teir havt live-
framførslur.
Nú skal Swangah Dangah
undirhalda gestunum á
Summar Festivalnum – og
tað gera teir við framførslu
í Flags Tjaldinum.