mánadagur 14. mai 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Mikukvøldið fór Poul Anker
Zachariasen við avlamnu
dóttur síni á Landssjúkra
húsið.
Eg parkeraði bilin og sá, at
á trimum básum til alamis
bilar stóðu bilar við ongum
skelti í, tað vil siga bilar, sum
ikki høvdu loyvi at standa
har, sigur hann.
Annan bilin átti Tórs
havnar Sløkkilið, og á síðuni
á bilinum stóð “Átaksleiðari”.
Løtu seinni komu tríggir
sløkkilismenn út, harav ein
var átaksleiðari.
Poul Anker Zachariassen
fór yvir til átaksleiðaran og
segði við hann, at antin hevði
hann gloymt at sett skelti í
rútin, ella stóð hann ólógliga
parkeraður.
Svarið eg fekk aftur var: Eg
veit væl, at eg havi parkerað
á einum handikappplássi, og
eg veit væl, at eg standi ólóg
liga.
Paul Anker Zachariasen
gjørdist í øðini og rópti eftir
manninum, men fekk einki
aftursvar.
Eitt korter seinni kom
átaksleiðarin aftur, setti seg
í bilin og koyrdi avstað.
Sjálvt um eg gjørdi hann
varugan við, at hann hevði
parkerað ólógliga, flutti hann
ikki bilin beinanvegin, sigur
Poul Anker Zachariasen.
Hann sigur, at tað er ein
afturvendandi
trupulleiki,
at avlamisbásarnir eru upp
tiknir av øðrum bilum enn
avlamisbilum.
Við Dómhúsið er bara
ein básur, og hann er altíð
upptikin
av
øðrum.
Við
Miðlon eru nógvir vanligir
parkeringsbásar
og
bara
ein til avlamisbilar. Hann er
alt ov langt burtur frá inn
gongdini, sigur Poul Anker
Zachariasen
Eingin umbering
Átaksleiðarin
hjá
sløkki
liðnum var mikukvøldið á
Landssjúkrahúsinum, tí har
var ein venjing.
Átaksleiðari
var
Heini
Østerø.
Hann viðgongur, at hann
hevði
parkerað
ólógliga
hetta kvøldið, men tað hevði
hann gjørt, tí hann skuldi
skunda sær inn eftir einum
lykli at brúka í sambandi við
venjingina.
Eg veit væl, at tað er
eingin umbering. Sjálvandi
skulu hasir básarnir vera
tøkir til avlamisbilar. Men
eg fann ongan annan bás
og skuldi skunda mær, og
eg setti í hvussu er ikki bilin
framman fyri sjúkrabilunum,
sigur Heini Østerø.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri er samdur.
Sjálvandi
skulu
hasir
básarnir vera tøkir til av
lamisbilar. Hinvegin dugi
eg illa at síggja tað sum ein
stóran trupulleika, at sløkki
liðsfólk hava sett bilin á
ein bás eina løtu, tí vit vera
noydd at laga okkum eftir
hvør øðrum. Hatta var í sam
band við eina venjing, sum
var neyðug. Tað hevði ver
ið nakað heilt annað, um
bilurin stóð á básinum til
avlamisbil í longri tíð, sigur
Heðin Mortensen.
Hendir hvønn dag
Thordur Thorsteinsson er
parkeringsvørður í Havn.
Hann sigur tað henda
hvønn dag, at hann sær ólóg
liga parkering á avlamisbás
um.
Ringast er á Skálatrøð,
við Landssjúkrahúsið og á
Vaglinum.
Tann, sum parkerar ólóg
liga á avlamisbásum, fær
eina heilsan frá fútanum.
Eg bíði fimm minuttir, og
so leggi eg girokortið undir
viskaran,
sigur
Thordur
Thorsteinsson.
Lógarverk vantar
MBF umsitir parkeringina
hjá avlamisbilum, soleiðis at
skilja, at MBF útflýggjar skelt
ini at leggja í avlamisbilar.
Anna
Suffía
Durhuus,
daglir leiðari í MBF sigur, at
tey í fleiri ár hava stríðst fyri
at fáa eitt lógarverk undir
skipanina. Í fleiri ár hava tey
fylgt tí danska lógarverkinum,
men tað er ikki nóg gott. Nú
hevur
Innlendismálaráðið
lovað, at uppskot skal leggjast
fram á ólavsøku.
Vit mugu hava reglur fyri,
hvussu skipanin skal um
sitast. Um onkur kærir, og vit
einki lógarverk hava, fáa vit
einki gjørt, sigur Anna Suffía
Durhuus.
Onnur brúka
avlamisbásarnar
Alt ov ofta eru básarnir til avlamisbilar upptiknir av øðrum,
sigur Poul Anker Zachariasen, sum hevur eina avlamna dóttir.
Mikukvøldið var hann úti fyri eini ódámligari hending
Randi Jacobsen
Heðin Mortensen, borg
arstjóri í Tórshavnar
kommunu er ikki sørt
argur inn á Heilsufrøði
ligu Starvsstovu, sum
hevur hótt kommununa
við at steingja sølutorgið
í Vágsbotni.
H e i l s u f r ø ð i l i g a
Starvsstova
sigur,
at
kommunan eigur at hava
eftirlit við, at vørurnar á
torginum verða goymdar
við røttum hita, og at
innpakkaðar vørur frá
løggildum virkjum skulu
vera merktar.
Kommunan
sigur
kortanei til at átaka sær
hetta eftirlitið.
Heilsufrøðiliga Starvs
stovan hevur misskilt
eitthvørt í sambandi við
sølutorgið. Kommunan
bað tí um fund við lands
stýrismannin í vinnu
málum, Jóhan Dahl, og
greiddi honum frá støð
uni. Hetta var um sama
mundið,
sum
viður
skiftini í Roykstovuni
í Kirkjubø vórðu nógv
umrødd í fjølmiðlunum.
Jóhan Dahl lovaði tá
at hyggja at málinum,
men kommunan hevur
enn onki frætt aftur frá
landsstýrinum,
sigur
Heðin Mortensen.
Hann sigur, at eingin
ivi skal t vera um, at tað
hevur stóran áhuga fyri
kommununa, at søla fer
fram á Sølutorginum í
Vágsbotni, og at tey sum
nýta tað, halda økið
reint og ruddiligt. Eis
ini hevur kommunan
boðað
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni
frá,
at
kommunan
fegin
vil
stuðla
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni við at lata
seljarunum viðkomandi
og neyðugt kunningar
tilfar.
Starvsstovan
kann enda
í rættinum
Fæst ikki ein loysn á ósemjuni
millum Tórshavnar kommunu
og Heilsufrøðiligu Starvs
stovuna um sølutorgið í Vágs
botni, fer kommunan at kæra
hóttanina frá starvsstovuni
ella at royna málið í rættinum
Savnsmynd
ÓLÓGLIGT
– Eg fann ongan annan bás og skuldi skunda
mær. Tað er umberingin fyri, at átaksleiðarin hjá
Sløkkiliðnum í Havn parkeraði bilin í ein avlamisbás
uttan fyri Landssjúkrahúsið, so at ein avlamisbilur,
ið hevði brúk fyri plássinum, slapp ikki framat