Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Um 22.15-tíðina sunnukvøldið løgdu frystitrolararnir, Sjaga­ klettur og Gullberg, sum P/F Jókin eigur, til bryggju í Hval­ba. Tað var vindur, men hampi­liga turt, tá skipini komu til bygdar. Nógv fólk var á bryggjuni, og eftir at skipini høvdu lagt at, var høvi at fara umborð at síggja skipini. Eingin mót­ tøku var á bryggjuni, men í Royn­h­øllini eina løtu eftir, at skipini vóru komin. Vit fara at venda aftur til sjálva móttøkuna seinni í hesi greinini. Tað eru hvalbingar, sum saman við Tummasi Christop­her­sen í Vestmanna, ið eiga skipini. Tveir stjórar eru í nýggja felag­num, Mikkjal Hammer og Tummas Christophersen, og teir fara báðir at virka sum reiðarar. Sjagaklettur er navnið á trolara­num, sum hvalbingar áttu – og Gullberg er gamalt skipa­navn í Vestmanna. Bæði skipini eru tó skrá­sett og soleiðis eisini heima­hoyr­ andi í Hvalba. 200 fólk til móttøku Í Roynhøllini savnaðust eini 200 fólk um 23-tíðina sunnu­ kvøldið, og tiltakið byrj­aði við, at Tvøroyrar Horn­ orkest­ur spældi, og høvi var hjá fólki at fáa sær kaffi og køk­ur. Tað var borgarstjórin í Hvalb­iar kommunu, Otto Vest, sum beyð vælkomin. Hann segði nøkur orð, fegn­ aðist um hesa spennandi verk­ætl­an, eins og hann ynskti eigarum, skipum og mann­ing­um bestu eydnu. Eftir orðini hjá borgar­ stjóra­num, segði eisini vara­ borgar­stjórin, Niels Olaf Eivind­son, nøkur orð, sum vit eisini fara at venda aftur til á hesi opnu. Niels Olaf er eisini for­ mað­ur í vega-og havna­ nevnd­ini hjá Hvalbiar kommu­nu. Nú spældi Tvøroyrar Horn­orkest­ur aftur, og síðan segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vester­gaard, sum eisini er suður­oy­ingur, nøkur orð. At enda við móttøkuna í Roynhøllini segði Mikkjal Hamm­er, reiðari og skipari, eisini nøkur orð. Klokkan nærkaðist mid­ nátt, tá Tvøroyrar Horn­ orkest­ur spældi sínar sein­ astu hátíðarligu tónar, og síðan endaði almenna mót­ tøk­an í Roynhøllini. Spennandi verkætlan Otto Vest, borgarstjóri, sigur í samrøðu við Sosial­in, at verkætlanin við Sjaga­kletti og Gullberg sum frysti­trol­ ar­ar er rættiliga spennandi. - Nú vita vit sjálvandi ikki, hvar fiskurin, sum skip­ini fara at veiða, verður land­ aður og seldur. Men, eg haldi, at frystur fiskur kundi verið eitt áhugavert íkast hjá fiska­ virkjunum, soleiðis at arbeiði gjørdist meiri støðugt og so­ leiðis eisini enn meiri attrak­ tivt. Hann heldur, at verk­ æt­lan­in við Sjagakletti og Gull­bergi sum frystiskip er øðrvísi og rættiliga áhuga­ verd. - Sum borgarstjóri fegnist eg eisini um tey arbeiðspláss, sum verða skapt við hesum skip­um, og eg havi skilt, at 24 mans tilsamans verða við nýg­g­ju frystitrolarunum, sig­ur Otto Vest. Tórhallur og John Martin Tað verða skipararnir á Hamra­nesi og Breiðanesi, Tór­hall­ur Randrup og John Mart­in Poulsen, sum fara at føra nýggju skipini, sum eru smíð­að í Týsklandi, ávikavist í 1996 og 1997. Sjagaklettur og Gullberg eru 41 metrar long og 11 metr­ ar breið, og frystiorkan er 30 tons um døgnið. Skipini fara at partrola. 200 fólk tóku ímóti Gullbergi og Sjagakletti Umleið 200 fólk savnaðust í Roynhøllini um 23-tíðina sunnukvøldið, tá nýggju frystitrolararnir hjá P/F Jókin komu á Hvalba. Tiltakið byrjaði við, at Tvøroyrar Hornorkestur spældi, og høvi var hjá fólki at fáa sær kaffi og køkur. Við móttøkuna vórðu eisini stuttar røður hildnar, har eigarum, skipum og manningum varð ynskt bestu eydnu klokkan nærkaðist midnátt, tá Tvøroyrar Hornorkestur spældi sínar seinastu hátíðarligu tónar