mánadagur 14. mai 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Tit teljast
millum teir bestu
Niels Olaf Eivindson, varaborgarstjóri í Hvalbiar
kommunu, segði við móttøkuna í Roynhøllini,
at samstarvið um Sjagaklett og Gulberg er eitt
positivt og konstruktivt samstarv sum gongur
um landafrøðilig mørk, sum hann tók til
Vilmund Jacobsen
- Tað er við stórari gleði
og ikki minst stoltleika at
eg kann heilsa tykkum og
skipunum vælkomnin inn á
fjørðin. Hetta er eitt positivt
og konstruktivt samstarv.
Eitt samstarv, ið gongur
um landafrøðilig mørk. Eitt
samstarv, ið hevur nógvar
samstarvspartar.
Tað segði Niels Olaf
Eivindson, varaborgarstjóri,
tá
hann
í
Roynhøllini
sunnukvøldið heilsaði eigar
um, skipum og manningum.
Hann legði aftrat, at
hetta
samstarv
stevnir
frameftir.
- Her eru skip, ið lyfta
skipatalið í Suðuroynni eitt
sindur upp. Miðalaldurin á
flotanum verður eisini lyft
ur eitt sindur upp við hesum
skipunum. Hesi skip eru við
at flyta fiskivinnuna, sum
vit kenna hana í dag, enn
longur framm á veg. Her
opnast nýggjr møguleikar,
bæði fyri skip, manning,
reiðarí og vinnuna á landið.
Hetta eru skip við fleiri
møguleikum, enn tit áður
hava havt. Tað er alla æru
vert, at tit hava tikið hetta
stigið.
Mangan verður sagt
at tann, ið einki vágar, hann
einki vinnur. Men at vága er
eisini at missa fótafesti ein
løtu fyri at finna seg sjálvan
og koma vegin fram.
Millum teir bestu
Niels Olaf Eivindson segði,
at teir, sum eru við í hesi
verkætlan, teljast millum
bestu fólk innan føroyska
fiskivinnu.
- Tit hava gott orð á
tykkum úti í vinnuni. Tit
hava áralangar royndir inn
an fiskivinnuna. Tit hava
úrslit at vísa á, og eru tit
eisini til reiðar at byrja eitt
nýtt kapitul innan føroyska
fiskivinnu.
Varaborgarstjórin vísti
á, at kreppa er runt um
okkum, men tað er í slíkum
tíðum, at vit hava brúk fyri
íverksetarum og vinnulívs
fólki, ið síggja møguleikar í
tíðarrúminum.
- Her hava tit málrættað
sett kós út í kortið og eru
byrjaðir at leggja skipið í
kósina. Síðan seta tit ferð á
skútuna. Hetta verður gjørt
ein av komandi døgunum.
Betra havna
viðurskiftini
Niels Olaf Eivindson segði,
at tað hevur verið greitt í
eina tíð, at okkurt skip var
á veg til Hvalbiar.
- Hetta hevur verið við til
at seta eina dagskrá um at
betra havnaviðurskiftini í
Hvalba. Avvarðandi av fiski
vinnuni í Hvalba eru hoyrd,
og nú eru serfrøðingar
eru í gongd við at gera tær
neyðugu forkanningarnar
hesum viðvíkjandi. Úrslitið
av hesum arbeiði verður
tøkt til støðutakan hjá
kommununi seinni í ár.
Henda
inniber
millum
annað, at møguleikar verða
kannaðir fyri tryggari inn
siglingarviðurskiftum,
størri
atløguplássi
og
dýping. Í dag hevði verið
heldur trongligt, um øll
skipini vóru inni, segði
varaborgarstjórin í Hvalbiar
kommunu, sum at enda
ynskti bestu eydnu við hesi
verkætlan.
mangan verður sagt
at tann, ið einki vágar,
hann einki vinnur
í dag hevði verið
heldur trongligt, um øll
skipini vóru inni
Tað var um 22.15-tíðina
sunnukvøldið, at Sjagaklettur og
Gullberg komu á Hvalba. Bátar
tóku ímóti, fýrverk varð skotið, og
nógv fólk var savnað á bryggjuni
Myndir: Poul Laust Christiansen
Eini 200 fólk vóru til móttøku í Roynhøllini, har Tvøroyrar
Hornorkestur spældi, og røður vórðu hildnar
Myndir: Poul Laust Christiansen
Niels Olaf Eivindson var millum røðararnar. Hann er varaborgarstjóri í Hvalbiar kommunu
Mynd: Poul Laust Christiansen