Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Festivalurin fór av bakka­ stokki fríggjakvøldið, tá Evi Tausen trein á pallin beint eftir klokkan 20. Henni á baki framførdi Rannvá Vestur­klett við ymsum kend­um countryløgum um­ framt hennara egna hitti “Kær­leikans Mark”. Kekkisku Country Sisters, sum hava vunn­ið fleiri heiðurslønir fyri teirra lívligu fram­førsl­ ur, framførdu eisini fríggja­ kvøldið, har tær millum ann­að sungu og spældu eina country­útgávu av kenda lag­num “Let´s Twist Again.” Før­oyski countrykongurin, Hall­ur Joensen, var seinasti tón­leik­arin, sum fór á pallin fríggja­kvøldið, og áhoyr­ar­ar­ nir blivu ikki snýttir fyri at hoyra allar hansara kendu sang­ir so sum “Um tú hevur tað sum eg” og “Enn stendur hurð mín opin”. Hóast veðrið ikki vísti seg frá bestu síðuni leygar­ kvøldið, høvdu nógv fólk leitað sær í Høllina á Hálsi at hoyra føroyskan og útlendsk­ an countrytónleik. Country Sist­ers dámdu so mikið væl at framføra fríggjakvøldið, at tær fegnar vildu á pallin aft­ur sum fyrsti bólkurin leygar­kvøldið. Aftaná var túr­urin komin til Kristinu Bær­end­sen, sum sang kend country- og gospelløg. Hædd­ ar­punktið í hennara fram­ førslu var uttan iva, tá pápin, Alex Bærendsen, trein upp á pallin at syngja duett við Kristinu. Alex Bærendsen var næstur á pallinum aft­an á Kristinu, og tað var eyð­ sæð, at áhoyrararnir dám­ du væl at síggja og hoyra fólkakæra sangaran á palli aftur. Rættiligt lív kom í áhoyr­ar­a­fjøldina, tá Magni Christian­sen framførdi kend countryløg og sang og dansaði Shakin Stevens. Arly Karlsen úr Noregi var sein­asta útlendska navnið á palli­num. Hann sang duett sam­an við Halli Joensen og Evi Tausen. Seinasta tón­leik­ arin, ið framførdi á Country­ festivalinum, var vest­ menn­ing­urin Joen-Magnus Daniel­sen, sum umframt country­sangir eisini sang kend løg hjá The Eagles, Chris Isaac og Green Day. Fyrireikararnir av Tórs­ havn­ar Countryfestivali eru væl nøgdir við tiltakið, og gongur alt sum ætlað, kun­nu countryfjepparar longu nú gleða seg til næsta country­ festivalin, sum verður aftur komandi ár. Tórshavnar Country­ festivalur 2012 Um vikuskiftið varð skipað fyri fyrsta countryfestivalinum í Tórshavn. Ítróttarhøllin á Hálsi var karmur um tiltakið, og fyrireikararnir meta, at tilsamans vitjaðu eini 1800 fólk festivalin fríggja- og leygarkvøldið. Bæði kvøldini framførdu fleiri av landsins bestu countrytónleikarum, og eisini vóru kend útlendsk nøvn á pallinum Kristina Bærendsen saman við pápanum, Alex Bærendsen Evi sang duett saman við Arly Karlsen Hallur Joensen spældi fríggjakvøldið Jens Marni Hansen var við í bólkinum hjá Evi Kekkisku Country Sisters framførdu bæði kvøldini