Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo-deildin 8. umfar Meistaraspælið Fótbóltur Víkingur líktist ikki í ein minutt einum oddaliði, tá ið teir sunnudagin vitjaðu B36 í Gundadali og hjálparleysir máttu taka til takkar við 0-3-tapi, sum væl kundi verið enn størri Pætur Albinus Bæði B36 og Víkingur vóru ógvu­ liga skerd undan dystinum í Gunda­dali sunnudagin. Hjá B36 vóru Meinhardt Joensen, Klæmint Matras og Símun Hansen ikki tøkir vegna leikbann, umframt at Høgni Eystur­oy var skaddur. Víkingur hevði báðar vongverjarnar sínar, Hanus Jacobsen og Bárð J. Hansen, skadd­ar, somuleiðis sum Lasse Qvist ikki er komin fyri seg eftir drúgv­an skaða. Víkingur byggir stórar partar av spælinum upp rundan um júst vong­verjar sínar, og tað sást greid­ liga, at teir manglaðu. Hin­vegin sýntu avloysararnir hjá B36 allir góð avrik. Eingin ivi Víkingur hevði trupulleikar frá byrjan við at fáa spælið á glið, og eftir nógvar miseydnaðar spælingar var tað B36, sum fekk høvið at sita mest á bóltinum. Teir fingu góðar stundir at halda upp á bóltin og vóru gløggir í uppspælinum. Eftir góðum korteri fekk Rasmus Dan Sørensen ein púra frían stútara eftir eitt hornasparksinnlegg, men bólturin fór omanfyri málið. Hetta var kanska bara eitt ávaringarskot, tí fáar minuttir seinni legði B36 seg uppiborið á odda. Víkingur misti enn einaferð bóltin í vandamiklari støðu mitt á miðjuni – hesaferð krøkti Súni Olsen bóltin av Joseph Bassene. Súni Olsen spældi síðani Lukasz Cieslewicz, sum við einari góðari vending kom at standa rímiliga leysur í spískari støðu, haðani hann sendi bóltin framvið Geza Turi í Víkinga-málinum til 1-0 til heimaliðið. Herbert comeback Tíðliga í dystinum gjørdist Jonas Flindt Rasmussen skaddur, og í hans­ara stað kom Herbert í Lon, sum annars hevði takkað fyri seg og í ár hevur hjálpt til á næstbesta lið­num. 10 minuttir eftir leiðslumálið økti B36. Teir fingu eitt av sínum mongu hornaspørkum, og Jákup á Borg sendi bóltin í pannuna á einum púra leysum Símuni Joensen, sum hevði lætt við at stúta bóltin í mál til 2-0. Hetta var ikki einasta ferðin, at verjan hjá Víkingi svav. Aftur gingu bara 10 minuttir, áðrenn Víkingur aftur mátti fiska bóltin úr egnum máli. Eftir frálíkt saman­spæl inni í brotsteiginum var tað einans 16 ára gamli Rasmus Dan Sørensen, sum útplaseraði mál­ mann­in og økti til 3-0. Tveir minuttir undan hálv­leik­ inum var tað um reppið, at Súni Olsen gjørdi tað til 4-0, men ein stórbjarging frá Geza Turi syrgdi fyri, at B36 var á odda 3-0 í hálv­ leik­inum. Meistaraspæl Ársins leikari 2011, Lukasz Cieslewicz, vísti saman við liðfeløgunum, satt meistaraspæl, tá oddaliðið úr Víkingi, var úrlatið í Gundadali Myndir: Álvur Haraldsen