mánadagur 14. mai 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo-deildin 8. umfar
eyðmýkti oddaliðið
Luftin fór
Í seinna hálvleiki vórðu teir úr
Víkingi tvungnir at koma longri
fram á vøllin og at skapa meiri enn
teir gjørdu í fyrra hálvleiki, men
tað høvdu teir als ikki útgerðina
til henda dagin. Ein væl upplagdur
Kaj Leo í Bartalsstovu hótti av og á
á vinstra vongi, men frammanfyri
málinum vóru teir ikki nær við.
B36 sat framvegis fyri tað mesta
á bóltinum. Heldur enn at leita eftir
málinum, so spældu teir bóltin nógv
runt á vøllinum og tóku luftina úr
dystinum. Víkingur hinvegin var
skiljandi meiri beinleiðis í sínum
spæli, men tættari enn ein stóran
møguleika frá Evrard Blé við høvd
inum og tvey góð langskot frá
Joseph Bassene og Kaj Leo í Bartals
stovu, komu teir ikki.
10 minuttir fyri leiklok misti
Víkinga-liðskiparin, Atli Gregersen,
høvdið, og fekk hann uppiborið
reytt kort fyri eina alt ov seina og
harða takkling ímóti bygdamanni
sínum, Súna Olsen.
Lágt botnstøði
Gaman í var Víkingur nakrar av
sínum leikarum fyri uttan, men ein
hevur hug at seta spurnartekin við
støðið hjá Víkingi, nú teir somikið
greidliga vóru sárir og í grundini
vístu eitt skakandi lágt botnstøði.
B36 var enn verri rakt av skaðum
og leikbannum til dystin, men
høvdu teir fleiri egnar uppaldar
leikarar at seta á vøllin, sum allir
vístu eitt gott avrik, og var tað við
til at leggja lunnar undir einum væl
úr hondum greiddum avriki.
Ein skal tó ikki gloyma, at hetta
var fyrsta ferðin, at Víkingur traðk
aði við síðuna av, og at teir framvegis
halda fast í oddasessinum. Í B36
vóna tey hinvegin, at hetta var ein
vend í misjøvnu gongdini seinastu
tíðina, har trý tap í Gundadali á rað
høvdu fingið fólk at snerkja.
albinus@sosialurin.fo