mánadagur 14. mai 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Málkongurin er vaknaður
Effo-deildin 8. umfar
Fótbóltur Brasilianski skarprættarin, Clayton Soares, hevði spælt átta dystir uttan at skjóta mál, tá
fuglfirðingar fóru í Gundadal. Tað er longsti málturkurin, sum framherjin nakrantíð hevur runnið seg í, meðan
hann hevur spælt í føroysku kappingini. Men ein neisti tendraðist í málskjótini í grimdarregninum hesaferð
Uni Holm Johannesen
33 ára gamli Clayton Soares hevur
verið millum bestu álopsspælar
arnar í føroysku kappingini seinastu
10 árini. Hóast máltev sum fáur,
hevur langlimaði framherjin bara
skotið mál fyri 07 Vestur og B71,
sum hava runnið millum fremstu
og næstbestu deildina við honum
á liðnum. Hóast fyrispurningar og
áhuga frá øðrum feløgum hevur
tað eftir øllum at døma ikki verið
lokkandi fyri skarprættaran. Hann
treivst, har hann var. Og tó. Í vetur
skrivaði hann undir avtalu við ÍF,
sum er galdandi fyri hetta kapp
ingarárið. Eitt felag, sum ætlar
sær at spæla evropeiskan fótbólt í
2013. Tað er størsta avbjóðingin hjá
honum higartil.
Clayton Soares skjeyt 15 mál
fyri 07 Vestur, sum var niðurflytari
í fjør. Fuglfirðingar mettu seg eisini
hava gjørt kvettið, tá teir boðaðu
frá, at brasilumaðurin fór at spæla
við teimum í ár. ÍF brynjaði seg til
fótbóltsárið við nýggjum venjara
og fýra spælarum, sum ætlandi
skuldu slóða fyri í royndini at røkka
heiðursmerkjaplássi.
Flemming Christensen, venjari,
hevur kortini brúkt Clayton Soares
sum innskiftara í fleiri dystum.
Átta ferðir hevði framherjin verið á
vøllinum uttan at skjóta mál. Hesa
ferð fekk hann kjansin frá byrjan,
og málkongurin tók av við manér.
Hann skjeyt trý mál og legði upp til
tað fjórða, tá fuglfirðingar hildu HB
fyri gjøldur í Gundadali.
HB var tannleyst
HB varð framvegis ósigrað í lands
kappingini, tá Rúni Gaardbo blásti
í floytuna fyri fyrstu ferð í Gunda
dali. Gott og væl 120 minuttir seinni
høvdu Sigfríður Clementsen og
hinir fingið ein slíkan lúsing, teir
ikki eru vanir við á heimavølli.
ÍF vann 4-1. Heimaliðið var tann
leyst í nógva áarførinum, men ann
ars frálíku fótbóltslíkindunum, har
spælið var lítið skipað við nógum
óneyðugum mistøkum. Clayton
Soares og Jan Ó. Ellingsgaard skutu
gestirnar úr Fuglafirði á sigurskós
fyri steðgin, og tá HB royndi at
svara aftur í seinna umfari við at
flyta liðið nakrar metrar fram á
vøllin, fekk ÍF gott pláss at spæla
á. Clayton Soares var tvær ferðir á
blettinum, áðrenn Hallur Hansson
minkaði um munin.
Fuglfirðingar fegnast um, at
brasiliumaðurin loksins er komin á
máltalvuna.
– Tveir skaraðu framúr. Høgni
Madsen á miðvøllinum, sum bæði
arbeiddi sum stýrimaður og upp
ruddari. Hin stórspælarin var
Clayton Soares, sum veruliga vísti
seg, sum vit kenna hann – sum mál
skjútta og ikki minst við góðum
bóltførleika og avleveringum í
álopsspælarinum, skrivar ÍF á sín
ari heimasíðu.
Hetta var eisini aðru ferð upp í
slag, at sigursvanda HB hevur tapt
1-4. Úrslitið varð tað sama, tá teir
reyðu og svørtu vitjaðu við Margáir
í steypakappingini síðsta mikudag.
Kósin móti Evropa
Flemming Christensen hevur ikki
dult fyri fjølmiðlunum, at teir miða
eftir at spæla evropeiskan fótbólt
í 2013. Tað hevur hann sagt í fleiri
førum. Fuglfirðingar hava eisini
heiðursmerkjapláss í eygsjón. Triva
ligi sigurin í Gundadali ber við sær,
at tað eru nú bara tvey stig, sum
skilir ÍF frá bronsuplássinum.
Ein trupulleiki hjá ÍF higartil
hevur verið, at uppløgdu møgu
leikarnir hava ikki verið gagnnýttir
í nóg stóran mun. Nú hevur Clayton
Soares skotið síni fyrstu mál í hes
um kappingarárinum. Um fram
herjin verður eins naskur framman
fyri málinum næstu vikurnar, so
fara fuglfirðingar heilt vist at hava
virknan lut millum fremstu liðini.
Clayton verið drúgvur
Clayton Soares var 23 ár og visti
einki um Føroyar, tá hann lendi í
Vágum í 2002. Hann fór av land
inum sum ein profilur í 2009, tá
álopsspælarin, sum hevur gylta
eginleikan at renna seg í røttu
støðuna í røttu tíð, hevði skotið
eina rúgvu av málum fyri FS Vágar
og B71. Hann kom aftur til Føroya
í fjør, tá hann gjørdi avtalu við 07
Vestur.
Clayton Soares hevur nú spælt
102 dystir í bestu føroysku fótbólts
kappingini og skotið 42 mál. Í næst
bestu deildini er úrtøkan óvanliga
høg. Har hevur 33 ára gamli fram
herjin skotið 91 mál í 92 dystum.
uni@sosialurin.fo
AFTUR Á BLETTINUM
Clayton Soares fekk hol á málskjótingina í Gundadali. Hann var
stórspælandi, tá fuglfirðingar hildu HB fyri gjøldur
Myndir: Álvur Haraldsen