Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo-deildin 8. umfar Føðingardags­ hýrur á Tvøroyri Jóannes Hansen Tað kendist ikki frítt av søguligum farra yvir ti, tá ið Lars Múller hevði bríkslað fyri síðstu ferð á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági leygardagin. TB fagnaðurin var stórur. Tað hevði eydnast heimaliðnum, sum riggaði til 120 ára føðingardagsveitslu seinni á kvøldinum, at vinna 3-1 á B68. TB hevur spælt tveir lands­ kappingardystir á nýggja vøllinum, og TB hevur vunnið báðar tveir. Í síni tíð var Sevmýri tiltikin skansi hjá TB. Enn ber tað ikki til at siga, hvussu tað fer at roynast á nýggja heimavøllinum, men higartil hevur tað gingið væl, og tað fegnast tey á Tvøroyri um. Eyðkenda sirenan plagdi at vera at hoyra, tá ið tað var tætt mill­um TB sigrarnar. Hon var at hoyra leygardagin, og tað kveikti huga­ lig minni millum trúgvu TB við­ haldsfólkini. Hugburðurin er góður B68 gongdin hevur verið ikki frítt av upp og niður. Eftir sigur í Gundadali á B36 og tap á heimavølli ímóti KÍ, kom tað illa við, at tað aftur hesa ferð skuldi enda við tapi, men av­ rikið legði ikki upp til annað. TB var ágangandi, og sigursviljin og positivi hugburðurin lýstu av monnunum hjá Milan Kuljic, sum eftir ikki serliga sannførandi avrikið í 1-1 oyggjauppgerðini á Vágseiði, hevði gjørt onkrar broytingar. Undan B68 vitjanini hevði ver­ið lítið at sæð til álopsspælaran Igor Grkajac, sum hevur verið skaða­ plágaður, og sum ikki hevur tikið av, tá ið hann hevur fingið møgu­ leikan. Hesa ferð var eingin ivi. Igor Grkajac var bæði hugagóður og nærlagdur, og hann varð rættuliga avgerandi, tí hann skoraði tvey tey fyrstu TB málini. TB legði bragdliga og ágangandi fyri. Tí kendist tað at vera sera stórur skelkur, tá ið toftamenn mest sum burtur úr ongum løgdu seg á odda. Rangstøðufellan hjá Óla Johannesen og Dimitrije Jankovic kiksaði. Og so varð Kristian Anton Andreassen púra leysur. Hóast hann ikki hevur verið so nógv á besta liðnum í ár, so var Kristian Anton púra kaldur, tá ið hann kom ímóti Ivan Stojkovic, sum hann sneiddi framvið, áðrenn hann legði bóltin í TB málið. Moralurin góður Tað er ikki minst í sovornum støð­ um, at tað hevur so stóran týdning at smoyggja upp um armar og bæði at stríða og spæla seg til mál og úrslit. Tað megnaði TB. Lítla løtu eftir B68 leiðslumåalið var javnt, tá ið Igor Grkajac eftir hornasparksinnlegg og kiks í verjuskipanini hjá gestunum setti bóltin í málið. Og tíggju minuttir eftir hvíldina legði sami maður TB á sigurskós. Veteranurin Dan Mortensen spældi hegnisliga Igor leysan. Tað takk­aði framrættaði maðurin fyri, tá ið hann sneiddi framvið Hans Jørgensen í B68 málinum, áðrenn hann setti bóltin í málið. Sum tað leið fram ímóti dystar­ enda, var tað heldur TB, sum trýsti fyri at økja um leiðsluna, heldur enn B68 sum royndi at svara aftur. 3-1 málið skoraði innskifti 16 ára gamli Poul Ingason. Toftamenn vóru skerdir av, at vinstri vongverjin Einar Hansen var leikbannaður. Tíðliga í 1. hálvleiki varð miðvallarstríðsmaðurin í vinstru, Remi Langgaard, darvaður av skaða, og hann kom ikki á vøllin eftir steðgin. Hjá B68 er ivaleyst at arbeiða við fyri at rætta kósina. Í miðverjuni vóru fleiri mistøk gjørd, og tað var ikki altíð so neyvt og sannførandi í uppspælinum. Tá ið TB trýsti fyri at økja um leiðsluna og harvið at staðfesta sigurin, vísti tað seg enn eina ferð, at tað var langt frá mið­ vallarunum og fram til Christian Høgna Jacobsen í fremstu ódnini. Superveteranarnir Óli Johannesen og Dimitrije Jankovic hava onkuntíð verið skjótari, enn teir nú eru tað. Tá ið teir sleppa und­an at kapprenna og heldur skulu savna seg um at verja fyri longdum sendingum eru teir framvegis sannir brandar. Tað sást væl seinnapartin leygardagin við Stórá, tá ið teir saman við lið­ feløgunum kyndu upp undir 120 ára føðingardagshýr á Tvøroyri. Fótbóltur 120 ára gamli aldursforsetin syrgdi við sannførandi 3-1 sigri á B68 fyri góðum føðingardagshýri við Stórá Pætur Albinus Unga NSÍ-liðið við Kára Reyn­ heim á odda stríðist mannliga við eitt nú at halda hýrinum uppi eftir fleiri súr tap, har teir hava verið á odda og síðani mist alt á gólvið. Sunnudagin vóru teir á vitjan í Streymnesi hjá EB/Streymi, sum av álv­ara hevur funnið stevið aftur og undan dystinum ikki hevði tapt í sjey steypa- og lands­ kappingardystum á rað. Teir tóktust tó nakað troyttir eftir søta 4-1-sigurin á HB í fyrru hálv­finaluni í steypakappingini mikukvøldið undan. Kristian vardi væl Tað var eisini EB/Streymur, sum setti seg við róðrið at kalla alt fyri eitt. EB/Streymur hevði nógva vindin undan í fyrra hálvleiki og eftir einum kor­teri bankaðu teir av álvara á dyrnar. Fyrst ein tvífaldur møgu­leiki, har NSÍ-málverjin Kristian Joensen fyrst vardi fyri, áðrenn stútarin í aðru atløgu endaði omanfyri mál­ inum. Í næsta álopinum var tað vandamikla parið, Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen, sum hótti. Hans Pauli sendi bóltin í høvdið á Arnbirni, men aftur hesaferð vardi Kristian Joensen fyri. NSÍ-málverjin hevði ein drúgvan og góðan arbeiðsdag henda hálvleikin og vardi hann aftur fyri, tá ið Arnbjørn Hansen kom at standa næstan púra leysur eftir einum hálvum tíma. Einki mál kom í fyrra hálvleiki og var hálvleiksstøðan 0-0. Egil avgjørdi Í seinna hálvleiki hevði NSÍ fyrimunin av nógva undan­ vind­inum og í størri løtum eis­ini lá framvið. Teir vunnu tó ongan­tíð yvirtakið frá EB/ Streymi, sum tíðliga í seinna hálv­leiki legði eitt trýst. Eitt trýst, sum í 58. minutti gav úrslit. NSÍ-verjan fekk ikki ruddað burtur eftir eitt horna­ spark, sum endaði hjá Egili á Bø, sum við høvdinum stýrdi bóltin í mál til 1-0 til EB/ Streym. Løtuna eftir hetta gekk eitt sindur aftur og fram, men tá ið NSÍ seinasta korterið flutti miðverjan, Jens Joensen, fram í álopið, megnaðu teir at seta EB/Streym undir eitt hækk­ andi trýst, sum ímóti dystar­ enda gjørdist til eitt stórt trýst. Teir royndu at gagnýta viðvindin og høvdu teir nógvar vandamiklar horna­sparks­ støður. Óheppið fyri teir vóru tær úrslitaleysar, og máttu teir bara staðfesta, at teir ikki stóðu sundalagsmonnum mát í hes­um deyðbóltsstøðunum, og at tað eisini kom at kosta teimum dýrt. Málið hjá Egili á Bø gjørdist nevniliga einasta málið í dystinum, og vann EB/ Streymur harvið dystin 1-0. EB/Streymur hevur við trim­um sigrum á rað nú lagt seg undir liðina á HB á 2. plássi, meðan NSÍ framvegis stríðist og enn er á næstaftasta plássi. Nú steðgar eingin EB/Streymi Fótbóltur Við einum teprum 1-0-heimasigri á NSÍ sunnudagin hevur EB/Streymur nú ikki tapt í átta lands- og steypakappingardystum á rað og eru á 2. plássi í Effodeildini Savnsmynd