Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo-deildin 8. umfar Nýtt ættarlið setir dagsskránna í Klaksvík Fótbóltur Merkisvert var tað, at allir málskjúttarnir hjá heimaliðnum í 5-1 KÍ sigrinum á FC Suðuroy eru lutfalsliga nýggir á besta liðnum Jóannes Hansen Tað var rættuliga skjótt, at kon­ septið hjá FC Suðuroy varð oyðilagt í Klaksvík í gjár, og so snúði tað seg meiri um at avmarka tapið, tí heimaliðið í 1. hálvleiki fór so langt framum. Tá ið teir fóru at hvíla seg, vóru tað ábendingar um, at KÍ skuldi vinna orduliga stóran sigur, men soleiðis tørnaði tað ikki út. KÍ megnaði ikki at skora fleiri mál enn tey fimm, sum undan steðg­inum vóru sett á kontu, og í næstsíðsta minutti eydnaðist tað Jón Krosslá Poulsen, sum hesa ferð var sentralur miðvallari, at senda fríspark beinleiðis í KÍ málið, og har­við varð úrslitið 5-1. Sigurin var tann størsti hjá KÍ síðani í fyrsta umfari í fjør, tá ið klaksvíkingar á útivølli – á Argjum – vunnu 6-0 á B71. Úrslitið í gjár ber við sær, at málmunurin hjá KÍ nú er positivur +3. FC Suðuroy er framvegis part­ ur av steypakappingini. 1-0 tapið á útivølli mikukvøldið imóti Víkingi í fyrru hálvfinaluni ber við sær, at suðuroyingarnir hava møgu­ leika í næstu viku at spæla seg í steypafinaluna. Kanska órógvar hesin veruleikin fokus í lands­kapp­ ingini. Ungu menninir í fokus Heðin Klakstein var hesa ferð nýggj­ur á KÍ miðvøllinum, og hann setti beinanvegin hol á, eftir at Hjalgrím Elttør hevði spælt hann leys­an mitt fyri málinum. Heðin Klakstein er ein av ungu monnunum, sum hevur stórt hug­ flog, dugir væl at krúlla mót­støðu­ menninar av, og hann hevur evni at seta ferð á saman­spælið. Tá ið TB vitjaði í Klaksvík og megn­ aði málleysan javnleik, var stóri trupulleikin hjá KÍ, at liðið ikki megn­aði skjótt samanspæl og skjót­ ar flytingar. Tað gekk betri við hesum ígjár, og tað var 1-0 málskjúttin ein av orsøkunum til. Liðformaðurin Hjalgrím Elttør var arbeiðssamur á mið­vøll­inum, og hann átti lut í fleiri av málunum. Men tað vóru lut­fals­liga nýggir menn á besta liðnum, sum hesa ferð syrgdu fyri mál­unum, og í fleiri av førunum var tað eftir deyðbóltsstøður. Sasa Kolman, sum hevur verið álit, var ikki í miðverjuni hjá FC Suðuroy, har Suni úr Hørg var und­ ir liðini á óføra Heina Vatnsdal. Tað tóktist sum um, at tað bilaði við avtalunum í sambandi við deyð­bóltar. KÍ miðverjin Jógvan Isaksen gjørdi sær dælt av hesum, tá ið hann eftir hornasparksinnlegg tvær ferðir var málskjútti, og Henry Heinesen var meistari fyri einum máli, sum hevði sín uppruna í deyð­ bóltsstøðu. Álvur F. Chrisitansen vísti ofta í fjør, tá ið hann var meiri fram­ rættaður, enn hann hevur verið tað higartil í ár, at hann hevði máltev. Hesa ferð var hann vong­verji í høgru. At hann kom á mál­skjúttara­ listan komst av, at Hjalgrím Elttør sera snilt spældi hann leysan innan­ fyri verjuna hjá FC Suðuroy. Nú er møguleikin á heimavølli Klaksvíkingar megnaðu ikki at varð­veita ferðina og fokus í 2. hálv­ leiki. FC Suðuroy var betri við enn í 1. hálvleiki, tá ið gestirnir høvdu mill­um lítið og einki høvdu at bjóða uppá, og tað eydnaðist teimum at pynta um úrslitið. Higartil hevur FC Suðuroy ikki vunnið fulla úrtøku. Nú eru fýra heimadystir á skránni. Í lands­ kappingini fara ÍF, NSÍ og Víkingur at vitja á Vágseiði, og víkingarnir skulu eisini vitja í steypa­kapp­ ingini. Um FC Suðuroy skal hava møgu­ leika at varðveita sessin í bestu deild­ini, so er tað ein treyt, at stig og sigrar skjótt verða vunnir, og tá kann høvið ikki verða betri enn á heimavølli. Sigurin hesa ferð var tann triði á rað hjá KÍ. Í fyrstu atløgu eiga klaksvíkingar at fegnast um, at teir nú eru átta stig omanfyri niður­flytingarstrikuna, og so eigur tað ikki at vera minni huga­ligt at fegnast um, at nýggja ættar­liðið vísir sjálvsálit og tekur mál­skjót­ ingina á seg! joannes@sosialurin.fo Mynd: nordlysid.fo