Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juni 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 114 - 17. juni 2000 16 Nr. 114 - 17. juni 2000 Myndir: Jan Müller Góðu norðoyastevnugestir, norðoyingar og klaksvíkingar. Góðu áhoyrarar! 5. mai 1950 er ikki ein dag- festing, tú minnist frá skúlanum og søgutímunum, men henda dag stovnaðu fólk í Klaksvík Klaksvíkar Hornorkestur. Hetta var fyri mong ikki nøkur stór- hending, og tú finnur hana heldur ikki í nakrari søgubók, men hetta kom at hava stórar avleiðingar fyri nøkur fólk og nakrar familjur í Klaksvík, tí hetta var ein felagsskapur, eitt orkestur, ið fólk komu at nýta stóran part av sínari frítíð í, og sum so við og við kom at gerast ein býarmynd í Klaksvík, so vit í dag illan kunna hugsa okkum ein grækarismessudag, flaggdag, eini jól, eina norðoyastevnu ella aðrar merkisdagar uttan horn- orkestrið. Spírin til orkestrið var tó sáddur í tjúgu-árunum og tretivuárunum, og vóru tað menn sum Mikkjal í Heimu- stovu, Petur hjá Eliesari, Sigurd Klakk og Sámal í Leirvík, ið stóðu fyri hesum, men hetta datt tíverri niðurfyri. Eftir fólkateljingini í 1950 vóru 31.781 fólk í Føroyum, harav 3328 búðu í Klaksvík. Tey flestu av okkum seta aðrar hendingar ið samband við árs- talið 1950 enn stovnanin av Klaksvíkar Hornorkestri. Í 1950 var • Fiskivinnan var í stórari kreppu. • Sjóvinnubankin hevði álvars- ligar fíggjarligar trupulleikar at dragast við. • Landsstýrið við Kristani Djuurhus sum løgmanni sam- tykti, at allir prinsipiellir stríðsspurningar herundir stjórnarlagsskipanarmál skuldu liggja og ikki nertast ævina, meðan tað landsstýrið sat. (Ein rættiliga øðrvísi hugsan enn hon, vit eru von við frá fjølmiðlunum og poli- tikki hjá sitandi samgongu anno 2000). • Kjølbro bygdi eina fiskamjøl- verksmiðju. • Dragasund royndarfiskaði eftir kalva undir Eysturgrønlandi. • Útróðrarbáturin Ørvur kom til Klaksvíkar. • Fyri fyrstu ferð í søguni bleiv fast rutusamband sunnudagar í millum Havnina og Skála- fjørðin og Havnina og Suður- oynna. • Hotel Føroyar í Havn brendi í grund av brennivarga ávum. • Í juni varð hin nýggi fótbólts- vøllurin í Klaksvík liðugur, og á fólkafundinum á Norðoya- stevnu í 1950 talaðu tvey so mæt skald sum Heðin Brú og Karsten Hoydal. Aftan á fundin varð tjóðsangurin sungin og leingi livi rópt fyri fosturlandinum. • Nakrir av teimum, ið mannaðu hornorkestrið í 1950 vóru Nils Jakku á posthúsinum, Eli Nolsøe, Sámal hjá Barbu, Otto hjá Sámal í Leirvík og Sámal Petersen Men hvat var so nógv øðrvísi fyrr? Hálvtrýss ár tykjast ikki so leingi, og slett ikki leingi tá vit hugsa um aðrar felagsskapir, ið hava hundrað ár og fleiri á baki. Fingrasetningarnir eru teir somu á ventilhorninum, sum teir vóru fyri hálvari øld síðani. G# (Gis) verður enn tikið við øðrum og triðja ventili og Bb við fyrsta ventili. Men tíðin er ein onnur, vit hava ein heilt øðrivísi hugsanarhátt. Tí fyri fyrstu ferð í søgu okkara hava vit alt uttan kanska tíð. Fyrr skortaði mangt, hiti, matur, klæðir, men tíð skortaði ikki! Nútíðar tøknifrøðin hevur givið okkum allar hugsandi hentleikar at gera lívi lættari og minni tíðarkrevjandi. Bilurin flytur okkum til Árnafjarðar eftir tíggju minuttum, har tað eftir bygdargøtuni við knoss tók um hálvanannan tíma. Tyrlan flytur okkum til Suðuroyar eftir fáum minuttum, har tað fyrr, um ein yvirhøvur hættaði sær at fara, kundi taka upp í dagar. Vit hava mikroovnar, so tað er um at gera við sekundum, áðrenn døgðurin er kókaður. Herrópini ljóða alla tíðina rundanum okkum, at alt skal taka styttri tíð. Undir kappróðrinum rógva áttamannaførini 1500 metrar í einar 7. min. og 25 sek. Tá Myrkjanoyrabáturin einaferð kom aftur av miðinum, róðu teir í 17 tímar, og tá róðu teir inn í Djúpuni. Teir róðu eina heila langa várnátt suður við Kals- oynni, og sum heimildar- maðurin sigur, tað var ein long nátt. Tá ið teir komu suður fyri Galvsrætt, var vestfallið komið, og her máttu teir bíða í tríggjar tímar áðrenn teir sluppu um Galvin. Men tá stakk hann upp í landnyðring, og so aftur tungan Eg havi ikki tíð! - Tað er vorðið so í dag, at besta umberingin fyri ikki at fara á konsert, til framsýning, fyri- lestur, í kirkju, á kjakfund, í biograf, á møti, syngja við kóri er ikki at hava tíð. Øll respek- tera eitt fólk, sum ikki hevur tíð, men vit hava onga respekt fyri tí fólki, sum gevur sær stundir til næstan hjá sær, stundir at vera saman við børnunum, stundir at standa á seiðabergi, stundir at lesa eina bók ella bara stundir til at vera til; og tað er eftir mínum tykki ógvuliga spell, ja, heilt burturvið! segði Andrass Sólstein m.a. í røðuni hann helt á Norðoyastevnu. Vit prenta røðuna. Andras Sólstein her við blómum eftir eina sera áhugaverda og beinrakna norðoya- stevnurøðu Framhald á síðu 18 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Rigmor Dam, lærari, skrivar: Desperato Eg hevði vóna at tað ikki fór at verða neyðugt at troytta teg, kæra lesara, við trupulleikunum á barnaansingar- økinum í hesum teigi. Men eftirsum heitið er „Eg meini tað“, so fari eg kortini at oysa nakrar frustratiónir yvir á teg. Tí sjálvt um einki skelkar í hesum landinum longur, so ætli eg ikki at lata mær lynda patetiskar tárapressara- politikarar, sum mjarra uppí saman um okkum óndu foreldur, sum senda børnini á stovn, fyri at uppfylla forfeingiligu krøvini, um at sleppa til arbeiðis aftur. Slík fólk kenna ikki veruleikan hjá ungum familjum, sum ikki hava partafelagslógina ella babbassa pengapung at dúva uppá. Tað finst ikki eitt einasta haldgott argument fyri ikki at skapa fleiri dagstovnapláss. Fíggjarliga er tað ikki ein byrða at nøkta tørvin 100%, hetta vísa allar kanningar. Skattainntøkurnar frá foreldrum og svørtum dagrøktarum, sum koma út á arbeiðsmarknaðin, eru fleirfalda útreiðsl- urnar til bæði íløgur og rakstur av stovnum. Umframt at útgjaldið frá ALS og Almannastovuni til somu bólkar hvørvur. So verður sagt, at Landsstýrið setur íløgukarmar til komunurnar - hetta er ein spurningur um vilja, tí Havnin flýtur í pengum. Eftir míni bestu sannføring er tað einasta rætta, at allir borgarir fáa bjóða eitt ansingarpláss, tá tørvurin er har, bæði eldri fólk og børn. Allir borgarir gjalda skatt, nógvan skatt, og tí er tað forkastiligt at tey fægstu skulu fáa ágóðan og tey flestu verða við skerdan lut. Tá avgjørt er at hava eitt tilboð til borgaran, so skal hetta tilboð umfata allar borgarar. Spurningurin um dagstovnarpláss er allarminst fíggjar- ligur og praktiskur. Tað er eisini ein spurningur um lívskvalitet, bæði hjá foreldrum og børnum. Og sum støðan er nú, eru fá foreldur sum ganga heima av fríum vilja og njóta barndómin hjá avkominum. Heldur er ótti, ótryggleiki og óvissa gerandiskostur, frá tú fær boðini um at barnið er á veg. Tí, nær sleppi eg til arbeiðis aftur? Kann útbúgving mín nýtast enn? Hvussu við terminini - hvagani fáa vit peningin? Verður barn mítt nóg væl stimbrað, her er eingin at spæla við? Ella: Er livibreyðs- dagrøktin góð við barn mítt? Serliga meint rakt av hesum modernaða bygdamenning- arpolitikki, eru ungu familjurnar, sum flyta til Havnar, kanska eftir lokna útbúgving. Tey kunnu vera aldeilis vís í, onki pláss at fáa. Tey eru kanska von við pláss- garanti, foreldrafarloyvi og barnakekkar - ja, at tað finst ein miðvísur familjupolitikkur, har børn eru ein íløga í framtíðina. Synd er at siga frá tí, men eg veit at føroyska snævurskygnið forðar nógvum at koma heim aftur, og fleiri heimafturkomnar familjur siga, at um tey vistu at støðan var so ring, so vóru tey ikki komin. Heldur tú vit eru ónd, barnafíggindalig, krevjandi og forkelað? Heldur tú, at tað er ov nógv forlangað, at børnini verða ansa í tryggum, stimbrandi og mennandi umhvørvi, meðan foreldrini eru til arbeiðis? Og so havi eg eisini hoyrt, ja, man hoyrir so nógv og man skal ikki trúgva øllum, sum man hoyrir, at onkur peningastovnur sigur kvinnum úr starvi, um tær royna at finna eina fyribils loysn og biðja um longt farloyvi uttan løn, vegna vantandi barnaansing! Nei, tá er betur at starvast í onkrum almennum partafelag, sum hjálpir Býráðnum at stytta bíðilistan við 30 plássum. Ikki mann Undirvísingar- og Mentamálastýri fara at stovna barna- garð til mín og aðrar lærarar sum ikki fáa stovnspláss í Havn. Og fólk siga: „Slappa nú av, tað skal nokk ganga. Tá okkara vóru smá, vóru akkurát somu trupulleikar, men vit fingu eina svarta“. Hettar uggar ikki meg, tí eg vil ikki taka til takkar við tað næstbesta til børn míni. Eg vil hava tað besta! Dagfinn Olsen Hanus Johansen fer í morgin um tey hálvt- hundrað árini. Sama dag kemur út fløga við honum og klassiska bólkinum Aldubáruni. Fløgan nevn- ist Bouqet og eina slíka bukett hevur Hanus uppi- borið á runda degnum, tí tað er nevniliga so, at hóast mong havast at, at røddin er ikki líka nógv at hoyra nú sum áður, so er Hanus ein hin fremsti mentanarumboðsmaður Føroya í grannalondum okkara, har hann oftani er á ferð, uttan at størri hóva- sták verður gjørt burturúr tí. Hanus G. Johansen sá dagsins ljós í Klaksvík fyri 50 árum síðani. Mangar eru søgurnar um spælimannin kring gøtur- nar í klaksvík og ikki minst á posthústrappuni í 70' árunum, tá Bob Dylan átti heiðurspláss. Eisini var Hanus partur av rock- pallinum í býnum, tá hann saman við Ólavi Presley og hinum í Dirthy Rag Rags átti pallin. Tað er, sum fáa klaksvíkingar eitt ávist og ikki sørt droym- andi eygnabrá, tað teir minnast aftur á hesa tíð. Hanus hevur roynt sjó- lívið. Men tað var, sum hvarv hann, eftir at hava verið kendur í heimstað- num í sjeytiárunum og tað stóð ikki við greiðum bókstavum í stjørnunum, at sami Hanus seinni skuldi gerast kendur um alt landið og so sanniliga eisini í grannalondunum. Hanus fór til Danmarkar og búðleikaðist eitt skifti í Struer. Har fekst hann við ymiskt fyrifallandi. Seldi m.a. fisk. Føroyingar seta av onkrari løgnari orsøk altíð fiskasølu í samband við smartar, ungar og sólgrillaðar menn í slipsi. Tað var nú ikki júst so- leiðis, at dagarnir hjá Hanusi fóru. Heldur mundi tað vera ein spann ella tvær av fiski, kanska nakrir kassar, ið skiftu eigara, ella okkurt í den dur, fyri at vera í tónleika- málinum. Men ein klaksvíksbólk- ur, ið nevnist Frændur, stakk høvdið fram fyrst í áttatiárunum og næsa- djarvi oddamaðurin Stein- tór Rasmussen gjørdi ikki vandari, enn at hann sendi boð eftir Hanusi um at koma aftur til Føroya, tá bólkurin skuldi innspæla sína fyrstu plátu. Soleiðis kom Hanus aftur á klett- arnar. Og boð vóru eftir hon- um, eftir útlegdina. Barna- plátan Nósi kom á markn- aðin og brátt ljómaði Omma Ludvík í hvørjum króki í landinum og allir føroyingar, stórir og smáir, høgir og lágir, kendu nú Hanus. Sjálvur var eg so heppin at vera ein av teim 4 før- oyingunum, sum í 87/88 gekk á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kung- alv í Svøríki. Hanus var ein. Hann gekk á nýstovn- aðu vísulinjuni, har vísu- sangarar úr Norðurlondum gingu og Hanus gjørdist skjótt ein høgt mettur og miðsavnandi persónur í hesum høpi. Heimkomin fór hann í holt við at leggja tilrættis plátuna við løgum, sum hann hevði smíðað til yrkingar hjá Poul F. Hanus metti sjálvur, at teir báðir vóru ikki so ólíkir á mangan hátt. Hanus var nærlagdur og vildi hava gott og flott úrslit. Tað fekk hann eisini og plátan gjørdist fólkaogn og bæði Hanus og Poul F komu til sín rætt. Síðani gjørdist Hanus nærum fast innbúgv, tá størri og smærri tónleika- tiltøk vóru. Seinnu árini hevur tó minni verið at sæð og hoyrt til hansara, men rødd og streingir eru ikki tagnað. Hanus eigur manga ferðina í útlond, har boð eru eftir honum, og er hann ein hin fremsti umboðsmaður Føroya á mentanarøkinum. Hanus fyllir fimti Í morgin, sunnudag 18/6, fer Hanus Johansen á pall á Meiarínum í Havn. Hann fyllir henda dag fimti ár og í hesum sambandi kemur út fløga, sum er úrslit av samstarvinum millum Hanus og Aldubáruna. Fløgan verður ætlandi alment løgd fram sunnu- kvøldið, tá føðingardagsbarnið fer á pallin Tónleikurin hjá Hanus er ofta beinrakin og ein- faldur. Ofta finnur hann beina leið inn í føroysku og norðurlendsku hjørtuni. Og tað er, sum hevur hann á guitaranum funnið 7. streingin. Tann, ið hevur henda eyðkenda føroyska og kvæðakenda. ljómin. Nú Hanus fyllir 50, fær hann eina Bouqet, sum er úrslit av samstarvinum við Aldubárina. Tillukku Hanus. Ikki kann sigast, at „Fanin, olmussudýrið, nú skinklar í skræðuni tú“. Poul F yrkti eisini um reystar kappar og heldur er tað millum teirra, at Hanus G. Johansen eigur sess.