leygardagur 17. juni 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 114 - 17. juni 2000
18
Nr. 114 - 17. juni 2000
andróður eystur um Kalsoyar-
fjørð og inn á Pollin.
Undir kappróðrinum rógva
seksmannaførini 1500 metrar í
einar 7 min. og 40-50 sek.
Tá Blankskálamenn fyri eini 200
árum síðani róðu heim av Skall-
unum við seksmannafarinum,
rendu teir seg í ringt veður, hann
ruskaði lágt og teir fingu harð-
asta andróður, og tað var ikki
hugsingur um at koma inn undir
Nakkin. Har vóru eingin onnur
ráð enn at hava stavnhald ímóti
Viðareiðishelluni. Teir vunnu
heim fyri Torvuna, men fingu tá
eina glaðu so harða, at teir fingu
ikki bátin upp ímóti aftur og
róku norð um Viðoynna. Har
lógu teir so alla náttina og
andøvdu. Kvøldið eftir gekk
hann vesturá, og um náttina
settu teir upp í Eiðsvík. Tá
høvdu teir róð harðasta andróður
í 27 tímar! Og so stríggin hevði
hesin róður verið, og so út-
lúgvaðir vóru hesir sterku menn,
at tveir av teimum doyðu av
møði í bátinum!
Hesar báðar søgurnar eru ikki
serstakar, men bert tvær í teirri
longu røðini, sum ætt eftir ætt,
øld eftir øld høvdu kunnað sagt
frá. Søgan um hin føroyska
bátin og søgan um útróður við
árum er søgan um stríð og strev.
Hettar sigi eg ikki, tí mær ikki
líkar tjóðarídrótt okkara, tvørtur
ímóti haldi eg sjálvur, at kapp-
róður er ein hin vakrasta ídrótt,
men vit mugu ikki gloyma
røturnar hjá bátinum, og vit
mugu ikki gloyma, at tíðin og
tíðarhugtakið er heilt øðrvísi í
dag enn fyrr.
Arbeiði á landi og á sjógvi tók
tað tíð tað tók, og tað var einki
hóvðasták gjørt burturúr. Ein
útróðrarmaður tekur ongantíð
til, at eg var á útróðri í 10 tímar.
Tað er púrasta órelevant. Vit
høvdu 48 stampar við og fingu
so og so nógv, sigur hann.
Hvussu leingi tað var, er enn
órelevant, tað veldst um, hvar
tað verður sett, hvussu veðrið
var og hvussu nógv lína var við,
so kann tað vera alt frá 10
tímum til eitt døgn. Sum Jóanes
Nielsen einaferð so rámandi
hevur sagt tað, so eru sjómenn-
inir kanska teir einastu av okk-
um føroyingum, sum eiga eitt
sindur av róligheit eftir, tí sam-
stundis sum sjólívið kann vera
strævið og rokut, so eiga garv-
aðir sjómenn eina róligheit, sum
ikki er so vanlig millum fólkið á
landi. Úti á sjónum eru ongi
posthús, handlar, bankar, sjúkra-
kassar, ølklubbar, biografar,
besinstøðir, pylsuvognar dansi-
hølir og vit kundu lagt afturat,
internetcaféir, at fara til. Alla-
staðni møtir lúnningin, og tann
sum hevur lært seg kynstri at
liva í hesum rimaleysa búrinum
hevur í tíðir og allar ævir fingið
saltrákan í æðrarnar. Umborð
hevur tú tíð til onnur enn teg
sjálvan, og tú lærir ella mást
læra teg at lurta eftir honum
undir liðini á tær, tí har er ongin
annar og har er heldur onga-
staðni at fara, júst sum støðan
var í gamla og avbyrgda bygda-
samfelagnum.
Okkara vælferðarsjúka tykist
verða “ikki at hava tíð”. Dagurin
hjá okkum er skemalagdur, frí-
tíðin er skemaløgd. Allir møgu-
ligir “time-mannegjarar” eru
uppfunnir, bæði manuellir og
elektroniskir, og alt rundan um
okkum prentar niður í okkum,
hvat klokkan er. Hugsa bara um
morgunsendingarnar hjá
útvarpinum: “Klokkan er fimm
minuttir yvir hálvgum átta.”
“Klokkan er sjey og ein hálvan
minutt yvir hálvgum átta.”
“Klokkan er tíggju minuttir yvir
hálvgum átta” —og hvat í
Harrans navni skal alt hetta til?
Tá vit skula verða saman við
børnunum tosað vit um
kvalitetstíð. Hvat í allari víðu
verð er kvalitetstíð? Kann nakar
siga mær tað?
4. oktober 1957 er heldur ikki
ein dagur, sum stendur í øllum
søgubókum og slett ikki ein
dagur, vit hava lært okkum
uttanat. Henda dagin í 1957 sat
amerikanski verjumálaráðharrin
á fundi við raketserfrøðinginum
Werner Von Braun. Fundurin
varð avbrotin, tí vísindamenn
høvdu rakt við signal úr
rúmdini. Hesi signal komu frá
einari 84 kg. tungari blikkdós,
sum sveimaði um jørðina.
Henda blikkdós var hon, vit
seinni komu at kenna sum
Sputnik, og hesin dagurin, 4.
oktober 1957, er av summum
søgufróðum fólki sagdur at vera
byrjanin til KT-kollveltingina,
hin størsta og mest broytingar-
skapandi kollveltingin síðan
Ídnaðarkolveltingina, ið byrjaði
seinast í átjandu øld.
Vit liva í dag anno 2000 mitt í
hesi kollvelting, og eingin veit,
ella hevur tamarhald á, hvat
hendir ella hvagar leiðin gongur,
annað enn at teldurnar ganga
skjótari og skjótari. Sjálvt eg fati
ikki, at eg enn í dag skal skriva
@ við tveimum tastum.
Internetið býður seg fram og
lovar, at vit kunna fáa alt
skjótari og skjótari. Vit skulu
bert skriva navnið og nummarið
á kreditkortinum, so kunnu vit
fáa tað, vit hava hug til, alt frá
bilum til rullupylsu. Enn er tó
onki modem til, sum kann taka í
móti rullupylsuni. Tíbetur kundi
eg sagt.
Vinfólk míni sum eg sjálvur,
vit hava alt! Og tað einasta eg
hoyri tey og meg sjálvan siga, tá
okkurt er, ein føðingardagur,
útferð í hagan, at fara burtur eitt
vikuskifti, lesa onkra bók, í
biograf at síggja nýggjasta
filmin, spæla í hornorkestri
o.s.fr. er: EG HAVI IKKI TÍÐ!
Tað er vorið so í dag, at besta
umberingin fyri ikki at fara á
konsert, til framsýning,
fyrilestur, í kirkju, á kjakfund, í
biograf, á møti, syngja við kóri
er ikki at hava tíð. Øll respek-
tera eitt fólk, sum ikki hevur tíð,
men vit hava onga respekt fyri tí
fólki, sum gevur sær stundir til
næstan hjá sær, stundir at vera
saman við børnunum, stundir at
standa á seiðabergi, stundir at
lesa eina bók ella bara stundir til
at vera til; og tað er eftir mínum
tykki ógvuliga spell, ja, heilt
burturvið!
Tíð er pengar er herrópið, og
tað er kanska rættari enn flest
okkara geva okkum stundir at
hugsa um, men samstundis er
tíðin tað einasta, vit øll fingu í
vøggugávu fyri einki.
Eitt miðal mannalív í Føroy-
um varir í 30.000 døgn, og hetta
er okkara persónliga ríkidømi.
Tí er tað ikki rímiligt fyri
menniskjað og heldur ikki
virðiligt at góðtaka, at tíð er
gjørd til skamt, tíðin kann ikki
fatast sum ein trotvøra. Vit
leggja lív okkara til rættis eftir
lívsfilosofiini: eg arbeiði, gjaldi
pensjónsuppsparing og leggi til
síðis, og tá eg so verið eftir-
løntur, fái eg tíð til alt tað, eg
ongantíð náddi í 20 til 67 ára
aldrinum. Men hvør sigur at vit
verða 67? Tá er tað spell at hava
liva og onki upplivað. Eitt kent
latínskt hugtak sigur Carpe
diem, tak núðið, liva nú. Kanska
skuldu vit hugsað eitt sindur um
tað!
Hvar er so poengið í øllum
hesum her? Jú, vit disponera
yvir nøkrum, tíðini, sum vit ikki
ráða yvir. Og tað er ein stórur
munur. “Eg fari ikki at vitja
ommu í dag, heldur ikki í
morgin, tí kalendarin hjá mær er
fullur, og tað passar mær øgiliga
illa, men einaferð í næstu viku,
tá fari eg.” Men hvat, í næstu
viku kann omma gott verða
deyð, ella tú sjálvur koyrdur
yvir, tað vita vit ikki annað enn,
at um so er, so er tað ov seint.
Vit kunnu og hava eisini lært,
at ein kann fara í móti streym-
inum. Tað er strævið, men til
Klaksvíkar Hornorkestur, sum hevur sett dám á stevnur og hátíðarhald í 50 ár
Framhald av síðu 17
tíðir neyðugt. Tá Ketil og Kálvur
skuldu fara í grind á sinni, tá
vildi Kálvur sleppa í bil og segði
við pápan: “Pápi, hygg hvussu
skjótt bilarnir fara.” “Klaga ikki
- fram kemur hann, ið hóvliga
fer. Nú skulu vit taka brekkuna
so líðandi niðan á Háls. Vit hava
ongan skund.” “Skulu vit ikki
fara eftir vegnum, pápi,” spyr
Kálvur og slær tærnar í ein stein.
Nei, tað vildi Ketil ikki. “Tann
gamla gøtan hevur verið nóg góð
alla mína tíð, so man hon fara at
hjálpast í dag við.” At ganga í
móti streyminum ber til, men
ikki ber til at ganga í móti tíðini.
Hóast stórar broytingar í
samfelagsviðurskiftunum síðani
Klaksvíkar Hornorkestur sá
dagsins ljós fyri hálvtrýss árum
síðan, og hóast orkestrið til tíðir
hevur havt trupulleikar av
ymsum slagi, so hevur tað altíð
hórað undan, takka verið ikki
minst stuðlinum frá fólkinum í
Klaksvík. Eitt er at stovna
orkestur, annað er at hava
umstøður og pengar. Tann stóra
vælvild og ikki minst hin
fíggjarligi stuðulin, okkara
kommunalpolitikarar ígjøgnum
tíðirnar hava sýnt okkum, eigur
lívi í orkestrinum. Tey, sum dag
og dagliga hava givið sær
stundir til orkestrið eiga tó
størstu tøkkina!
Framtíðina síggja vit ljóst
uppá, og um okkurt óvæntað
hendir, so vænti eg at orkestrið
megnar teir brotasjógvar, ið
máttu komið. Sum ein av
venjarunum hjá orkestrinum tók
til, líka mikið hvat hendir, “The
tune will linger on.” -Tónin livir
víðari.
Til lukku Klaksvíkar
Hornorkestur! Takk fyri øll
somul, at tit lýddu á, og
framhaldandi góða
Norðoyastevnu.
Andras Sólstein
Eingin væleydnað stevna
uttan fitt børn í
tjóðarbúnað
Frá skúðgonguni á
Norðoyastevnu
Í ár vóru eisini fimleikarar við í skrúðgonguni