leygardagur 17. juni 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 114 - 17. juni 2000
20
Nr. 114 - 17. juni 2000
seg við alla skuld. Og
tá ið hann doyði í
1883 hevði hann
ongan handil
longur.
Lagdur undir
ágang
Tað var um Ólav-
søkuna í 1935 at Ismar fór til
Havnar at læra til krambarkall.
Hann fór at arbeiða í handlinum
hjá Johannesi Lambaa í Havn.
- Tá eg skuldi byrja varð eg
spurdur, hvussu eg væntaði at eg
fór at rigga í handli. Eg væntaði
ikki, at eg fór at rigga, men eg bar
ið hvussu er orð fyri at duga væl
at rokna. Tað gekk skjótt hjá mær
at rokna út, hvussu nógv fólk
skuldu hava aftur, og tá á døgum
vóru oyruni smá, minnist Ismar.
Eftir lærutíðina í Havn hevði
Grafikkur Sosialurin
Orð og myndir:
Dánjal Højgaard
Ismar Joensen sigst vera ein sann-
ur roknimeistari. Fuglfirðingar
taka til, hvussu væl hann dugir at
rokna í høvdinum.
Kortini er tað eitt roknistykki,
sum Ismar als ikki dugir at rokna
út.
Hvussu hann enn vendir og
snarar tølunum skilir hann ikki,
hvussu hesir nútímans handils-
mennirnir kunnu fáa handilin at
bera seg. Hann fær snøgt sagt ikki
roknistykkið at geva yvirskot.
- Eg eru bangin fyri, at tað
gongur bara ein tíð, so steðgar alt
við einum braki, ljóðar dapri
spádómurin úr Fuglafirði.
Ismar Joensen kennir seg nevni-
liga sannførdan um, at sjálvtøku-
handlarnir bert eru ein døgnfluga:
Ein self-made krambakallur
BYGDARHANDIL.
Handilin hjá Ismari
Joensen í Fuglafirði
hevur so at siga verið
óbroyttur síðani hann
læt upp í 1956.
80 ára gamli eigarin er
bjartskygdur og
heldur, at teir stóru
sjálvtøkuhandlarnir
munnu vera ein
døgnfluga
- Supermarkedini hava eina av-
markaða tíð. Tað er mark fyri,
hvussu leingi tú kanst halda út at
selja vøruna fyri innkeypsprís,
ljóðar fasit hjá gamla roknimeistar-
anum
Petroleum og vekkur
Handilin hjá Ismari
Joensen í Fuglafirði
er ein av teimum
fáu gomlu bygda-
handlunum, sum
sjálvtøkuhandlarnir
ikki hava gloypt
enn.
Handilin hevur
verið mestsum
óbroyttur síðani
hann læt upp í kjallaranum heima
hjá Ismari og Elsu í 1956. Sum
ein for-vitnisligur fornlutur stend-
ur hann har, beint við Gjógvará.
Sum eini hús, sum á undrun-
arsaman hátt eru sloppin undan
eini melduródn.
Vørurnar, sum fara um handils-
diskin eru rættiliga ymiskar.
Skjúrtur, koppastell, petroleum,
kraftfóður, vekjarar, ludo, bomm
og okkurt hissini til húsarhaldið -
hvørt um annað.
Nú eru nøkur ár síðani, at tey
góvust at selja matvørur, og kund-
arnir eru í stóran mun rýmdir til
handlarnar við teimum bíligu
tilboðsvørunum. Til Haraldsen,
Keypsamtøkuna og teir enn størru
í Runavík og í Havn.
Handilin hjá Ismari hevur kort-
ini einkarætt at selja heiluvág í
handkeypi í Fuglafirði, og í dag er
tað í stóran mun apotekssølan,
sum heldur lív í gamla handlinum
við Gjógvará.
- Supermarked-
ini gloypa øllum
handlinum. Tey
fara við øllum,
staðfestir Ismar.
- Høvdu vit bara okkum sjálvi
at hugsa um, so høvdu vit langt
síðani verið givin, tí vit eru blivin
so gomul. Tað er fyri sonin skyld
at vit framvegis hava handilin.
Meiningin er, at hann skal skal
taka yvir, greiðir Elsa frá.
Elsa og Ismar eru 80 ára gomul.
Sonurin Jóannes er 48.
Bleytur langabbi
Ismar Joensen er ikki fyrsti hand-
ilsmaður í slektini. Ikki sørt stolt-
ur greiðir hann okkum frá lang-
abbanum, Jógvani Poulsen, sum
var fyrsti maður, ið fekk sær
handil í Fuglafirði, eftir at kong-
ligi einahandilin varð tikin av í
1850-unum.
Jógvan var frísinnaður maður,
sum gekk ímóti einahandlinum.
Men gamli Jógvan - vanliga
nevndur Jógvan í Niðristovu -
hevði ikki krambasál.
- Hann mann hava verið ov
eymhjartaður. Omma segði, at
langabbi vildi ikki gera tey fátæku
fátækari.
Hvussu var og ikki so seldi
Jógvan alla sína jørð, og kvittaði
Ismar ymisk daglønt arbeiði og
hann var eisini til skips. Undir
krígnum var hann saman við 250
øðrum føroyingum í Íslandi og gjørdi
flogvøll fyri bretska hervaldið.
Tá ið bretar hersettu Føroyar og
Merkið varð viðurkent í 1940
arbeiddi Ismar sum blaðmaður á
Tingakrossi. Hetta vóru hendinga-
ríkar og dramatiskar tíðir. Og í
Dimmalætting var tann ungi sjálv-
stýrismaðurin á Tingakrossi nær-
um lagdur undir yvirgangsvirk-
semi í flaggmálinum:
- Teir søgdu at eg hevði verið
uppi hjá amtmanninum og verið
ófantaligur, minnist Ismar.
- Teir lugu æruna
av fólki, sigur hann
um kritikararnar á
Dimmu.
Áðrenn Ismar
Joensen læt
handil upp í
Fuglafirði í 1956
hevði hann
ymisk handils-
agentur og fekst eisini við heil-
søluvirksemi.
Self-made
- Eg eri ein self-made, sigur Ismar
og flennir so hjartaliga.
Ismar Joensen leggur stóran
dent á, at hann altíð hevur verið
ein sjálvstøðugur handilsmaður.
Og tískil hevur hann ongantíð
verið við í nøkrum samtaki ella
handilsketu, sum kundi tryggjað
honum bíligar vørur.
- Tað er av prisippi, at eg ikki
havi viljað verið við í slíkum,
sigur hann
Men spurningurin er um Ismar
Joensen bara hevur verið ov gam-
aldags og ikki hevur dugað at
fylgt við tíðini.
- Har setti tú meg skák mát.
Hatta er ikki gott at svara uppá,
sigur hann.
- Nei, eg veit ikki um eg endi-
liga havi verið tilhangari av tí
gamla.
Fjølbroyttur maður
Ismar Joensen er ein kend bygdar-
mynd í Fuglafirði.
Eins og langabbin, Jógvan í
Niðristovu, sum var bæði grinda-
formaður og sóknarstýrislimur,
hevur Ismar havt mong álitisstørv.
Í tilsamans 12 ár var hann limur
í bygdaráðnum í Fuglafirði, og
nøkur ár var hann eisini bygda-
ráðsformaður. Og í løgtinginum
loysti hann Jógvan Sundstein av
eitt skifti.
Politikki hevur hann stóran
áhuga fyri, og fleiri ferðir letur
hann blaðmannin vita, at Ismar
Joensen er sjálvstýris-
maður um ein háls.
Bókmentir og
mál hava altíð
havt hansara stóra
áhuga. Um-
framt nógvar
blaðgreinar
hevur hann
givið út egið yrkingarsavn og
týðingar.
Sonurin Jóannes hevur nú hug
at halda, at pápin mestur hevði
verið málfrøðingur av onkrum
slagi, hevði lagnan ikki viljað tað
øðrvísi.
Men slíkt tos kveistar Ismar til
viks. Umstøðurnar gjørdu hann til
handilsmann, so fekk ikki verið
øðrvísi, sigur hann.
Synd í Haraldsen
Sambært Ismari Joensen er ein
nýmótans handilsmaður ein, sum
selur nógva og bíliga vøru - og
hevur lítlan vinning.
- Fyrr ráddu handilsmenn yvir
øllum samfelagnum. Nú á døgum
ráða teir fyri, hvat ið tað skal
kosta at dríva ein
handil.
- Í dag mást tú
hava ráð at
dríva ein hand-
il við lítlum
umsetningini. Fortjenastan er
minimal.
Spurdur um Hans Mortensen er
ein betri handilsmaður enn Ismar í
Fuglafirði svarar gamli handils-
maður soleiðis:
- Tað má hann so vera. Hann
má vera óførur at skaffa vøru fyri
dumpingprís, sigur gamli handils-
maður, sum tykir synd í teimum
yngru handilsmonnunum nú á
døgum:
- Eg haldi tað vera synd í
Haraldsen, sum hann gongur og
slítur seg upp, sigur hann.
-Tað var sunnari at vera hand-
ilsmaður fyrr í tíðini. Tað var
tryggari. Risikoin var minni.
Var handilsmaðurin við
Gjógvará ungur maður í dag,
hevði hann neyvan gjørt sum
Mortensen og Haraldsen og teir,
letur hann okkum skilja.
- Handil gevur so lítið av sær, at
eg hevði helst valt at spikkulera í
onkrum øðrum. Tað hevði kanska
loyst seg betur at fari á børsin.
∆
’’
- Tað hevði loyst seg betri at farið á børsin.
Ismar Joensen aftanfyri skivuna
í gamla handlinum við
Gjógvará.
Høgrumegin standa konan Elsa,
sum hevur tikið sær nógv av
apoteksvørunum
og sonurin Jóannes, sum eina-
ferð skal yvirtaka handilin
Nú sær Ismar prísin
Ismar Joensen fekk
sjónina aftur eftir eina
skurðviðgerð fyri
tveimum árum síðani.
Fyrr mátti hann spyrja
kundarnar, hvat vøran
kostaði
- Nú síggi eg sum ein ørn. Hetta
er sum ein nýggj opinbering.
Hetta sigur gamli handils-
maðurin, sum var sterkt nær-
sýntur á báðum eygum líka til
hann var 78 ára gamal.
Eyguni hjá Ismari tóku at
versna longu á ungum aldri. Tá
ið hann giftist hevði hann
brillustyki minus 8, og seinni
gjørdist sjónin støðugt verri.
- Eg var ikki blindur, men
øgiliga nærsýntur, sigur Ismar,
sum mátti fáa kundarnar at lesa
prísin fyri sær, tí hann sá ikki
prísin sjálvur.
Men handilsmaðurin hevði
fult álit á, at eingin lumpaði
hann:
-Tey hava so ið hvussu so er
ikki snýtt meg við vilja, sigur
Ismar, sum í eini snarari vend
dugdi at rokna út, um prísurin,
kundin nevndi, var rættur.
Heima hjá Ismari duga tey eis-
ini at skemta við, at Ismar soleiðis
hevur fingið sjónina aftur á
gamalsaldri.
Spurdur hvussu fólk sóu út, tá
ið hann fekk sjónina aftur, svarar
hann heldur turrisliga:
- Tað var eitt sindur misjavnt.
Og fer so at fortelja um ein annan
bygdarmann sum skuldi hava sagt
við konuna, tá ið hann fekk sjón-
ina aftur:“ Ljót visti eg at tú
vart, men at tú vart so ljót visti
eg ikki“.
- Sit ikki og tvætla so, svarar
Elsa aftur.
-Tú visti útmerkað væl
hvussu eg sá út tá ið vit giftust.
Tá sást tú ikki so illa, sigur
hon.
-Eg segði ikki sum hasin
maðurin, skundar Ismar sær at
leggja afturat.
’’
-Ein keypmaður uttan pengar er sum ein fiól uttan streingir,
endurgevur Ismar danska skaldið Oehlenschlaeger