leygardagur 17. juni 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 114 - 17. juni 2000
22
Nr. 114 - 17. juni 2000
Orð og myndir:
Jan Müller
Hann er føddur og uppvaksin í
Íslandi, men hevur seinastu 25
árini búð í Noregi. í dag er hann
64 ára gamal og „still going
strong“. Hann telist millum
fremstu frítíðarsiglarnar í hesum
partinum av heiminum. Nú um
dagarnar legði hann at í Vágs-
botni við sínum heimabygda
snotuliga fari, Eldingi - á enn
eini spennandi og sjáldsamari
sjóferð.
Maðurin eitur Hafstein Jó-
hannsson og er kanska mest
kendur fyri stóra bragd sítt -
sum einasti norðbúgvi higartil -
at sigla jørðina runt - 25.000
sjómíl - einsamallur í sínum
egna báti í 241 dagar. Tað var
fyri umleið 10 árum síðani.
Hóast hann nærkast pensións-
alduri, so er Hafstein framvegis
sum ein sprelskur unglingi á at
líta, og hann hevur á ongan hátt
mist hugin til sjógvin og til tær
avbjóðingar og ta friðsælu, sum
havið hevur at bjóða einum
frítíðarsiglara.
Nú Hafstein legði at í Vágs-
bátni við báti sínum „Eldingi“,
ið hann sjálvur hevur teknað og
smíðað í garasju síni í Noregi,
var ein „gamal“ kenningur og
tók ímóti honum. Tað var Axel
Skoubo, skúlastóri á Sandi. Teir
báðir kennast frá mongu ferð-
unum teir hava gjørt - í hvør
sínum báti - til oyggjarnar út
fyri Skotland, her serstakliga
Hetland.
Nú teir møtast aftur er hýrurin
góður. Veðrið er eisini av tí
fægrasta, og í Vágibotni eru
ross, fiskur, børn alt í einum.
Har er fiskikapping og annað til
frama fyri Bátafelagið.
Eitt er at teir - Axel og Haf-
stein - hittast sum gamlir vinir.
Men teir hava eisini okkurt í
kvittanum saman. Hafstein er
Í kjalarvørri norrønu landnámsvíkinga:
Við Hafsteini og Axel
til Brøttulíð
Í ár verður stórt hátíðarhald í Brøttulíð í Suðurgrønlandi í sambandi
við, at tað eru 1000 ár síðani, at Leivur Hepni fann Vínland - og síð-
ani kristindómurin kom til Grønlands. Millum gestirnar tá verða teir
báðir sjógarparnir Hafstein Jóhannsson úr Noregi og Axel Skoubo av
Sandi. Nú um dagarnar setti teir hvørjum øðrum stevnu í Havn
við at gera enn eina spennandi
ferð millum lond. Hann er farin
úr Noregi í kjalarvørri norrønu
landnámsvíkinga, sum hann
sjálvur nevnir tað. Tað eru um-
leið 1000 ár síðani, at víkingar
løgdu frá landi í Noregi, búsettu
seg í Hetlandi, Føroyum, Íslandi,
Grønlandi og at enda eisini funnu
Vínland og settur búgv har.
Hafstein ætlar sær at vera við
til hátíðarhaldið í Brattalíð 15.
juni í ár, tá nógv verður gjørt
burtur úr 1000 ára haldinum fyri
búsetingini har. Og hann ætlar
sær eisini at vera við til hátíðar-
haldið í Leifsbúð í Vínlandi tann
28. juli.
Nú teir møtast í Vágsbotni,
Hafstein umborð á Eldingi og
Axel umborð á Laterna Magica,
minnast teir á góðar dagar í
Lervick. Tað var har teir báðir
sjógarparnir møttust fyrstu ferð
- Eg minnst so væl, tá vit
møttust fyrstu ferð í Lervick.
Hetta var um summarið 1992.
Eg var farin til Hetlands saman
konuni og soninum, tá tað kom
ódnarveður, og vit ikki sluppu
heim. Tey fóru tí við Norrønu og
eg mátti so bíða eftir betri veðri.
Mær dámdi einki at fara einsa-
mallur heim, tí eg hevði ikki
roynt tað áður. Tá var tað, at eg
møtti Hafsteini, sum segði mær
frá ferðini jørðina runt einsa-
mallur um alla jørðina. Hann
helt ikki, at eg hevði nakað at
vera bangin fyri. Tí tá hann
hevði kunnað verið einsamallur í
241 dagar, so mátti ikki fara at
bila hjá mær í tveir dagar. Hann
minti meg á at seta sjálvstýraran
til og at minnast til vekkaran, tá
eg nærkaðist landi aftur.
Síðani tá hevur Axel havt
samband við Hafstein. Hvørt ár
á páskum kemur kort til Sands.
Men hesaferð vóru áhugaverd
tíðindi at frætta, tá kortið kom.
Nú ætlaði Havstein sær aftur á
langferð.
Og Axel, sum er væl kendur í
Grønlandi, var skjótur at biðja
um tjans. Jú pláss var fyri sær
eisini lat Hafstein hann vita.
Ætlanin er so at flúgva til
Íslands og at fara við Eldingi til
Brøttulíð tann 4. juli. Axel sær
fram til at koma aftur til Grøn-
lands, nú hann arbeiddi sum
skúlastjóri har í tvey ár, og
nettup í tí økinum, har Brattalíð
liggur.
Nú Hafstein longu er lagdur
til brots á hesi áhugaverdu og
søguligu ferð hevur hann eisini
tikið við sær steinar úr Noregi
og úr londunum, ið víkingarnir
komu til á leiðini vestur í hav.
Úr Noregi hevur hann tveir
steinar, sama úr Hetlandi og nú
eisini úr Føroyum. Hafstein helt
Hafstein og Axel hittast í
Vágsbotni, umborð á hvør
sínum fari. Í næstum fara
teir báðir við Eldingi til
Brøttulíð
tað kundi verið áhugavert at fáa
steinarnar úr einum plássi, har
víkingar hava hildið til. Og her
var Axel honum góðum í ráðum.
Saman fóru teir til Kvívíkar og
oman í mølina eftir tveimum
stórum steinum, sum nú liggja
trygt í botninum umborð á
Eldingi, ið skjótt fer at gera klárt
til ferðina til Grønlands og
Vínlands.
Stórt hátíðarhald
Hafstein og Axel verða neyvan
tað einastu, ið leggja leiðina til
Brøttulíð, tá hátíðarhaldið verð-
ur har. Tað verður nevniliga
gjørt rættiliga nógv burtur úr
hesum haldinum. Tann, sum
hevur áhuga fyri tí, kann fara á
Internetið og leita á
www.leif.2000 ella á
www.greenland-guide.gl.
Verkætlanin verður kallað
„Project Leif 2000“. Har verður
greitt frá søguni um Leiv Hepna
og Eirik Reyða. Tað var í ár
1000, at Leivur Hepni, sonur
Eirik Reyða setti kós móti
Norðuramerika og kom til Vín-
land ella í dag kent sum New
Foundland. Hetta árið varð
eisini fyrsta kristna kirkjan
stovnað í Brattalíð í Suðurgrøn-
landi.
Tað er grønlendska heima-
stýrið, sum ynskir at hátíðar-
halda hesar søguligu hendingar
við ymsum tiltøkum í ár 2000.
Hesar fyrireikingar verða eisini
gjørdar í samstarvi við íslendsku
stjórnina og felagsskapir í bæði
Canada og USA.
Sambart upplýsingunum á
internetsíðuni er endamálið við
hesum tiltaki m.a. at seta Grøn-
land á heimskortið, at stimbra
grønlendska samleikan og søgu,
og at styrkja bondini millum
Grønland og grannar tess fyri
eystan og vestan. Men eins og
føroyingar hátíðarhalda 1000 ára
haldið fyri kristniboðanina, so
gera grønlendingar tað eisini í
hesum árinum.
Vit kenna øll søguna um Eirik
Reyða, sum fór úr Íslandi og
setti upp í Grønlandi og har
grundaði Brattalíð. Tá Leivur
Hepni vildi boða kristindómin í
Grønlandi setti Eirikur Reyði
seg upp ímóti tí. Men tá var tað,
at kona hansara, Tjóðhildur, gav
honum tvinnar kostir í at velja.
Hann slapp ikki at sova hjá
henni aftur, fyrr enn hann hevði
latið seg kristna. Eftir tað varð
kirkja bygd á staðnum. Leivd-
irnar av henni vórðu funnar í
1961. Leivdirnar av bónda-
garðinum vórðu funnar í 1932.
Nú verða so bæði kirkjan og
bóndagarðurin bygdir av nýggjum.
Eingin minni enn grønlendski
landsstýrisformaðurin, Jonathan
Motzfeldt er verji fyri hesi verk-
ætlanini.
Hátíðarhaldið í Brøttulíð,
„Viking/Inuit Festival! verður
15., 16. og 17. juli. Umframt
mongu gestirnar úr grannlond-
um, harímillum Axel Skoubo og
Hafstein Jóhannsson við Eldingi
verður eisini eitt víkingaskip á
staðnum kallað „Íslendingur“.
Ætlanin er eisini at avdúka eina
standmynd av Leivi Hepna.
∆
Eldingur er bygdur
í garasjuni hjá
Hafsteini. Hann er
63 føtur langur og
er sera sjógóður
Hafstein Jóhannsson er
føddur í Akranesi í Íslandi.
Har arbeiddi hann sum kavari
og hevði egnan bjargingarbát í
eini 11 ár. Síðani fór hann at
sigla við norskum skipi og
endin varð, at hann búsetti seg
í Noregi í 1974, tá hann
mynstraði av. Herfyri varð
bók skrivað um Hafstein og
hansara mongu sjóferðir og
roysni
Axel og Hafstein her staddir
við víkingagravirnar í Kvívík.
Steinarnir, sum skulu til Grøn-
lands og Vínlands eru úr
mølini