Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Etihad stadium Manchester City vann í gjár enska meistaraheitið fyri fyrstu ferð síðani 1968. Tað var ikki fyrr enn í seinastu sekundinum av dystinum, at Sergio Aguero tryggjaði teimum ljósabláu úr Manchester meistaraheitið. Tá vanliga leiktíðin var farin vísti talvan á Etihad Stadium, at QPR var á odda 2-1. Samstundis var Manchester United á odda 1-0 ímóti Sunderland. Hóast dómarin legði fimm minuttir afturat vanligu leiktíðini, so vóru tey fá, ið tordu at trúgva upp á ein sigur og meistaraheitið. Tveir minuttir inn í eykatíðina fekk Manchester City hornaspark. Higartil høvdu flestu innleggini í dystinum verði langt undir stand­ ard, men hesa ferð kom bólturin væl innfyri til innskifta Edin Dzeko. Framherjin stútaði bótin í mál­ið og so raknaðu bæði leikarar og við­ haldsfólkini við. Minuttin seinni gerst greitt, at QPR líka mikið støðuna á Etihad Stadium verður verandi í Premier League, tí Bolton megnaði ikki at vinna á Stoke. Í næsta álopinum endaði bólt­ urin hjá Sergio Aguero. Sutt uttan­ fyri brotsteigin spældi hann bóltin til innskifta Mario Balotelli, sum tveitti seg niður og fekk prika bóltin aftur til Sergio Aguero, sum nú var komin inn í brotsteigin. Hann legði bóltin til rættis, gjørdi so eina skotfintu og so smekkaði hann til. Í somu løtu sum bólturin brast í netmeskarnar gjørdust fólk frá sær sjálvum. Fleiri av viðhaldsfólkunum komu út við kenslu, sum tey høvdu brent inni við í 44 ár. Tað bæði sást, hoyrdist og merktist á Etihad Stadium. Fólk skríggjaðu og skrálaðu, með­an onnur í sigursrúsinum runnu inn á vøllin at klemma leik­ ar­arnar. Ein lítlan minutt seinni bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð og meistaraheitið var veruleiki. Fleiri túsund fólk runnu inn á vøllin at fegnast. Bæði Manchester City og QPR viðhaldsfólk, sum hvør í sínum lag fegnaðust um sínar støður. Ongantíð hevur tað verið so tætt í oddinum í Premier League sum í ár. Munurin á ovurhondsfegnu Man­chester City leikararunum og vón­brotnu Manchester United leik­ ar­unum var tá saman umkom bara átta mál. Undan dystinum Dagurin í gjár byrjaði við, at Man­ chester City og Manchester United vóru ájøvn í stigum, men at mál­ úrtøkan hjá Manchester City var átta mál betri. Manchester City tók á heimavølli ímóti QPR, meðan Manchester United var á vitjan í Sunderland. Á Etihad Stadium í Manchester var lagið gott undan dystinum. Flestu forsøgnirnar søgdu, at Man­chester City fór at vinna eina greið­an sigur. Oddaliðið hevði undan dystinum vunnið 17 av teim­um 18 heimadystinum í hesum kappingarárinum, meðan QPR bara tríggjar ferðir hevði vunnið á úti­ vølli. Tað merkti eisini lagið uttanfyri Etihad. Fólk tóktust ikki ræðast dagin, har Manchester United kundi vinna meistaraheitið frammanfyri nøsuni á teinum. Heldur var lagið gott og fólk vóru avslappaði. Í tíminum undan dystinum kom sólin fram og fleiri viðhaldsfólk høvdu leita sær til “The Colin Bell Stand”, sum hýsur høvðusinngongini til Etihad leikvøllin. Tað er her at leikarar, venjarar og tey kendu koma. Millum teirra var Oasis limurin, Liam Gallagher, sum er svorin Manchester City við­ haldsmaður. United og City skora Tað byrjaði eisini sum væntað. Man­chester City, sum á fjórða sinni byrj­aði við sama liðið, legði høgt trýst á QPR, sum sjáldan kom inn á hálv­una hjá vertinum. Fyrsta málið í meistarastríðinum kom aftaná 20 minuttir á Stadium of Light í Sunderland. Undan­ gongumaðurin hjá Sir Alex Ferguson, Wayne Rooney, stút­aði eitt innlegg í mál. So var Man­ chester United meistari – eina løtu í hvørt­fall. Fimm minuttir fyri hálvleiki megnaði verjan hjá QPR ikki at standa í móti trýstinum hjá Man­ chester City. Pablo Zabaleta, av øll­ um monnum, varð spældur leysur í høgru. Hann royndi seg við skoti .Málmaðurin fekk hendurnar á, men megnaði ikki at steðga skotinum, ið fór í stongina og inn. Tá bríkslað varð fyri hálvleiki var Manchester City á meistarakós. QPR stóð hinvegin til niðurflyting, tí Bolton hevði lagt seg á odda móti Stoke. Góða lagið undan dyst­inum var framvegis til staðar í hálv­ leikinum, meðan tey ljósabláu við­ haldsfólkini fingu sær øl, hoddog og kips í hálvleikinum. Kvirt á Etihad Seinni hálvleikur var ikki meiri enn bríkslaður í gongd, so var kvirt á Etihad leikvøllinum. Ein Manchester City verjuvilla gjørdi, at Dribril Cissé kom at standa púra lesyur í brot­steiginum. Beint frammanfyri QPR viðhaldsfólkinum smekkaði hann bóltin inn við nærmastu stong og so var mál. QPR var aftur røttumegin niður­flytingarstrikuna, meðan Manchester United yvirhálaði grann­ar­nar á stigatalvuni. Tíðindini um út­javnandi málið komu væl við í Sunderland. Síðumaðurin, ein íðin Man­ chester City viðhaldsmaður, klár­ aði akkurát at fortelja hvussu týdn­ ingarmikið tað var, at Manchester premier league Meistarar í evstu løtu Fótbóltur Fýra ferðir skifti meistaraheitið hendur á seinasta leikdegnum í Premier League. Tað endaði sum tað byrjaði. Við at Manchester City gjørdist enskur meistari fyri fyrstu ferð í 44 ár. Tá saman umkom var munurin á Manchester liðunum bara átta mál