mánadagur 14. mai 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
City var á odda tí so mátti QPR
koma úr egnum brotsteigi, tá málið
kom.
Rætt hevði hann, tí restina av
dystinum kom QPR bara tað einu
ferðina út úr egnum brotsteigi.
Restina av tíðini vardu teir mann
iliga fyri. Allir uttan fyrrverandi
Manchester City leikarin, Joey
Barton. Hann fór ov langt, tá hann
langaði albogan í høvdið á Carlos
Tevez og fekk reytt kort.
Tápuligt av liðskiparanum hjá
QPR, sum setti sínar liðfelagar í
eina torføra støðu.
Var tað kvirt á Etihad, tá Djibril
Cissé javnaði, so var tað deyða kvirt,
tá Jamie Mackey løtu seinni legði
QPR á odda 2-1.
Hóast tað vóru 25 minuttir eftir
at spæla, so sást tað á viðhalds
fólkunum hjá Manchester City, at
tey nú meira bangin enn spent.
Skuldi Manchester City veruliga
tveitta burtur besta møguleikan
at vinna eitt meistaraheitið síðani
1968 á heimavølli móti einum liðið
í niðurflytingarvanda?
Gleðin var til at fáa eyga á í
Norðuronglandi har Manchester
United framvegis var á odda 1-0 og
helst skuldi verið á odda við fleiri.
25 langir minuttir
Í 25 minuttir royndi Manchester
City at gera tað teir vóru mentir
fyri at bjarga støðuni, men einki
riggaði. Inn komu Edin Dzeko og
Mario Balotelli, men heldur ikki teir
megnaðu at bróta niður verjuna hjá
QPR.
Í 25 minuttir sótu Manchester
City viðhaldsfólk og stardu út í
bláa luft og tóktust hugsa hvar tað
varð gingið galið. Hevði Manchester
City bara vunnið dystinum Sunder
land á heimavølli, sum var tað ein
asti heimadystinum, ið teir ikki
høvdu vunnið fram til tá. Ella
hevði Joe Hart bara bjargað skot
inum frá Mikel Arteta, tá hann
skoraði
avgerandi
málið
fyri
Arsenal í dystinum teirra millum.
Ella hvat við ósigrinum á Stadium
of Light, har Manchester United í
somu løtu stóð til at vinna dystin
og meistaraheitið. Ein dystur har
Manchester City hevði stóra yvir
vág, men tapti í evstu løtu.
Í 25 minuttir var alt við tað
gamla. Manchester United var
omaná í samlaðu støðuni. Man
chester var reytt og endaligi sigurin
hjá teimum kom ikki fyrr enn í sein
asta leikumfari.
Tað var støðan líka til fjórði dóm
arin traðkaði fram á síðulinjuna
við talvuna við eykatíðini. Fimm
minuttir. Tað skuldi vísa seg verða
fimm gyltir minuttir í søguni hjá
Manchester City
Endaliga prógvið
Í somu løtu sum dómarin bríkslaði
fyri seinastu ferð tuskaðu fleiri
túsund fólk inn á vøllin at fegnast
saman við leikarunum. Trygdarfólk
stríddist av øllum alvi at fáa leik
ararnar út av vøllinum. Summir
runnu undan ovurhondsfegnu við
haldsfólkunum, meðan aðrir blivu
hálaðir inn til viks av trygdarfólki.
Í eitt gott korter royndi stadium
speakarin at biðja fólkini fara av
vøllinum, men einki nyttaði. Ikki
fyrr enn hann hótti við at útseta
steypahandana fóru fólk av vøll
inum aftur.
Tað gekk aftur ein løta áðrenn
pallurin varð settur upp har leik
ararnir skuldu taka móti steyp
inum.
Ein lítlan tíma eftir dystarenda
komu so leikararnir út aftur.
Fremstur gekk Roberto Mancini við
einum italskum flaggi um hálsin.
Síðani komu leikararnir ein fyri
og annar eftir á pallin og fingu sítt
gullheiðursmerki um hálsin.
Aftast gekk liðskiparin og verju
kempan, Vincent Kompany. Tá allir
høvdu fingið sítt gull heiðursmerki
kom so liðskiparin á pallin. Fyrst
fekk hann sítt heiðursmerkið áðr
enn hann fekk handað endaliga
prógvið um at Manchester City er
Premier League vinnari 2012.
Premier League steypið verður
verandi í Manchester, men hesa
ferð á Etihad leikvøllinum.
Ball í Manchester
Eftir dystin vóru fegin viðhaldsfólk
at síggja kring allan miðbýin í Man
chester. Bilar floytaðu, fólk vóru frá
sær sjálvum og sungu og veitraðu
við ljósabláum fløggum.
– Vit vunnu meistaraheitið
í Fergie time, sungu tey millum
annað.
Her verður sipað til teir nógvu
sigarnar, ið Manchester United hev
ur vunnið í evstu løtu. Har av fleiri
móti júst Manchester City.
Hesa ferð var tað so Manchester
City, ið vann meistaraheitið í yvir
tíðini. Tað er 44 ár síðani síðani
Manchester City seinast var enskur
meistari. Tey flestu av teimum
árunum hevur Manchester City eis
ini liva í skugganum av Manchester
United.
Í morgun vaknaðu Manchester
City viðhaldsfólk á fyrsta sinni
síðani 1968 sum enskir meistarar.
Tað kundi ikki verið meiri spenn
andi og tað ger eisini sigurin tað
søtari fyri tey ljósabláu.
– Fótbóltur(American Football)
er eitt spæl um sentimetrar, sigur
Al Pacino í kendu røðuni í Any
Given Sunday.
Ein sentimetur hinvegin, so var
Manchester United meistari. Fót
bóltur er uppbyggjandi, niðurbrót
andi, eirindaleysur og fantastiskur.
Alt í einum. Tað prógvar hetta
Premier
League
kappingarárið,
sum helst er tað mest spennandi
nakrantíð.
Munurin millum gleði og vón
brot var eftir tíggju mánaðir og 38
dystir bara átta mál.
Til
lukku
meistaraheitinum,
Manchester City.
trondur@sosialurin.fo
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1 Manchester City
38
28
5
5
93-29
89
2
Manchester United
38
28
5
5
89-33
89
3
Arsenal
38
21
7
10
74-49
70
4
Tottenham
38
20
9
9
66-41
69
5
Newcastle
38
19
8
11
56-51
65
6
Chelsea
38
18
10
10
65-46
64
7
Everton
38
15
11
12
50-40
56
8
Liverpool
38
14
10
14
47-40
52
9
Fulham
38
14
10
14
48-51
52
10 West Bromwich
38
13
8
17
45-52
47
11 Swansea
38
12
11
15
44-51
47
12 Norwich
38
12
11
15
52-66
47
13 Sunderland
38
11
12
15
45-46
45
14 Stoke
38
11
12
15
36-53
45
15 Wigan
38
11
10
17
42-62
43
16 Aston Villa
38
7
17
14
37-53
38
17 Queens Park Rangers
38
10
7
21
43-66
37
18 Bolton
38
10
6
22
46-77
36
19 Blackburn
38
8
7
23
48-78
31
20 Wolverhampton
38
5
10
23
40-82
25
premier league