Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Leygardagin luttók nýggja fim­leika­ liðið hjá føroyska útisetafelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyum, í DM í Silkeborg. Tær framdu einki minni enn eitt megnaravrik og vunnu DM í 3. division. Tær høvdu upprunaliga ætlan um at luttaka í 1. division, sum er besta deildin, men gjørdust tær ov seinar at tilmelda. Tað vóru tær tó ikki alt ov harmar um, tí tað ber væl til at peila seg av, hvussu tær høvdu staðið seg í 1. division – hetta útfrá karakterunum tær fingu. Sprotnar úr HF Tær sjey á liðnum eru gamlir fim­ leikarar úr Havnar Fimleikarfelag, og hava tær altso valt at halda fram við fimleikinum, nú tær eru fluttar til Danmarkar at lesa, og hava borið so í bandið at stovna eina nýggja fimleikaradeild hjá ÍF Før­oyum. Talan er um tær sjey Ruth Smith, Bjørg E. Ellendersen, Jeanni Petersen, Lindis Petersen, Unn Øssursdóttir, Elin Bærentsen og Turið Nattestad. Tær hava fingið stuðul frá BankNordik og eru miðvísar í venj­ ing síni og hava longu lagt ætlanir fram í tíðina. DM-gull Leygardagin luttóku tær so í DM í Silkeborg, har tær í 3. division fóru allan vegin og vunnu gull. Tær vunnu kappingina púra greitt. Tær fingu 15,70 stig og endaðu heili trý stig frammanfyri Bellatrix úr Espergærde, meðan Team Bianca úr Greve gjørdist nummar trý við 12,60 stigum. Hóast bara heilt fáir føroyskir áskoðarar vóru til framførsluna í Silkeborg hjá føroysku kvinnunum, so var høllin á gosi eftir frálíku fram­førsluna, sum tryggjaði teim­ um greiða sigurin. Tað var ein væl nøgd Ruth Smith, sum vit fingu orðið á eftir DM-sigurin. – Kappingarárið er nú komið at enda, og sigast kann, at vit eru væl nøgdar við úrslitið, hóast smá kiks vóru í framførsluni. Vit eru sera spentar til komandi ár, og vit eru longu farnar í gongd við at fyri­reika. Ætlanin er at fáa eina amboðs­seriu, soleiðist at vit kunnu gera okkum galdandi í 1. division, sigur Ruth Smith, sum altso er ein av fim­leikar­unum hjá ÍF Føroyum. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Høllin á Hálsi í Havn var sunnu­ dagin karmur um FM í estet­ iskum fimleiki. Enn sum áður er tað Havnar Fimleikarfelag, sum er á tind­unum, og gjørdi fel­agið bart við at vinna gull í øll­um bólk­unum, sum kappast varð í henda dagin – nevniliga í gentum, kvinnu­ung­lingum og kvinnum. Støkk var tó ógvuliga nær við at koppa HF hjá bæði gentum og kvinnum, men tað er framvegis tær úr Havn, sum hava munin. Júst HF og Støkk skulu seinni í hes­um mánaðinum luttaka í heims­meistarakapping í estet­ iskum fim­leiki í Cartagne, Spania. Úrslit: Gentur Stig 1. HFa 14,40 2. Støkk 14,10 3. Ljósið 12,95 Kvinnuunglingar Stig 1. HF 14,05 2. Ljósið 12,70 3. Støkk 12,45 Kvinnur Stig 1. HF 13,65 2. Støkk 13,45 3. Ljósið 12,40 Eingin nertir HF Fimleikur Havnar Fimleikarfelag vann gull í øllum bólkunum, tá ið skipað varð fyri FM í estetiskum fimleiki sunnudagin Útisetarnir vunnu DM-gull Fimleikur Nýggja fimleikaliðið hjá ÍF Føroyum hevur fingið eina dreymabyrjan og gjørdi um vikuskiftið einki mætari enn at vinna DM-gull