mánadagur 14. mai 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
FM-svimjing
Svimjing Hópin av nýggjum metum vórðu sett, nú FM í
svimjing var í svimjihøllini í Gundadali um vikuskiftið
Pætur Albinus
Karmarnir vóru av teimum allar
bestu í svimjihøllini í Gundadali
um vikuskiftið, har tað var brynjað
til eitt stórt FM-tiltak í svimjing.
Sigast má, at svimjararnir sjálvir
gjørdu umstøðurnar enn betri,
tí áskoðararnir fingu nevniliga
hópin av nýggjum føroyskum- og
juniormetum at síggja, umframt at
nakrar gullnálir eisini vórðu býttar
út sum heiðurstekin fyri eitt serliga
gott avrik.
Gullnálir alt fyri eitt
FM í svimjing byrjaði fríggjadagin,
og longu á fyrsta kappingardegnum
byrjaðu sera góðar tíðir at koma
undan kavi, sum eitt nú førdu til
heili 10 nýggj met – fimm føroysk-
og fimm juniormet – og tríggjar
gullnálir.
15 ára gamla Guðrun Mortensen
úr Suðuroyar Svimjifelag setti nýtt
føroyskt juniormet í 100 metra
frísvimjing, við tíðini 58.31, har
juniormetið hjá Biritu Debes frá
NJM 2010 var 58:52. 17 ára gamla
Poula Øssursdóttir Mohr setti nýtt
føroyskt met í 200 metra bland
aðari svimjing, tá ið hon svam
teinin uppá 2:20.58, har metið hjá
Elspu Mørkøre frá Thisted Cup í
2007 var 2:21.22. Tíðin hjá Poulu er
somuleiðis ein gullnálatíð. Hetta
er ein styrkismeting hjá føroyska
svimjisambandinum, sum sigur, at
tað er eitt sjáldsama gott úrslit.
Tann bert 13 ára gamla Kristina
Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimji
felag setti eitt risastórt nýtt føroyskt
met í 50 metra firvaldasvimjing við
tíðini 27.67, har føroyska metið hjá
Astrið Foldarskarð frá í morgun
var 28.44. Tíðin er samstundis nýtt
føroyskt juniormet, og undir kravtíð
til Evropameistarakappingina fyri
juniorar í Antwerpen í summar,
sum tó ikki hevur so stóran týdning
við tað at Kristina Elin er ov ung til
at luttaka.
Astrið Foldarskarð var eisini
væl og virðiliga undir metið frá í
morgun við tíðini 27.98. Kristina
Elin og Astrid svumu báar undir
gullnálatíð SSF's og sigur hetta
nógv um støðið til FM í ár, og
kanska serliga nógv um bert 13 ára
gomlu Kristina Elin.
Tær fýra Astrið Foldarskarð,
Cecilia Wigant Eysturdal, Victoria
Wigant Eysturdal og Birita Debes
úr Ægir settu í kvøld nýtt føroyskt
met í 4x100 metra frísvimjing vi tíð
ini 3:58.58, har metið hjá Ægir frá
FM í fjør var 3:59.98.
Teir fýra Magnus Jákupsson,
Markus Joensen, Bartal Hestoy og
Pauli Ø. Mohr settu í kvøld nýtt
føroyskt met í 4x100 metra bland
aðari svimjing, tá ið teir á Føroya
meistarastevnuni
í
Gundadali
svumu
teinin
uppá
tilsamans
3:56.04, har føroyska metið hjá HS
frá FM í fjør var 3:57.99.
Tað má sigast at vera eitt satt
bragd, at heili tríggir svimjarar
hava svomið seg til gullnál longu
fyrsta FM-dagin.
Stjól met frá Páli
Leygardagin
setti
Magnus
Jákupsson úr Havnar Svimjifelag
seg sjálvan í miðdepilin, tá ið hann í
100 metra blandaðari svimjing stjól
metið frá sjálvasta Páli Joensen. 17
ára gamli Magnus, sum til dagligt
venur í Vanløse, gjørdi veruliga
bart, har hann við tíðini 55.94 stjól
metið frá Páli Joensen, sum hann
setti á Oyggjaleikunum í Álandi
2009 við tíðini 57.66.
Metini byrjaðu longu at vísa seg
frá morgni av, tá ið teir fýra Alvi
Hjelm, Sigmund Mørkøre, Hjørtur
á Fløtti og Heðin L. Olsen úr Ægir
settu nýtt føroyskt juniormet í
4x100 metra frísvimjing við tíðini
3:41.20, har metið hjá HS frá junior
meistarastevnuni í fjør var 3:46.09.
Tær fýra Birita Debes, Turið S.
Christiansen, Astrið Foldarskarð og
Cecilia W. Eysturdal úr Ægir settu
nýtt føroyskt met í 4x100 metra
blandaðari svimjing við tíðini 4:27.11,
har metið hjá Ægir frá FM í fjør var
4:27.59.
Teir fýra Magnus Jákupsson,
Bartal Hestoy, Óli Mortensen og
Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag
settu somuleiðis nýtt føroyskt met í
dag. Tað var í 4x100 metra frísvimj
ing, har teir við tíðini 3:28.93 tóki
metið hjá HS frá FM í fjør, sum var
3:30.32.
Aftur sunnudagin
Eisini seinasta kappingardagin, sum
var sunnudagin, vóru fleiri met sett.
Teir fýra Heðin L. Olsen, Hjørtur
á Fløtti, Alvi Hjelm og Sigmund
Mørkøre settu nýtt føroyskt junior
met í 4x50 metra frísvimjing fyri
lið, tá ið teir á FM/JM 2012 vunnu
juniormeistarastevnuna við tíðini
1:39.83 frammanfyri HS-juniorar á
1:40.15 og SuSvim-juniorar á 1:41.58.
HS-dreingir áttu metið á 1:41.75 frá
FM/JM í fjør.
Tær fýra Guðrun Mortensen,
Helena S. Sævarsdóttir, Shaila
millum Garðarnar og Kristina Elin
Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag
megnaðu at seta nýtt føroyskt met
í 4x50 metra frísvimjing við tíðini
1:47.37, har metið hjá Ægir frá Ægir-
stevnu í februar var 1:48.47. Hetta
hendi í einum øgiligum endaspurti,
sum SuSvim vann við einum
hundraðparti frammanfyri Ægir.
Seinasta metið áttu teir fýra
Magnus Jákupsson, Bartal Hestoy,
Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr,
sum settu nýtt føroyskt met í 4x50
metra frísvimjing við tíðini 1:35.26,
har metið hjá HS frá FM í fjør var
1:35.29.
albinus@sosialurin.fo
Tey svumu í nýggjum metum
Myndir: Álvur Haraldsen