Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Tað gongur við rúkandi ferð. Fyri fáum árum síðani tuskaði hann runt í Gundadali, og í gjár spældi hann fótbólt á hægsta støði frammanfyri 14.086 áskoðarum. 19 ára gamli René Shaki Joensen, sum er partur av føroyska U21-landsliðnum og fyri stuttari tíð síðani skrivaði full­ tíðar­sáttmála við danska felagið Brøndby IF, fekk nevniliga um viku­skiftið debut í Superliguni. René kom á vøllin í útidystinum hjá Brøndby ímóti AGF. Sjey minuttir inn í seinna hálvleik varð hann settur á høgra bakk í staðin fyri Daniel Norouzi, og her royndist hann væl – serliga í álopspartinum – hetta hóast Brøndby var fyri fullkomnari eyðmýking og tapti heili 1-5 eftir at hava verði aftanfyri 0-2 í hálvleikinum og 0-3 tá ið René kom á vøllin. Fantastiskt René S. Joensen, sum nú syrgir fyri, at Christian Holst ikki er einasti før­oy­ingurin í Superliguni, var sum vera man fegin um at sleppa á vøllin. – Tað var jú fantastiskt at fáa debut. Tað er sjálvandi nakað verri nakað at tapa somikið nógv, men eg eri hóast alt glaður fyri at fáa mín fyrsta dyst. Hetta var ein trupult dystur at koma inn í. Vit vóru longu aftanfyri við fleiri málum, men tað er ikki annað at gera enn at geva seg fult út, sigur René við heimasíðuna hjá Brøndby og heldur fram: – Eg var sera nervøsur, tó glaður, tá ið eg fekk boðini um, at eg skuldi á vøllin. Bent segði við meg, at eg ikki skuldi hugsa um umstøðurnar, men bara fara inn og njóta tað, sigur fyrrverandi B36- og HB-leikarin, sum nú hevur fingið sínar fyrstu minuttir í Superliguni út av teimum vónandi mongu. albinus@sosialurin.fo Enn ein føroyingur í Superliguni René S. Joensen: Fótbóltur 19 ára gamli René S. Joensen er nýggjasti føroyingurin í Superliguni. Sunnudagin fekk hann debut, tá ið Brøndby var á vitjan hjá AGF René S. Joensen er nýggjasti føroyingurin í Superliguni Mynd: www.arnason.dk Pætur Albinus Í Noregi eru tey nú komin fram á 22 ára gamla Stabæk- leik­aranum, Tor-Marius Gromstad, sum hevði verið horv­in síðani leygarmorgunin. Á vakmyndatóli fingu tey greiðu á, at hann leygar­morg­ unin fór úr íbúðini hjá bróðuri sínum í Oslo uttan telefon ella lyklar, og síðani hevði eingin borið eyga við hann fram til í morgun, tá ið fólk boðaðu frá, at tey høvdu funnið eitt lík nærhendis miðbýnum í Oslo. Eftir nærri kanningar var greitt, at talan var um Tor- Marius Gromstad. Løgreglan í Oslo sigur, at eingin illgruni er um, at nakað brotsverk er framt. Gromstad var ein av føstu leikarunum hjá Stabæk í Tippeliguni, og í hópinum høvdu tey longu undan deyðs­ boðunum útvegað sær sálar­ hjálp fyri at fyrireika seg upp á sorgarboð. Alt felagið, tað veri seg nevnd, besta liðið, næstbesta lið­ið, kvinnuliðið, ungdómslið og fjepparar høvdu leitað eftir Tor-Marius Gromstad síðani hann varð alment eftirlýstur sunnumorgunin. – Tað er við sorg, at vit hava fingið boðini um, at Tor-Marius er deyður. Tankar okkara leika til familju hansara. Hetta er ein sera tungur dagur og øll eru rørd, sigur dagligi leikarin í Stabæk, Hallgeir Åndal, við VG. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Jóan Símun Edmundsson hev­ ur framvegis trupult við at spæla seg til leiktíð í Noregi, og um vikuskiftið sat hann á beink­inum allan dystin, tá ið fel­ag hansara, Viking Stavanger, vann 2-1 ímóti Sogndal. Tað er líkt til, at tað eru teir tríggir Yann-Erik de Lanlay, Henri Anier og Vidar Nisja, sum verða nýttir í álopinum, og í dystinum ímóti Sogndal varð Eirik Jakobsen heldur inn­skiftur enn Jóan Símun. Hetta var tó helst ein taktisk útskifting at verja leiðsluna, meðan ungi toftamaðurin helst skal skapa mál. Við sigrinum er Viking nú miðskeiðis á stigatalvuni við fimm stigum til oddan og fimm stig til niðurflytingarvandan, so tað er eingin ivi um, at næstu dystirnir verða sera av­ ger­andi. Næsti dystur hjá Viking er á heimavølli ímóti Lillestrøm mikukvøldið. albinus@sosialurin.fo Eingin leiktíð til Jóan Símun Fótbóltur Jóan Símun Edmundsson slapp ikki upp í part, tá ið felag hansara, Viking Stavanger, vann 2-1 um vikuskiftið Horvin leikari funnin deyður Fótbóltur Fótbóltsnoreg er skakað eftir at Tor-Marius Gromstad úr felagnum Stabæk er deyður