mánadagur 14. mai 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Flaggdagurin
Heri Mohr
9. apríl 1940 varð Danmark
hersett av týskarum, 13. apríl
vórðu
Føroyar
hersettar
av bretum, og 22. apríl gav
bretska admiralitetið tann í
somu viku tilnevnda konsul
Mason í Føroyum boð um,
at danskt flagg á føroyskum
skipum kundi ikki góðtakast.
25. apríl kunngjørdi amtmað
urin Hilbert, at føroysk skip
alt døgnið skuldu flagga
við føroyskum flaggi. Seint
á kvøldi sama dag varð tað
eisini kunngjørt av tí bretsku
stjórnini í BBC, at føroysk
skip skuldu flagga við før-
oyskum flaggi 24 tímar um
døgnið, og á skipssíðuni
skuldi standa Faroes og Før
oyar ella Færøerne.
Í
bókini
Víkingasynir,
sum J. Joensen, próstur gav
út í 1947 eftir áheitan Føroya
Skipara- og Navigatørfelags,
sum eisini tryggjaði útgávuna
peningaliga, lesa vit millum
annað:
9. apríl 1940 fór sluppin
Eysturoy úr Klaksvík við ís
fiski til Aberdeen. Skipari var
Hans Mikkelsen úr Sørvági.
Ferðin gekk væl, sum van
ligt. 11. apríl vóru teir kom
nir suður móti Bretlandi,
men har hendi teimum tað
óvanliga, at eitt enskt krígs
skip steðgaði teimum. Teir
løgdu stilt, krígsskipið setti
bát út, og har komu alvápn
aðir menn at borði á Eystur
oy. 4 yvirmenn komu upp á
dekkið; teir spurdu, hvaðan
hetta skipið kom, og hvar
tað skuldi fara. Jú, teir komu
úr Føroyum og skuldu til
Aberdeen. Tað lurtaðu hesir
góðu menn næstan ikki eft
ir; teir tyktist at hava so
góðan hug á mesanmastrini.
Teir hugdu so dúgliga upp á
hana, og tá sigur hin hægsti
av teimum, og tað hoyrdist, at
hetta vóru ørindi teirra: Tak
hatta flaggið niður! Jú, teir so
gjørdu. Hava tit einki annað
flagg? segði so bretin við skip
aran. Jú, segði skiparin, eitt
annað flagg hava vit. Hvat
flagg er tað, segði bretin. Før
oyskt flagg, segði Hans, og
í sama viðfangi sigur hann
við ein av manningini: Loyp
niður eftir tí! Tað var skjótt
gjørt, og tá bretin, sum førdi
orðið, sá tað, sigur hann:
Drag tað upp!
Við fjarritið 22. apríl 194o
gav
bretska
admiralitetið
tann
nýtilnevnda
konsul
Mason boð um, at danskt
flagg á føroyskum skipum
kundi ikki góðtakast. Sonn
øsing og satt rok stóðst av
spurninginum
um,
hvat
skuldi koma í staðin fyri
dannebrog. Endin av øllum
hesum var, at 25. apríl kunn
gjørdi
amtmaðurin
»be
kendtgørelse angående skibs
NATIONALITETSMÆRKE.«
Eftir hesum skuldu føroysk
skip »hele døgnet føre det fær
øske flag i passende størrelse,
og FAROES og FÆRØERNE
eller
FØROYAR
påmales
skibssiderne.« Seint sama
dag kunngjørdi tað bretska
admiralitetið eina líknandi
lýsing í BBC.
Í GOOGLE síggja vit, at
»Flaggdagurin verður hildin
25. apríl at minnast at bretska
stjórnin seint á kvøldi tann
25. apríl 1940 í BBC útvarpið
gav boð um, at føroysk skip
skuldu sigla undir flagginum
Merkið«.
Hetta er ein hálvur sann
leiki. Mundi tað ikki vera
kunngerðina hjá amtmann
inum, bretska stjórnin gav
BBC boð um at kunngera?
Føroyar vóru hersettar av
bretum, men hvørki løgtingið
ella amtmaðurin vórðu tikin
undir
administratión
av
fremmanda
valdi.
Hálvir
sannleikar eru ikki ókendir
í
serføroyskum
politikki.
Hálvur sannleiki/hálv lygn
gevur
fløkt
»innispunnið
tógv« og kann órógva sálar
friðin hjá einum heilum
fólki.
Merkið – tað føroyska
flaggið – kann so ruddiliga
sammetast
við
uppruna
og søgu hjá fløggum í øðr
um londum: kenslubornan
romantikk, fosturlandsalsk,
beiskt stríð, gleði, sorg. Men
tað løgna er, at hóast søgan
um »Merkið« byrjar fyrst í
farnu øld, so hevur okkara
flaggdagur 25. apríl støði í
einari kunngerð frá amt
manninum kunngjørd í Før
oyum og BBC nevnda dag, og
sum hevði gildi í krígsárunum
1940-1945.
Søgan um okkara
flagg – Merkið – er
93 ára gomul
Í 1935 gav Hitt føroyska stu
dentafelagið í Keypmanna
havn út 25 ára minnisrit. Í
hesum riti skrivaði Janus
Øssursson í áhugaverdari
grein, hann kallaði Studenta
flaggið, millum annað:
(
) Lisberg skeyt so upp, at
krossurin skuldi vera bláur
uttast og reyður innan ... Vit
fingu so beinan vegin gjørt
okkum hvør sítt lítið borðflagg
í Nordisk Flag og Fanefabrik í
Frederiksbergsgøtu av hesum
nýggja flaggi. Og hesi bæði
fløggini vórðu so av Louis
Zachariassen á fyrsta sinni
borin fram fyri føroyingum á
føstugangsveitsluni í Føroy
ingafelagnum (Brohusgade
17) 2. mars 1919, og 11. mars
sama ár varð flaggið einmælt
goðkent í Studentafelagnum.
Í frásøgubók Føroyingafe-
lags um fundin og veitsluna
skrivaði Emil Joensen: (…)
Rasmus
Rasmussen,
há
skúlakennari, helt talu fyri
Føroyum, Andreas Samue
lsen, fólkatingsmaður, fyri
Danmark og Jóannes Paturs
son, landstingsmaður, fyri
Føroyingafelagið.
Tá
»Eg
oyggjar veit« var sungin, stóð
stud. polyt. Louis Zacharias
sen fram við einum nýggj
um føroyskum flaggi. Hann
bað føroyingar um at nýta
hetta flaggið í staðin fyri
Veðraflaggið. Tann hvíti lit
urin skuldi minna okkum um
havbrosið og hin reina klára
himin, meðan tann reyði og
blái krossurin, samansettur
av teim elligomlu føroysku
litunum skuldi minna um
skyldskapin
við
øll
hini
norðanlond, ið eisini nýta
krossflaggið…
Og Janus Øssursson held
ur fram:
Lisberg bílegði sær eitt
stórt flagg, eg minnist, eg var
við honum í Nordisk Flag og
Fanefabrik eftir tí, haðani
fóru vit á Garð...og stungu
tað út av vindeyganum
2. juni 1919 gjørdi Føroy
ingafelag útferð til Norð
mannadalin í Fredensborg,
Okkurt um 100 føroyingar
vóru við á ferðini. Í felagsins
gerðabók stendur: »Stór var
frøin, tá ið hitt vakra føroyska
flaggið kom til sjóndar, har
tað stóð og veittraði mitt í
dalinum.«
Stutt aftaná fór Lisberg
til Føroya og hevði flaggið
við sær. Í heimbygd síni vant
hann tað á stong, og varð
Fámjin soleiðis fyrsta før
oyska bygdin, har hetta merk
ið veittraði.
Honum var ikki langt lív
lagað. Spanska sjúkan herj
aði illa tað árið, og sóttsligin
gjørdist hann veikari og veik
ari og andaðist móti heysti
eftirfylgjan
.
Men
merkið
blaktrar yvir minni hans og
vil blaktra so leingi Føroyar
standa.
Jens Oliver Lisberg las jura
og var einans 23 ára gamal, tá
ið hann doyði 31. august 1920.
Umrødda
kunngerðir
tann 25. apríl 1940 um hvussu
Merkið skuldi brúkast um
borð á okkara skipum misti
aktualitet, tá ið kríggið hæs
aði av 8. maj 1945, men tað
ber til at siga, at við hesum
var eitt langt og beiskt flagg
stríð at enda komið, og við
heimastýrislógini í 1948 varð
okkara flagg ein løggildaður
veruleiki. Í 1959 kom løgtings
lógin um flaggið.
Men at løgtingið í 1949
samtykti við 11-0 atkvøðum,
at 25. apríl skuldi verða flagg
dagur Føroya var ein stór
misskiljing
og
vánaligur
etikkur. 25. apríl 1940 er ein
dagur í okkara flaggsøgu.
Men frammum allar er:
dagurin á summri í 1919, tá
ið sjálvur flaggarkitekturin,
tann 22 ára gamli studenturin
Jens Oliver Lisberg vant
frumflaggið á stong á fyrsta
sinni í Føroyum suðuri í
Famjin. Hesin dagurin eigur
sjálvandi at verða okkara
flaggdagur. Og eingin ann
ar.
Frumflaggið hevur nú í
hesi mongu ár hingið í Famj
ins kirkju.
Rasmus Effersøe sigur:
Latið ei søguna doyggja,
goymið hana so væl
Vónandi tekur løgtingið
stig til skjótast gjørligt at
broyta samtyktina 1949 og
lýsa okkara flaggdag av
nýggjum, soleiðis sum her
tilskilað.
Eftirskrift
At tann bretski konsulurin
Frederic Cecil Mason skeyt
upp, at føroysk skip í 1940
skuldu flagga við einum
grønum dúki við hvítum
krossi var grátuligt og látur
ligt. Men hann var óroyndur
og blaðungur, 22 ár. Hann
kom til Føroya við tí 10.000
tons
stóra
krússaranum
Suffolk, sum legði seg í Nóls
oyarfjørð, og við smærri skip
um vórðu herfólk og teirra
viðføri fergjað inn á Molan
og Kaiina í Havn allan dagin
13. apríl 1940.
Hesin ungi maðurin fríggj
aði annars undir trappuni í
Tinganesi við einari danskari
klinikkdamu hjá tannlækn
anum Kaaber
, og so fingu
tey hvønn annan, Karen og
Frederic, og Hilbert var for
lovari. Kaaber og húskið
búðu í Tinganesi, sjálvur
hevði hann sína klinikk har
úti. Eg arbeiddi hjá Maurit
zen & Co. í Tinganes. Brøð
urnir Mauritzen í Leith áttu
Tinganes.
Ein hugsaður frístílur í 10. skúlaflokki:
Flaggagshald í Havn