Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Sølutorgið í Vágsbotni Viðmerking til grein í Sosialinum Heðin Mortensen borgarstjóri Sølutorgið í Vágsbotni er eitt øki við ymsum fasili­tet­ um, sum kommunan hev­ ur útvegað hesum parti av vinnuni. Torgið er út­gjørt samsvarandi krøv­um frá Heilsufrøðiligu Starvs­stov­ uni. Sølutorgið í Vágs­botni hevur í mong ár verið nýtt til sølu av nýveiddum fiski, fugli o.ø. Fyrr vóru einans tvey blikk­kør, um útróðrarmen og onnur kundu brúka, tá tey seldu teirra vøru. Eftir áheitan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fór komm­un­ an í 2003 undir eina skip­aða tilgongd at betra um karm­ arnar, soleiðis at torgið kundi lúka reinføriskrøv og on­nur krøv sambært matvøru­ lógini. Heilsufrøðiliga Starvs­ stov­an setti m.a. krøv til at tak skuldi útyvir, og at skip­ aði reingerðarviðurskifti og vesi­fasili­tetir skuldi vera til sølu­fólkið. Alt arbeiði við torg­in­um bleiv gjørt í samráð við Heilsu­frøði­ligu Starvs­ stov­una.   Tá torgið stóð liðugt, søkti kommunan Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um endaliga góðkenning av staðnum. Í tí viðgerðini kom fram, at torg­ ið eisini skuldi hava hond­ vask. Eitt hondvask varð sett upp, sum stendur har enn. Kommunan fekk eisini góð­kenning til, at sølutorgið kundi nýtast at selja ný­ veiddan fisk, grind og spik, egg, fugl, óskorið grønmeti og epli, og góðkenning var eisini til sølu av lidnum fiskavørum frá skrásettum og løggildum virkjum. Síðan nýggja torgið bleiv tikið í nýtslu hevur Heilsu­ frøðiliga Starvsstovan fleiri ferð gjørt kommununa var­ uga við, at seljarar á torg­in­ u­m ikki hava hildið mat­vøru­ krøvini. Kommunan er eitt nú biðin um at hava betri eftirlit á torginum í Vágsbotni, so bert vørur, sum eru loyvdar sam­bært góðkenningini, verða seldar. Eisini krevur HS, at kommunan skal hava eftir­lit við, at vørurnar verða goymdar við røttum hita og at inn­pakkaðar vørur frá løg­ gild­um virkjum skulu vera merktar. Sum fráleið gjørdist komm­ununi greitt, at Heilsu­ frøði­liga Starvs­stov­an hevur misskilt eitthvørt í sam­bandi við sølutorgið. Komm­unan bað tí um fund við lands­ stýris­mannin í vinnumálum, Jóhan Dahl, og greiddi hon­ um frá støðuni. Hetta var um sama mundið, sum viður­skiftini í Roykstovuni í Er fólkaminking ein avleiðing ella endamálið Hallur av Rana og Arne Winthereig Stundin nærkast, har hund­ raðtals borgarar í besta aldri leita sær uttanlands at nema sær hægri lestur. Í hesum døgum, meir enn nakrantíð, er tað týðningarmesta málið, ið politiski myndugleikin eigur at seta sær, hvussu vit fáa hesi ungu heimaftur at skapa virðir og vøkstur fyri okkara samfelag. Tað er í dagsins globalis­er­ aða samfelag ein hørð kapp­ ing um vælútbúnað ar­beiðs­ megi, og eingin sjálv­fylgja er fyri, at hesir sam­felags­ borgarar venda nøsini heim aftur eftir loknan lestur. Við einum samfelag við fólkaminking og eini stjórn, sum av øllum alvi berjist fyri at niðurbróta alla væl­ ferð, enda vit við einum sam­felag, ið ikki tekkjast væl­út­búnum ungdómum. Fólka­talið 1. februar 2012 var 48.278 fólk, ið er 214 fólk færri enn undan­farna ár. Hetta er størsta minking síðan 1996, og hendan gongdin kann ikki halda áfram. Ofta verður tikið til, at utt­ an visión villist fólkið. Tíverri tykiskt tað oftani, at júst hetta er meginreglan heldur enn undantakið í føroyskum politikki, har tilvildin og stuttíðarloysnir eyðkenna førda politikkin. Eisini tá talan er um fólkaminking, har loysnin hjá sitandi lands­ stýri fyri at fáa lærd fólk heimaftur, er útseting av íløgum í útbúgving og niður­ raðfesting av um­støðunum hjá lesandi. Tí vilja vit við hesum spyrja landsins leiðara, harra løgmann Kaj Leo Holm Johannesen, hvat hann ætlar at gera við tær ovur­stóru av­bjóðingar, sum okk­ara samfelag stendur framman­ fyri? Fólkaminking Kjakið seinastu árini hev­ ur snúð seg um at fáa nýút­ búgvin heimaftur, men ræð­ andi veruleikin í dag er, at vit ikki bert tapa kapp­ing­ina við at fáa ung heim­aftur, men vit missa eisini sam­ felagsborgarar av landinum nærum hvønn dag. Harra løgmaður, hvat ætlar tú við okkara sam­fe­ lag? Landsins stýrið er við at mynda eitt samfelag til tey fáu. Ikki longur er pláss fyri fjølbroytni, og virðingin fyri tí vanliga borgaranum tykiskt at vera sett til viks. Gjógvin millum rík og fátæk er farin at vaksa, og við jarn­ hond hevur landsstýrið við løgmanni á odda snarað skút­uni til høgru. Nú er tíðin komin hjá løgmanni at taka við róðri­ num og stýra skútuni úr vanda­sjónum, so skútan ikki søkkur. Í staðin fyri at avmontera vælferðarsamfelagið, sum ættarlið eftir ættarlið hava bygt upp, eigur landsstýrið at leggja størri dent á at skapa vælferð til allar borg­ arar. Førdi politikkurin, sum løgmaður stendur á odda fyri, legst eftir lægsta felags­ nevn­ara og noyðir tey av land­inum. Løgtingið hevur í eini tíð við stórum arbeiðsloysi gjørt umstøðurnar hjá arbeiðs­ leys­um munandi verri, sum í ringasta føri noyðir tey at leita sær arbeiði aðrastaðni. Sitandi samgonga hev­ ur greitt meldað út, at pen­ sjóns­aldurin skal hækka við einum ári beinanveg. Hetta máar trúðvirðið á skipanina, og fólkaræðið verður full­ komi­liga sett til viks. Flatskatturin hevur ført við sær, at gjógvin millum rík og fátæk er breiðari enn nakrantíð. Nógv ivamál vóru og eru enn, um flatskatturin er til gagns ella til skaða fyri fjøldina. Eitt mál um broyting av høvuðsinntøkukelduni hjá hes­um samfelagnum er skrambl­að ígjøgnum uttan nakra sum helst fakliga við­ gerð og enn minni fólka­ræðis­ liga viðgerð. Enn einaferð máar hetta trúðvirðið á okk­ ara høgt virda Løgting. Útbúgving Alt prát um íløgur í útbúgv­ ing er tagnað við sitandi lands­stýri og avloyst av spar­ingum og útsetingum á økin­um. Heldur enn at eggja nýút­ búnum at koma heimaftur ætl­ar landstýrið at noyða tey heim­aftur við broytingum av ÚSUN skipanini. Tað tykiskt sum ung les­andi eiga ongan góðan, hvørki í landstýrinum og enn minni í Løgtinginum. Lands­ stýris­maðurin í mentamálum hevur fráboðað sparingar, ið raka lesandi sera meint, utt­ an at tey í samgonguni, ið annars siga seg umboða tey lesandi, mótmæltu. Marknagilsdepilin er út­sett­ur til 2016, og har­við mugu okkara miðnámskúla­ les­andi sláa seg til tols við soppa­fongd­ar skúla­stovur og kon­tain­arar í nøk­ur ár aft­ur­at. Fróðskaparsetrið hevur fingið álagt at spara, og harvið er alt prát um at menna Fróðskaparsetur Føroyar, so tað er kappingarført við onn­ur altjóða univeristet, tagn­að. Fortreytin fyri at fáa vælútbúgvin heim­aft­ur er júst eitt sterkt lestrar­um­ hvørvi, og tað velur sitandi landsstýrið at síggja burtur frá. Í eini tíð sum hesi hevur eitt hvørt land brúk fyri ein­ um sterkum leiðara. Einum, ið kann birta vón og vísa veg og stýra okkum úr vandakós. Okkum tørvar ikki ein leið­ ara, ið leggur størri dent á at finna semjur enn at fremja neyðugar loysnir fólkinum til frama. Tað er ein sannroynd, at verandi leistur skapar einki annað enn mistrivnað og ójavnað. Sitandi landsstýri hevur sogið alla vón og drívmegi úr fólkinum, men enn er ikki ov seint hjá løgmanni at broyta kós og geva fólki framtíðarvón aftur, so vit veruliga kunnu skapa vøkst­ ur og fáa landið á rætta kós. Við vón um eitt skjótt svar frá harra Løgmanni Kaj Leo Holm Johannesen.